Ársins roykfríi skúli

Aftur í ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri kappingini Ársins roykfríi skúli.

Kappingin er fyri 5. til 10. flokkarnar í Føroyum. Í fjør var tað 8.a í Eysturskúlanum, sum vann, og tískil gjørdist Eysturskúlin ársins roykfríi skúli.

 

Málið er at fáa flokkar frá 5. til 10. flokk at binda seg til at halda sigarettunum burtur í ein mánað.  Kappingin byrjar týsdagin 9. september og endar hósdagin 9. oktober. Við kappingarbyrjan verður hugt at, hvussu nógvir næmingar í flokkinum hava roykt seinastu 30 dagarnar, áðrenn kappingin byrjar. Málið er, at eingin av hesum næmingum skal roykja, meðan kappingin er. Hevur eingin næmingur roykt seinastu 30 dagarnar, áðrenn kappingin byrjar, so er málið, at eingin næmingur skal byrja at roykja, meðan kappingin er.

 

Allir flokkar, har ið eingin næmingur hevur roykt í kappingartíðini, eru við í lutakastinum um at vinna ógloymandi dagin.

 

Fólkaheilsuráðið fer at veita skúlunum ymiskt undirvísingartilfar, so sum lýsingar, fakta, plakatir og annað, sum lærararnir kunnu nýta, til at eggja næmingunum at halda seg roykfríar.

 

Umframt at vinna eina heiðursplátu, fær vinnandi skúlin eina konsert við Sakaris í vinningi.