Fólksins Michelin stjørna fer til Símun Gullaksen og Hattarvík

Eitt vælalið við 35 dugnaligum kokkum og hjalparfolki gjørdi Floksmannadagin í Hattarvík í gjár ógloymandi fyri teir umleið 90 gestirnar

Í gjár var so Floksmannadagurin. Sum altíð ein stór uppliving við mati á høgum gastronomiskum støði, gongutur niðan á Eystfelli, fyrilestur í kirkjuni við Andy Solstein, undirhaldi við Sjúrði Skaale, sum røddi um kendasta føroyingin uttanlands nakrantíð, Siggert Patursson úr Kirkjubø, og so eitt brak av eini konsert við superbólkinum Hamraduni, og so var galladøgurði við jarðarstoktum lambskjøti og hvonnum, væl smakkaði.

Eitt vælalið við 35 dugnaligum kokkum og hjalparfolki gjørdi dagin ógloymandi fyri teir umleið 90 gestirnar, og veðrið var yvirhøvur gott.

Floksmannadagurin er nú fastur táttur, tá komið er á hægsta summarið. Hann verður aftur seinasta leygardag í juni 2026, og longu nú er avgjørt, at Hamradun luttekur. 

 

Johan Mortensen

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##