tí, at so sást búkurin ikki so væl, og hann var nokk heldur ikki tann einasti, sum var farin at tiva av at fylgja skrúðgonguni stutta strekkið niðan til KÍ-høllina. Jú, vit vóru nokk fleiri, sum áttu at [...] sparikasspallinum, sum var komin at standa við KÍ-høllina, vóru tað Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri og Eyðfinn Reyðberg, Sparikassastjóri, sum skuldu seta Ítróttarnáttina. Steinbjørn nýtti høvið at takka KÍ [...] skrúðgonguni, sum var á veg niðan á økið frammanfyri KÍ- høllini, har fyrsta Ítróttarnáttin í Føroyum skuldi setast. Men fólk vóru í góðum hýri og ílatin eftir eitt sindur av hvørjum, so eingin stakk halan
brúkar ummælið sum eitt kærkomið høvið til at rakka niður andstøðingarnar ímóti Irak krígnum? Í so fall, er Kim Simonsen eitt grelt úttrykk fyri tí polarisering, sum finst í Føroyum, so væl sum úti í heimi [...] tey tíggju boðini? Er tað hugsandi at onkur sum stendur Javhe nær, hevur sent formanninum í Miðflokkinum tey fylgiskjølini sum ikki rúmdust á boðtalvunum sum Moses knuggaði oman av Sinai fjalli? Irak fevnir [...] byrjaði at skriva sínar greinar, men sum frá er liðið, munnu tað vera eini 6-7 ár síðani. Á sama hátt sum heiðinskapur og ólevnaður skapti ein Victor Danielsen, so haldi eg, at mann kann siga, at full
navninum. Tað vildi Kanada, sum hevði fólkalýðveldið Kina sum týdningarmiklan útflutningarmarknað fyri hveiti, ikki, og so fór Taiwan, sum hevði og hevur næsta grannan hjá Kanada, USA, sum sína bestu verju, til [...] tykist alt at ganga friðarliga og róliga fyri seg. Men ókendi fíggindin, sum tað ber so illa til at verja seg ímóti, kann so skjótt gera um seg, og vaktarhald og eftirlit sigast vera meiri og størri enn [...] samstundis punktum fyri eystureuropeiska dominansinum, sum hevði verið so ógvusligur í næstan fjøruti ár. Eystureuropa og leikirnir Tað gongur skjótt, og - so segði Storm P, sáli - tað er torført at spáa - serliga
Fleiri av hinum, sum búðu á skúlanum kláraðu ikki at liva so. Tað kendist viðhvørt sum ein fangalega, so tey fluttu á hotell at búgva. Tá hevur man jú loyvi at gera júst tað, man vil. So at enda vóru tað [...] turistarnir, sum búgva á hotellum og sum leggja pengar eftir seg, og so eru tað øll hini. Av tí, at føroyska ferðalagið ikki búði á hotelli, men á einum skúla, høvdu tey ikki somu framíhjárættir, sum vanligir [...] ir, sum vóru við høvdu eisini fingið trupulleikar við ljósi og ljóði á einum nýggjum palli, so tað bleiv av ongum at spæla fyri Castro. Og tað vóru leikararnir eisini fegnir um, sigur Hjørdis, sum man
a. Nú kom so hetta afturat. Og hetta má metast at vera eitt rættiliga stórt alment skot, sigur Gunleivur Dalsgarð. Hann sigur, at hóast samanleggingin sjálvandi fer at raka báðar stovnar, so tyktiskt tað [...] hetta var eitt so mikið álvarsamt mál, at vit valdu at kalla øll starvsfólkini í Svf til fundar. Og tá øll sita á fundi er sjálvandi eingin til arbeiðis. Tað vildi eisini verið løgið um eitt so drastiskt stig [...] at verið debaterað áðrenn endaliga avgerðin varð tikin, so hetta arbeiðið hevur verið í øvugtari raðfylgju, staðfestir hann. Vandamikið rák Tað, sum serliga fekk starvsmannafelagið at loypa soleiðis upp
