- Vit í Sinnisbata vilja staðiliga heita á politisku myndugleikarnar, at taka tað í størsta álvara, at vit hava ung fólk, sum onkursvegna ikki klára at fóta sær uttan hjálp.
Tað er boðskapurin frá Róa Midjord, forkvinnu í Sinnisbata, í almenni skrivi sent fjølmiðlunum í dag.
Felagsskapurin fegnast um, at nógv verður skrivað í hesum døgum um trupulleikan við, at nógv ung fólk stríðast við sálarligar trupulleikar og rúsevnis trupulleikar.
Sum nú er metir felagsskapurin, at myndugleikarnir ikki gera nokk, og í staðin eru hesi ungu vorðin ein kastibløka millum ymiskar stovnar og myndugleikar.
- Vit í Sinnisbata halda tí, sum Jan Poulsen, vakthavandi á politistøðini, var inni á í gjárkvøldið, at samstarv er vegurin fram. At hesi ungu gerast ein kastibløka millum løgreglu, psykiatriska depilin, misnýtslu viðgerðarstøð, tilboð frá Almannaverkinum og øðrum, ger at øll royna sítt besta í hvør sínum lagi, og at heildarviðgerð gerst nærum ógjørlig.
Loysnin metir felagsskapurin er at seta eina nýggja skipan í verk, ið skal kunnu veita teimum ungu, ið enda í slíkum støðum, ta neyðugu hjálp, ið teimum tørva.
- Vit mæla til at ein arbeiðsbólkur ella netverk verður sett á stovn, fyri hvønn ungan borgara, ið tørvar hjálp. Nakað sum við “góðu tilgongdini”, ið verður bjóðað familjum við børnum, sum hava Autismu. Vit í Sinnisbata meta, at tað er umráðandi, at inndraga familjuna og saman virka fyri, at okkara ungu fáa ta hjálp teimum tørvar.
Til ber at lesa alt skrivið við at trýsta á her.