Snorklaðu við Gjógv

Fríggjadagin 28.07. fingu 11 føroyingar eitt náttúru-upplivilsi í heimsflokki. Hetta kvøldið skipaði Faroe Dive fyri snorkling í gjónni við Gjógv. 11 fólk í øllum aldrum komu spent til Gjáar at royna snorkling fram við føroysku strondunum. Fleiri av luttakarunum høvdu roynt hendan aktivitet aðrastaðir í heitum londum, men ongantíð her á okkara leiðum. Áðrenn luttakarinir fóru á sjógv, fingu tey útgerð frá fyriskiparunum. Turrdrakt, brillur, snorkil og fitjur.
Eftir eina stutta leiðbeining varð fari út í gjónna, fram við tí norðara arminum á gjónni. Ein leiðari var allatíðina við luttakarunum á sjónum og hjálpti teimum, um tørvur var á hesum.
Flestu av luttakarunum vóru sera bilsin av hvussu framúr vakur heimurin í sjónum, um oyggjar okkara í verðuleikanum er. Onkur nevndi at heimurin í gjónni var minst líka vakur sum tann onnur lond hava at bjóða fram.
Eftir at øll høvdu verið í gjónni, bjóðaði Gjógv Adventure heita súpan, kaffi og ikki minst vaflur, á hugnaligu cafe´ini í bygdini. Hetta var ein deiligur endi á einum deiligum summardegi í Føroyum.