Hetta kann gerast við at hækka kringvarpsgjaldið ella við bert at játta peningin gjøgnum fíggjarlógina. Í øllum førum haldi eg, at myndugleikarnir skulu stuðla kringvarpinum í hesi samanlegging heldur enn at mótarbeiða tí.
Hví leiðslan í hesum sparingum hevur valt at siga akkurát hesum átta fólkunum upp og ikki sum vanligt fólki, ið hava starvast í styttri tíð, kunnu vit bert gita okkum til. Liggur nakað persónligt aftanfyri? Ella skulu vit gita, at hesi fólk, ið eru ovast á lønarlistanum, kosta stovninum ov nógv, og tí er loysnin at siga átta fólkum upp heldur enn kanska tólv? Um so er, verða hesir persónar revsaðir fyri at hava tænt sama stovni í 30-40 ár, og tað kann ikki vera rætt.
Hesi fólk hava lagt sína sál í hendan stovnin fyri at gera hann til tað, hann er í dag. Tað eru hesi fólkini meira enn nakar annar, sum við eldhuga, sveittabroti og brennandi áhuga fyri at geva okkum eitt væl virkandi sjónvarp og útvarp hava skapt stovnarnar. Tey vóru visioner, nýskapandi og gingu undan. Fleiri av teimum hava verið við síðan tíðina á Bryggjubakka og stóðu fremst, tá ið útvarpið flutti niðan á Norðara Ringveg. Tey eru stutt sagt søgan á stovninum. Søga, ið vit eiga at styrkja um og duga at nýta, heldur enn blaka á dyr!
Tað er ikki rætt, at menn, ið hava tænt eina lívstíð á hesum stovni, bara soleiðis í høpisleysum einkisigandi sparingum, ið væl og virðiliga kundi verið umgingnar, missa starvið.
Hesir persónar hava m. a. sendingar og aðrar uppgávur, ið eru sera týðandi fyri public service-skyldurnar hjá kringvarpinum. Teir hava ólíka vitan, ið fá her á landi annars eiga, og eru í veruleikanum einasti tráðurin aftur til søguna, vitanina og mentanarskattin hjá stovninum. Ein óumhugsað leiðsla oyðileggur sálina í sínum egna stovni.
Um sparingar skulu gerast, vildi eg hildið, at leiðslan av etiskum orsøkum skuldi valt at spart á annan hátt. Havast skal í huga, at har, sum hesi fólk eru nú, hava tey sera stórar førleikar. Men skulu tey út, kunnu fleiri teirra fáa stórar trupulleikar at finna annað arbeiði, ja, kanska er tann uppgávan ógjørlig. Eg kann ikki hugsa sær, at leiðslan í kringvarpinum vil hava hetta á síni samvitsku.
Hugsast kann eisini, at eventuellar uppgávur, ið hesir persónar hava røkt, í framtíðini mugu verða lagdar út til freelance-fólk at røkja, so kringvarpið enn kann røkja sínar public service-skyldur, og hetta er skeivt. Hví koyra dugnalig fólk til hús fyri síðan at fáa onnur inn at gera sama arbeiði? Hetta er sera vánaligur starvsfólkapolitikkur, ið neyvan hóskar einum stovni, sum í hesum sparitíðum setir bæði HR-mennarar, lýsingarfólk, journalistar, teknikarar og ein heilan her av lærlingum.
Tann virðiliga loysnin er at lata kringvarpinum tann væntandi peningin, so stovnurin framhaldandi kann røkja tær uppgávur, ið stovnurin skal røkja, og at leiðslan tekur fráboðaðu uppsagnirnar aftur.
Tað er ein beistagerð at koyra ábyrgdarfull og respekterað fólk um 60 ára aldur til hús. Vónandi tala fleiri at hesi framferðini hjá leiðsluni í kringvarpinum.