i á Føroyum og var við til at stovna UTF (Ungtemplarasamband Føroya) og sat í nevndini har í mong ár. Hann er eisini limur í Javnaðarflokkinum og hevur verið stillari hjá flokkinum í Vágum. Niels Olgar [...] og uppvaksin í Sandavági. Foreldrini, Hjørdis, f. Heinesen, og Finn Joensen, eru bæði úr Sandavági. Eftir loknan barna- og realskúla fór Niels Olgar til Havnar, og tók hann studentsprógv í Hoydølum. Ætlanin [...] at hjálpa pápanum í fyritøkuni við hýrivognum, lastbilum og bussum. Seinni yvirtók Niels Olgar sjálvur fyritøkuna, sum eisini rekur Ferðamannheimið á Giljanesi. Hann hevur verið virkin í fráhaldsrørsluni
Nógv varð gjørt burturúr hesum, og tosað varð eisini nógv um, í hvønn mun hetta fór at ávirkað fólkatalið í næststørsta býnum í Føroyum, Klaksvík. Men nú tað spakuliga fer at nærkast einum ári síðani [...] at siga onga, ávirkan havt fyri fólkatalið í býnum. 7 fólk færri Sosialurin hevur ringt til býráðið í Klaksvík og spurt, hvussu fólkatalið sær út í løtuni, í mun til áðrenn tunnilin læt upp. Hagani verður [...] 2005 og 31. desember 2006, so broytingin næstan eingin. 4886 búðu í Klaksvík 31. desember 2005, og 31. desember 2006 vóru 4879 skrásett í Klaksvík. Hetta er ein minking við sjey fólkum. Tað er so at siga
Trongisvágur: Løgreglan hevur verið í Suðuroy og gjørt kanningar av tí, sum eftir er eftir stóra eldin í gomlu statoilstøðini á Trongisvági í Suðuroy fríggjakvøldið. – Vit hava verið í Suðuroy og hugt upp á tað [...] byrjaði í gomlu vaskihøllini, og at orsøkin helst er eitt skammlop í eini el-innlegging, sigur Per Skov frá løgregluni í Havn. – Merkir frá einum skammlopi eru at síggja á leidningum á vegginum í vaskihøllini [...] at brandmyndin vísir greitt, at tað var í vaskihøllini at eldurin byrjaði, og at hann hevur breitt seg hagani. Sent leidningar til Danmarkar Løgreglan í Føroyum hevur menn, sum hava útbúgvið seg serliga
Uttan í heimi kenna vit fortovscaféir, har tað ber til at njóta eina eitt glas av víni ella eina øl, uttan fyri í góðveðrinum. Hetta ber ikki til í Føroyum í dag. Ofta tí at veðrið ikki loyvir tí, men [...] tað sent til lógardeildina í Innlendismálaráðnum, har tað skuldi eftirkannast, og nú er tað so afturkomið við smávegis broytingum. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum er í Noregi í løtuni, og hevur ikki sæð [...] uppskotið um broytingar í rúsdrekkalógini, sum millum annað hevði við sær, at tað fer at bera til hjá skeinkiloyvisinnihavarum at skeinkja sterkt uttandura, er liggur nú aftur í Vinnumálaráðnum. Áðrenn
vakur heimurin í sjónum, um oyggjar okkara í verðuleikanum er. Onkur nevndi at heimurin í gjónni var minst líka vakur sum tann onnur lond hava at bjóða fram. Eftir at øll høvdu verið í gjónni, bjóðaði [...] Fríggjadagin 28.07. fingu 11 føroyingar eitt náttúru-upplivilsi í heimsflokki. Hetta kvøldið skipaði Faroe Dive fyri snorkling í gjónni við Gjógv. 11 fólk í øllum aldrum komu spent til Gjáar at royna snorkling fram [...] heita súpan, kaffi og ikki minst vaflur, á hugnaligu cafe´ini í bygdini. Hetta var ein deiligur endi á einum deiligum summardegi í Føroyum.
Higartil hevur Rás 2 húsast í leigaðum hølum við Hoyvíksvegin í Havn. Men nú flytir alternativa útvarpsstøðin í egin høli í Søldarfirði. Tað var tann 14. desember í 1999, at Rás 2 sendi á fyrsta sinni [...] ment støðina, sum í dag røkkur 95% av øllum føroyingum. Tey, ið lurtaðu eftir rásini mikukvøldið varnaðust, at støðin varð sløkt. Hetta var tí, at tey tá fluttu sendaran inn í Søldarfjørð í nýggju hølini [...] ? higani støðin nú sendir. ? Í september í fjør keyptu vit egin hús, og higar flyta vit nú alt okkara virksemi, sigur Petur Jacobsen. Petur Jacobsen og øll hini, ið starvast á støðini, búgva á Skálafjørðinum
føroyskum sálmum og sangum í sínum frálíku kórbúnum kann gera sítt til at varðveita sambandið við okkara sangliga ættararv og enn í mong ár verður ein hornasteinur í kórsangi í Føroyum. Reproz hevur greitt til [...] navnframa tónlistamannin Karl Clausen út í bók. Í kórbóklinginum, sum Ólavur Hátún hevur lagt til rættis, eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við [...] við føroysk kórfólk. Hann gjørdi kórsatsir til føroysk løg til føroyingar í Keypmannahavn longu fyrst í 60-árunum. Á mongu vitjanum sínum her á landi savnaði hann tilfar um gamlan andaligan sang, tók sálmar
Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Ein hátrýstryggur frá havinum vestan fyri Biscaya til Føroya fer í landsynning og viknar. Eitt lágtrýst, 991 hPa. í útsynning úr Íslandi fer í landnyrðing og brúgvalagið [...] Veðrið í dag: Strúkur í vindi ella hvassur vindur av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og regn. Eitt skifti [...] haðani verður yvir Føroyum leygarnáttina. Í dag: Lágtrýstið yviri á Eysturlandinum fer spakuliga eystureftir og grynnist. Lágtrýstið yvir Atlantshavinum á 53N-35V ? ex. »KARL« ? fer í landnyrðing og verður
Aftur í ár skipar Eysturoyar gongufelag fyri túrum ymsastaðni í Føroyum. Túrarnir í ár verða fjølbroyttir, bæði lættir og tungir. Á skránni eru umleið 2 túrar um mánaðin. Byrjað varð longu hin 21. mars [...] vunum í oynni. Næsti túrurin í ár verður komandi sunnudag 18. apríl. Hetta er ein lættur spákingartúrur á Strondum. Hilmar Kass verður frásøgumaður. Aftaná túrin verður ein kaffimunnur at fáa í Bygdarhúsinum [...] kann fáast við at venda sær til Kunningarstovurnar í oynni: Kunningarstovan í Fuglafirði, tlf.444860 t-postur: infoey-f@post.olivant.fo Kunningarstovan í Runavík tlf. 449449 t-postur: infoey-r@post.olivant
eystan fyri Hvarvið fer í landnyrðing og grynnist. Í dag: Lágtrýstið norðanfyri Ísland fer eystureftir og brúgvalagið við Føroyar fer í landsynning. Lágtrýstið við Hvarvið fer í landnyrðing og hitabrúgvin [...] og sólglottar. Seinnapartin veksur hann vindin upp í ein strúk av vestri og regn. Hitin kemur upp í 7 til 10 stig. Veðrið fríggjadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi og sólglottar, men [...] Veðrið í dag: Fyrrapartin lot til andøvsgul av útsynningi og regn eitt skifti, seinni hækkar hann upp í útnyrðing og veksur vindin nakað. Sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið