Ongin øl at fáa uttanfyri enn

Uppskotið um broytingar í rúsdrekkalógini, sum hevur við sær, at tað skal vera loyvt at skeinkja rúsdrekka uttandura, hevur verið til eftirkanningar í Innlendismálaráðnum og er nú komið aftur til Vinnumálaráðið, men tað verður ikki lagt fyri tingið enn, sigur Bjarni Djurholm

Uttan í heimi kenna vit fortovscaféir, har tað ber til at njóta eina eitt glas av víni ella eina øl, uttan fyri í góðveðrinum.
Hetta ber ikki til í Føroyum í dag. Ofta tí at veðrið ikki loyvir tí, men so tá veðrið einaferð er gott, so er tað ein lóg, ið forðar fyri hesum. Men møguliga verður henda lógin broytt um ikki so langa tíð.
Tí uppskotið um broytingar í rúsdrekkalógini, sum millum annað hevði við sær, at tað fer at bera til hjá skeinkiloyvisinnihavarum at skeinkja sterkt uttandura, er liggur nú aftur í Vinnumálaráðnum.
Áðrenn summarfrítíðina varð tað sent til lógardeildina í Innlendismálaráðnum, har tað skuldi eftirkannast, og nú er tað so afturkomið við smávegis broytingum.
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum er í Noregi í løtuni, og hevur ikki sæð broytingarnar, ið Innlendismálaráðið er komið við, og fær tí ikki gjørt viðmerkingar til tað.
Hann sigur tó, at tað ikki verður beinanvegin, at hann leggur uppskotið fram fyri tingið.
- Eg má fara at tosa við umsitingina nú, men uppskotið er ikki á skrá enn, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.