Hóast føroysku U19 dreingirnir á hondbóltslandsliðnum vunnu fyrra hálvleik 7-6 eftir at hava verið á odda allan dystin móti Danmark í Liseberghøllini í Gøteborg, so taptu teir seinna hálvleik stórt.
Longu í øðrum minutti av seinna hálvleiki hevði Danmark javnað, og síðani gjørdist munurin bara størri og størri. Eina løtu í seinna hálvleiki hálaði Føroyar seg trý mál inn á Danmark, men so dragnaði aftur, og dysturin endaði við einum 17-10 sigri til Danmark.
Danirnir høvdu munin í spælinum men sanniliga eisini í hæddini, tí sum onkur av føroysku áskoðarunum skemtandi tók til, so var tann hægsti føroyingurin neyvan hægri enn tann lægsti danin.
Men Føroyar liggja væl fyri í kappingini við fýra stigum. Fleiri onnur lið hava tó eisini fýra stig, meðan Danmark hevur fimm stig. Føroya spæla seinnapartin móti Finnlandi, og tann dysturin verður avgerandi fyri, hvussu tað fer at gangast hjá Føroyum í kappingini.
Málskjúttar fyri Føroyar: Allan Norðberg 2, Hanus Christophersen 2, Eirikur J. Simonsen 2, Jónas G. Djurhuus 2, Julian Olsen 1, Rasmus Gullfoss 1.(tøl HSF.fo)