Ballkani úr Kosovo er næsta takið

Nú er tað greitt, at KÍ ella Sutjeska um eina stóra viku skal spæla á útivølli suðuri á Balkan

Klokkan 19 mikukvøldið verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har Sutjeska úr Montenegro verður gestur. Mótstøðuliðið hjá KÍ var í góðveðrinum týskvøldið í Klaksvík og vandi.

 

Hjá bæði Sutjeska og KÍ er setningurin greiður og einfaldur. Tað snýr seg um at vinna og harvið at tryggja sær atgongumerki til næsta umfar í Europa Conferenca League. Fyri einari viku síðani endaði tað málleyst í Montenegro.

 

Um tað framvegis fer at standa á jøvnum, tá ið 90 minuttir eru farnir, so verður umdystur tvær ferðir eitt korter. Og um tað tá framvegis fer at standa á jøvnum, so verður tað í brotssparkskapping avgjørt, hvør skal halda fram í kappingini.

 

Tá ið lutur varð kastaður um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í triðja umfari, fall luturin soleiðis, at KÍ/Sutjeska skal spæla ímóti samantalda vinnaranum millum Ballkani úr Kosovo og La Fiorita úr San Marino. Ballkani varð roknað at vera stórfavorittur, og tað vísti seg ikki at vera nakar slingur í valsinum hjá favorittunum. Í síðstu viku vann Ballkani 4-0 á útivølli, og týskvøldið vann Ballkani 6-0 á heimavølli og harvið samantalt 10-0.

 

Lutakastið fall soleiðis, at vinnarin av KÍ/Sutjseska skal spæla á útivølli fyrst. Tað verður hósdagin 4. august, og so verður heimadysturin hósdagin 11. august.