Útvarpsstøð á aðra rás

Rás 2 er nú flutt úr Havn og inn til Søldafirðar

Higartil hevur Rás 2 húsast í leigaðum hølum við Hoyvíksvegin í Havn. Men nú flytir alternativa útvarpsstøðin í egin høli í Søldarfirði.
Tað var tann 14. desember í 1999, at Rás 2 sendi á fyrsta sinni. Tað var Petur Jacobsen, sum saman við øðrum keypti tað, sum eftir var av Atlantic Radio, sum var fyrsta alternativið til Útvarp Føroya.

Síðani hevur Petur Jacobsen ment støðina, sum í dag røkkur 95% av øllum føroyingum.
Tey, ið lurtaðu eftir rásini mikukvøldið varnaðust, at støðin varð sløkt. Hetta var tí, at tey tá fluttu sendaran inn í Søldarfjørð í nýggju hølini ? higani støðin nú sendir.

? Í september í fjør keyptu vit egin hús, og higar flyta vit nú alt okkara virksemi, sigur Petur Jacobsen.

Petur Jacobsen og øll hini, ið starvast á støðini, búgva á Skálafjørðinum.
? Tað verður so nógv lættari hjá okkum at arbeiða, nú arbeiðsplássið er nærindis og vit sleppa undan at koyra til Havnar, sigur Petur Jacobsen.
Málið hjá Rás 2 er at røkka allar føroyingar í Føroyum.