Trongisvágur: Løgreglan hevur verið í Suðuroy og gjørt kanningar av tí, sum eftir er eftir stóra eldin í gomlu statoilstøðini á Trongisvági í Suðuroy fríggjakvøldið.
– Vit hava verið í Suðuroy og hugt upp á tað. Út frá teimum fyrstu kanningunum kunnu vit staðfesta, at eldurin byrjaði í gomlu vaskihøllini, og at orsøkin helst er eitt skammlop í eini el-innlegging, sigur Per Skov frá løgregluni í Havn.
– Merkir frá einum skammlopi eru at síggja á leidningum á vegginum í vaskihøllini, sigur Per Skov og leggur so aftrat, at brandmyndin vísir greitt, at tað var í vaskihøllini at eldurin byrjaði, og at hann hevur breitt seg hagani.
Sent leidningar til Danmarkar
Løgreglan í Føroyum hevur menn, sum hava útbúgvið seg serliga innanfyri eld, og teirra millum er Per Skov. Hann var sjálvur í Suðuroy og gjørdi kanningarnar, og við sær aftur tók hann nakrar leidningar, sum nú eru sendir til Danmarkar til nærri kanningar.
– Hetta verður gjørt fyri at staðfesta og undirbyggja okkara niðurstøðu, greiðir Per Skov, løgreglumaður, frá.