síðstu viku vann Ballkani 4-0 á útivølli, og týskvøldið vann Ballkani 6-0 á heimavølli og harvið samantalt 10-0. Lutakastið fall soleiðis, at vinnarin av KÍ/Sutjseska skal spæla á útivølli fyrst. Tað verður [...] Montenegro. Um tað framvegis fer at standa á jøvnum, tá ið 90 minuttir eru farnir, so verður umdystur tvær ferðir eitt korter. Og um tað tá framvegis fer at standa á jøvnum, so verður tað í brotssparkskapping
Trygdarskeið Líggjas vísir á, at tá línuskipaeigarar hava vent sær til ALS, tí trupult hevur verið at mannað skipini, hava menn kunnað noktað at koma umborð, um teir ikki hava verið á trygdarskeiði. - Hetta [...] um ungir menn, sum ganga arbeiðsleysir, skuldu verið kravdir á trygdarskeið, so teir kunnu verða við til at manna skipini, tá tørvur er á fólki. Líggjas Johannesen sigur, at teir, sum reka línuskipini [...] krónur, men árið í fjør royndist illa. Tá fiskaði Klakkur fyri einar 12-13 miljónir krónur. Alt bendir á, at árið í ár fer at roynast sum tað allar ringasta, síðan teir keyptu skipið. - Vit fara neyvan at
síðan tíðina á Bryggjubakka og stóðu fremst, tá ið útvarpið flutti niðan á Norðara Ringveg. Tey eru stutt sagt søgan á stovninum. Søga, ið vit eiga at styrkja um og duga at nýta, heldur enn blaka á dyr! Tað [...] gita okkum til. Liggur nakað persónligt aftanfyri? Ella skulu vit gita, at hesi fólk, ið eru ovast á lønarlistanum, kosta stovninum ov nógv, og tí er loysnin at siga átta fólkum upp heldur enn kanska tólv [...] Tað er ikki rætt, at menn, ið hava tænt eina lívstíð á hesum stovni, bara soleiðis í høpisleysum einkisigandi sparingum, ið væl og virðiliga kundi verið umgingnar, missa starvið. Hesir persónar hava m. a
kunnu hava eina ávirkan á tølini, svarar August Wang. Í sambandi við ávirkan, vísir August á, at stóru stjørnurnar, sum eru fyrimyndir hjá teimum ungu, hava eina sera stóra ávirkan á tey. Hann sigur, at serliga [...] ið hava roynt at gera enda á sær, eru eins høg í Føroyum sum í restini vesturheiminum. Har er eitt ávíst mynstur í øllum londunum, og tí mugu vit taka tølini í álvara og líta á tey, sigur sálarlæknin og [...] hava hugsað um at gera skaða á seg sjálvan. Eisini vísti kanningin, at okkara ungu roykja illa og drekka alsamt meiri. Sjálvmorð ? ein reaktión August Gabriel Wang vísir á, at í stórum kanningum, sum eru
sum gera tað møguligt. Ein inkluderandi skúlaskipan kann ikki bert byggja á tilvild ella eldsálir – hon má byggja á felags ábyrgd, skipað arbeiði og greið skúlapolitisk mál. ##med3## Frida Poulsen [...] visjónin var fødd á altjóða skúlapolitiska pallinum, er um at vera flutt, umsett og um at fáa eitt lokalt skap í Føroyum. Sum gransking mín eisini vísir, so skrivar inklusjónshugtakið seg inn í og [...] hvørjar næmingar vit skulu inkludera og harvið er fokusið á einstakar næmingar ella einstakar bólkar. Tann breiða fatanin hevur sjóneykuna á læringsumhvørvi og hvussu mann kann økja um luttøku-,
gjárkvøldið. Hetta var á Giljanesi, har Drátur hevði vitjan av ÍF. Seinasta vikuskiftið vann Dráttur útidystin á júst ÍF, og ein endurtøka av sigrinum vildi lyft Drátt næstan upp undir liðina á oddaliðunum báðum
tí hann hevur vunnið alt. Hann hevur vunnið alla manningina. Hann situr á lívsnervni í Tinganesi - á fiskivinnuni, á vinnumálum og á løgmanssessinum. -Er tú tryggari við, at løgmaður eitur Anfinn Kalsberg [...] frægasta burtur úr. -Men samtíðis kann ein siga, at á øllum hinum økjunum í samgonguskjalinum er talan um sera borgarligan politikk, og har mugu vit vera á varðhaldi og rópa hart, hvørjaferð teir borgarligu [...] -Eg havi eitt ávíst álit á, at Anfinn Kalsberg vil virka landi og fólki til frama, men hann hevur nakrar heykar rundan um seg, sum hann kanska ikki hevur so nógv tamarhald á og sum vilja nakað annað.
ymiskar stovnar og myndugleikar. - Vit í Sinnisbata halda tí, sum Jan Poulsen, vakthavandi á politistøðini, var inni á í gjárkvøldið, at samstarv er vegurin fram. At hesi ungu gerast ein kastibløka millum løgreglu [...] - Vit í Sinnisbata vilja staðiliga heita á politisku myndugleikarnar, at taka tað í størsta álvara, at vit hava ung fólk, sum onkursvegna ikki klára at fóta sær uttan hjálp. Tað er boðskapurin frá Róa [...] støðum, ta neyðugu hjálp, ið teimum tørva. - Vit mæla til at ein arbeiðsbólkur ella netverk verður sett á stovn, fyri hvønn ungan borgara, ið tørvar hjálp. Nakað sum við “góðu tilgongdini”, ið verður bjóðað
ábøtur kunnu gerast á karmarnar fyri føroyska alivinnu: Vakstrarætlan eigur at gerast fyri alivinnuni við eitt nú at víðka verandi aliøkir, umframt at møguleikarnir fyri aling á opnum havi verða kannaðir [...] skal bera til at leggja alingina til rættis á firðunum, so eiga málsøkir av týdningi í hesum sambandi at yvirtakast. Her verður m.a. hugsað um siglingarleiðir á firðunum Einkarrætturin hjá Apotekinum at [...] Havbúnaðarfelagið heitir á politiska myndugleikan um at taka atlit til karmarnar fyri alivinnuna nú arbeitt verður við at skipa samgongu. Tað skrivar Vinnuhúsið. Alivinnan er ein týðandi útflutningsvinna
bara tvey stig. Spurningurin, hvussu tað fer at hilnast hjá B36 á útivølli, er framvegis opin. Allar tríggjar ferðirnar hevur B36 spælt á heimavølli, og soleiðis verður tað eisini í dag, tá ið EB/Streymur [...] tá ið tvey mála leiðslan síðsta sunnudag á Sandi hvarv, og tað endaði 2-2, hóast EB/Streymur í eina løtu var manningarliga omaná. EB/Streyma liðformaðurin Egil á Bø varð rikin av vølli síðsta sunnudag og [...] Matras, Hanus Thorleifsson og Odmar Færø orsaka av skaðum ikki tøkir síðsta sunnudag, tá ið B36 vann 2-1 á Víkingi. Teir eru allir tøkir aftur. Einasti B36 spælarin, sum ikki er tøkur, er Ingi Højsted, sum framvegis