Skerjið fiskidagarnar 50% og takið ”suppuna” sjálvir

- Eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað hevði verið nógv betri, um myndugleikarnir bara skóru 50% av døgunum í einum. Sum er, verður flotin seigpíndur spakuliga við niðurskurðum hvørt einasta ár. Tóku teir 50% av døgunum burtur í einum, kundu teir tikið ”suppuna” upp sjálvir, sigur Líggjas Johannesen, skipari og línuskipaeigari

Fiskivinna

 

Síðan hálvan juli hava øll línuskipini í Klaksvík ligið bundin við bryggju. Nøkur skip eru liðug við fiskidagarnar, onnur hava fingið ymiskar ábøtur, og uppaftur onnur hava ikki loyst, tí virkir eru í summarfrí, og eingi útlit eru til líkinda fiskaprísir.

Brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík eiga línuskipið Klakk. Teir hava verið dugnaligir at fiska, og Klakkur hevur soleiðis eisini verið millum teir stinnastu í landinum.

Okkurt árið hevur skipið fiskað fyri einar 17 miljónir krónur, men árið í fjør royndist illa. Tá fiskaði Klakkur fyri einar 12-13 miljónir krónur. Alt bendir á, at árið í ár fer at roynast sum tað allar ringasta, síðan teir keyptu skipið.

- Vit fara neyvan at røkka teimum 10 miljónum krónunum í ár, og hetta verður soleiðis eitt sera vánaligt ár. Eg trúgvi, at teir línuskipareiðarar, sum fáa skiparaksturin at hanga saman í ár, skulu duga serstakliga væl við pengum.

Líggjas Johannesen væntar, at flestu línuskip fara at hava negativ tøl á botnlinjuni, tá árið í ár er úti.

 

Fiskaprísir

Tað eru serliga fiskaprísirnir, sum hava órógvað línumenninar.

- Eitt er, at fiskiskapurin hevur verið heldur slakur, men nógv verri er, at fiskaprísirnir hava verið so serstakliga vánaligir.

Hann vísir á, at í januar og februar, tá fiskaprísirnir annars plagdu at roynast, vóru teir umleið helmingurin av tí, teir vóru somu tíð árið fyri.

- Hetta hevur soleiðis verið eitt sera trupult ár, og nógv skal til, um gongdin skal venda til tað betra sum árið líður, leggur línuskiparin aftrat.

 

Alt í einum

Líggjas Johannesen heldur, at politisku myndugleikarnir í Føroyum duga sera illa at ”timað” viðurskiftini.

- Í hesum truplu tíðum hjá fiskiskipaflotanum, hava teir ætlanir um at avtaka almennu mynstulønartrygdina, samstundis sum teir áhaldandi – og á hvørjum ári - tosa um at skerja fiskidagarnar.

Skiparin sigur, at hann nú er komin til ta niðurstøðu, at tað hevði verið nógv betri, um myndugleikarnir bara skóru 50% av døgunum í einum.

- Sum er, verður flotin seigpíndur spakuliga við niðurskurðum hvørt einasta ár. Tóku teir 50% av døgunum burtur í einum, kundu teir tikið ”suppuna” upp sjálvir, leggur Líggjas aftrat.

 

Minstaløn

Línuskiparin dugir heldur ikki at síggja, at ætlanin við avtøku av almennu mynstulønartrygdini er serliga væl ”timað” í tíðum sum hesum, nú trygdin nevniliga kemur til sín rætt.

- Tú kanst ganga í ALS og mala fyri einar 20.000 krónur um mánaðin og einki gera, men soleiðis, sum politisku myndugleikarnir nú seta út í kortið, skal tú einki fáa frá tí almenna fyri at vera til arbeiðis á einum skipsdekki, tá fiskiskapur svíkur.

Hann heldur tað vera undarligt, um tað ongan sum helst týdning hevur fyri samfelgið, at ogn Føroya fólk verður førd til lands og kemur til sættis.

- Skulu reiðarí og manning rinda inntøkutrygdina sjálvi, merkir tað, at uppaftur minni liggur eftir, tá fiskiskapur ella fiskaprísir svíkja, sigur skiparin.

 

Trygdarskeið

Líggjas vísir á, at tá línuskipaeigarar hava vent sær til ALS, tí trupult hevur verið at mannað skipini, hava menn kunnað noktað at koma umborð, um teir ikki hava verið á trygdarskeiði.

- Hetta hevur eftir hvat vit hava skilt heldur ikki ført til ”karantenu” í ALS-skipanini. Spurningurin er so, um ungir menn, sum ganga arbeiðsleysir, skuldu verið kravdir á trygdarskeið, so teir kunnu verða við til at manna skipini, tá tørvur er á fólki.

Líggjas Johannesen sigur, at teir, sum reka línuskipini í Klaksvík, ikki hava merkt nakað serligt til, at áhugin fyri at sleppa umborð á skipini hevur verið veksandi.