Challenge Cup: Fleyr var fyri greiðum tapi í Belgia

Fleyr megnaði ikki at bíta veruliga frá sær í nøkrum setti

Mynd: Fleyr

Kvinnurnar hjá Fleyr hava í kvøld spælt dyst í Challenge Cup á útivølli í Belgia. Dysturin var móti Tchalou, ið var risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum.

 

Og sigast má, at Tchalou livdi upp til sína stóru favorittstøðu. Fleyr kom í eitt satt ódnarveður, og tapti greitt í øllum trimum settunum.

 

Settmunurin gjørdist so greiður sum 25-8, 25-7 og 25-9.

 

Hósdagin 6. november klokkan 19 spæla liðini returdyst í Høllini á Hálsi.

 

Mynd: Fleyr