áhoyrarunum í so malplaseraðir uttan "situatiónsfornemmilsi", sum setti bæði Ivan og Gaarder í eina trupla støðu. Og lutvíst er tað ein trupul uppgáva hjá vertinum yvirhøvur at stýra einum rithøvundi, sum milt [...] førum okkurt fyri peningin. Jostein Gaarder er ikki hvør sum helst, og fáur kann rúnarbinda sum hann. Hansara títta, syngjandi norska mál fekk skjótt vald á áhoyrarunum, og merkti ein, at Jostein veruliga [...] vóru uppi at venda, sum Gaarder hugleiddi um við støði í spurningum frá áhoyrarum og vertinum, men sum sagt var talan um kvantitet fram um kvalitet. Gaarder viðurkendi seg sjálvan sum romantikara og mel
dótturin Amalia á Kirkju, sum syrgja fyri, at øll fáa nóg mikið at eta og hava eina góða song at fara í, og so var eisini hesuferð. So nógv fólk, sum gjørligt, gistu inni hjá Lauru, men so varð eisini neyðugt [...] um at vera inni og lurta, so tað gekk allíkavæl, sigur Sunniva Ougaard, sum sjálv er ættað av Kirkju. Sunniva og maður hennara Finn hava hús á Kirkju, sum hesuferð varð nýtt sum dansistova, tá føroyskur [...] aðrastaðni. Og skjótt var lív í øllum húsunum í bygdini. ? Tað er so forferdiliga hugnaligt at hava tey herúti, sigur Laura. Tey plaga at ringja og siga frá, at tey koma, men nú hava tey verið her so ofta, at
vóru ófør at koma við gomlum pløggum, sum Elisabeth so hevur seymað um til vakrar búnar. ? So hóast vit ikki fingu so nógvan peningaligan stuðul, sum vit høvdu vónað, so hava vit harafturímóti møtt eini ótrúligari [...] afturvendandi tiltak, sum verður á hvørjari Ólavsøku. Men at tað krevur ov nógv, sum nú er. ? Í grannalondunum hava tey hvørt ár um jóltíðir sama leik, sum verður framførdur ár um ár. Og sum verður spældur fyri [...] salum. Tí tað kemur so skjótt traditión í. Fólk hugsa: "Nú nærkast jólini, so eiga vit at fara til handa leikin, hóast vit hava sæð hann fyrr". Høvdu vit havt eitt Ólavsøkuleikrit, sum kundi verið spælt
Varmakeldustevnuna, sum verður um vikuskiftið, vóru í hæddini. Nógv stákan var í bygdini, og fólk vóru í góðum hýri. Fyrst bar leiðin oman á sandin, har vit tóku mynd av Kyrjasteini, sum er tikin upp og ætlandi [...] fiskur sást á flótibrúnni. Og tó. Hugdi tú betur niður í stilla sjógvin, fekst tú skjótt eyga á eini 2-3 stór alabogasíl, sum stillisliga fluttu seg aftur og fram niðri við botnin. Líkt var ikki til, at s [...] tráðuna eitt bil, so eg kundi fiska honum eitt stórt síl. Jú, tað var gamaní. Egndi eina rækju á stóra húkin og kastaði beint frammanfyri tað eina sílið. Í fyrstani lætst tað ikki um vón, men so byrjaði tað
Joensen, hevur góð evni, so hevur hann enn ikki sama autoritet, sum Bárður hevur, og hóast hann hesaferð ikki hevði tað stóra at gera, so átti hann sín lut í, at B36 mest sum burtur úr ongum skapti spenning [...] virðingini, sum teir í B36 høvdu fyri teimum báðum fyrrverandi liðfeløgunum, men við at liggja so djúpt, gav árstalsfelagið í øllum førum hesum báðum optimalar treytir. Luftvápnið Og tað skuldi so eisini vísa [...] og so kundi HB spæla dystin eftir sínum fortreytum. Teir tóku seg eitt vet longur aftur, og so hugsaðu teir annars um at standa rætt, fyri síðani at senda kvik álop niðan í síðunum, tá høvi beyðst. At