Í dag klokkan fýra verður ein samkoma í Fabrikkini hjá Öström, har Team Rynkeby Føroyar liðið 2014 takkar fyri seg, og handar Krabbameinsfelagnum peningin, sum varð savnaður inn síðsta árið.
35 fólk og 10 hjálparfólk hava síðan september mánað í fjør savnað pening inn til børn við krabba. Flestu pengarnir koma frá sponsorum, men eisini frá tiltøkum so sum Gallakvøldinum á Hotel Føroyum, umframt at fleiri kommunur hava stuðlað væl.
Tiltakið verður í dag klokkan 16, og umframt at liðið í ár takkar fyri seg, so verða umboð fyri Krabbameinsfelagið, Team Rynkeby fonden og ikki minst liðið sum skal avstað komandi ár eisini við. Í 2015 fara 50 súkklarar avstað, so tað verður ein enn størri hópur enn síðst, ið verður at síggja kring um á føroysku landavegunum næsta árið.
Team Rynkeby Føroyar vil við hesum hjartaliga takka øllum, ið á ein hvønn hátt hava hjálpt til við pengum, tilfari, tíð, orku og vælvild, og øll eru vælkomin framvið í Fabrikkini hjá Öström í dag millum klokkan 16 og 17.