Tora ikki at lova at streymurin verður bíligari

Fólk skulu ikki seta nøsina upp eftir bíligari streymi, hóast SEV fær meiri og meiri varandi orku

 

 

Hóast SEV fær meiri og meiri varandi orku, og hóast hon er nógv bíligari enn orkan frá oljuriknu elverkunum, skulu fólk ikki vænta sær, at prísurin á streymi fer at lækka.

Tað ger Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, greitt í Sosialinum hetta vikuskifti.

 

Streymurin frá nýggju vindmyllulundini í Húshaga kostar bara ein triðing at gera av tí, streymurin kostar at framleiða á verkinum á Sundi  

Men pengarnir, SEV sparir fara ikki til at lækka prísin á streymi, men til at framtíðartryggja felagsskapin

 

- Hetta lættir um raksturin hjá SEV. Vit fáa eina bíliga streymframleiðslu, ið ikki ávirkast av oljuprísunum, og harvið standa vit sterkari skuldi oljan dýrka, sigur Hákun Djurhuus.

 

- Vit vita í hvussu er, at oljuprísurin í longdini bara gongur ein veg, og tað er uppeftir. Við grønu orkuni fáa vit ein munandi meira støðugan framleiðslukostnað.

- Og tað merkir so aftur, at vit sleppa at hækka elprísin, tá oljan dýrkar, sigur Hákun Djurhuus.

 

Les nógv meiri í Sosialinum hetta vikuskiftið. Í blaðnum ber eisini til at lesa um, at næsta stóra stigið hjá SEV verður at menna sjóvarfalsorku í Føroyum.