Í kvøld spældu landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia áttandapartsfinalu í donsku steypakappingini.
Viborg var á vitjan á Monjasa leikvøllinum í Fredericia, og eydnaðist tað viborgensarunum at vinna dystin 6-4 aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Mattias bjargaði einum brotssparki, men tveir liðfelagar hjá honum, William Madsen og Adam Nygaard brendu, og reyk Fredericia sostatt úr steypakappingini. Bert tveir av fýra leikarum hjá Fredericia megnaðu at skora í brotssparkskappingini
Mattias hevði 10 bjargingar í vanligu og í longdu leiktíðini, og hann fær klárt besta karakterin frá Soccerstand/Flashscore. Mattias fær 8,7 (av 10 møguligum). Miðalkarakterurin hjá Fredericia leikarunum var 7,0.
Viborg legði seg á odda í 30. minutti við einum brotssparki, men bert tríggjar minuttir seinni javnaði Sofus Johannesen fyri Fredericia. Tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk Oscar Buch Fredericia á sigurskós aftur, men ólukkutíð, bert fýra minuttir seinni javnaði Viborg, og tryggjaði sær harvið longda leiktíð. Í longdu leiktíðini rakti Emilio Simonsen hjá Fredericia tvørstongina, og var bólturin bert millimetrar frá at fara inn, sambært Fredericia Dagblad.
Og í brotssparkskappingini skoraði Viborg upp á fýra av fimm brotsspørkum, meðan Fredericia bert megnaði at seta tvey av fýra brotsspørkum í netið. Sambært Fredericia Dagblad regnaði tað av grimd í kvøld, og tí høvdu bert 1.329 áskoðarar funnið vegin til Monjasa leikvøllin.
Tað jaliga var tó, at Fredericia aftaná fýra tap á rað í superliguni megnaði ein javnleik í vanligu leiktíðini, og í longdu leiktíðini.
Komandi leygardag klokkan 17 bíðar ein stór uppgáva hjá FC Fredericia. Tá vitja Mattias og liðfelagarnir og liðfelagarnir Parkina, har verandi meistararnir, FC Keypmannahavn taka ímóti teimum. Tað er so púra víst, at Mattias fær nógv at gera í tí dystinum.











