Ítrótturin megnar ikki at renna undan politikkinum

Hóast málið hevur verið - soleiðis sum olympiska flaggið boðar frá - at savna og styrkja heimssamfelagið, so hava olympisku leikirnir altíð verið høvi, har stríð, kegl og spenningar og tvídráttir millum heimsins tjóðir og onnur við styrki og myndugleika at seta seg ígjøgnum hava átt stóran lut í dagsskránni

Jóannes Hansen

Í olympisku leikunum eru alt kegl og allir spenningar beindir av vegnum. Tá ræður tað um at luttaka og í sunnari kapping at telvast um, hvør er skjótastur, drúgvastur, sterkastur og snildastur. Hetta er dreymurin, og hann ber olympiska flaggið, sum fyrstu ferð veittraði yvir leikunum í Belgia í 1920, boð um. Ímyndin er altarið í Delfi, og teir fimm samantvinnaðu ringarnir siga frá samvinnu og samanhaldi millum tey fimm kontinentini - Amerika, Asia, Afrika, Australia ella Oceania og Europa. Men eitt er dreymur, og nakað annað er veruleikin. Síðani leikirnir í nýggjari tíð vórðu veruleiki í 1896, hevur tað hvørja ferð verið soleiðis, at politiskar rembingar og spenningar hava havt árin á, hvussu leikur er farin.
Leikirnir í Athen eru einki undantak. Hetta eru fyrstu leikirnir síðani 11. september í 2001. Áður hava tað verið tjóðir og felagsskapir, sum hava verið orsøk til spenningar og boykott. Hesa ferð er øðrvísi. Eingin hevur sett seg aftur orsaka av stikni ella ófriði. Men samstundis ivast eingin í, at fíggindin er har, og at tað alla tíðina er møguleiki fyri, at hann skal gera um seg. Trupulleikin er, at eingin veit, hvør hann er, hvar hann er, og hvussu hann møguliga fer at gera um seg.
Margretha drotning er í Athen í hesum døgum. Av politiskum ávum hevur hon ikki verið har, síðani hon var í brúdleypi hjá yngstu systrini, sum giftist grikska konginum í 1964 ella stutt eftir, at hon hevði verið í Føroyum, og føroyingar í juli í 1963 høvdu eygleitt hana og systrarnar báðar, tá ið tær í føroyskum klæðum saman við pápanum vóru við til vígsluna av Christianskirkjuni í Klaksvík.
Í 1967 vóru griksku kongshjúnini noydd at flýggja. Inntil fyri heilt fáum árum síðani vóru tey illa sædd av politisku myndugleikunum í Grikkalandi. Tí vitjaðu tey ikki har, og danska drotningin var solidarisk við systrina. Tá ið hon ikki var vælkomin í sínum heimlandi, so vildi Margretha heldur ikki vitja har. Nú hevur Anna Maria aftur verið fleiri ferðir í Grikkalandi, og so nýtir danska drotningin olympiska høvið at vitja Athen.
Men tað er ikki bara soleiðis at siga tað. Vandin fyri terroristálopum lúrir, og Thetis fylgist við Dannebrog til Athen fyri at ansa eftir, at eingin ger drotningini nakað. Higartil hevur tað verið friðarligt í Athen, og omaná tykist alt at ganga friðarliga og róliga fyri seg. Men ókendi fíggindin, sum tað ber so illa til at verja seg ímóti, kann so skjótt gera um seg, og vaktarhald og eftirlit sigast vera meiri og størri enn nakrantíð áður. Eitt nú hava fleiri av luttakandi londunum sítt egna vaktarhald við sær.
At heimspolitikkurin og heimsskipanin hava havt árin á olympisku leikirnar eru tað so mong dømi um. Tað er eisini komið fyri, at kuril er komin á í danska ríkinum í sambandi við olympisku leikirnar.

Góða tíðarskeiðið
Hesa ferð hevur lítið og einki verið at hoyrt um boykott orsaka av altjóða ósemjum. Síðani bipolara heimsskipanin hvarv fyri fimtan árum síðani, hava politiskar fintir, tá ið avgerðir hava verið tiknar um, hvør skuldi eiga heiðurin at skipa fyri leikunum, fleiri ferðir verið at sæð. Sera væl eydnaðu leikirnir í Sidney fyri fýra árum síðani eru gott dømi um hetta. Kina tóktist skulu vinna rættin, tá ið tað varð atkvøtt í 1994. Í trimum teimum fyrstu atkvøðugreiðslunum fingu teir flest atkvøður, men í endaligu atkvøðugreiðsluni lá Australia á teimum. Í Sidney lá væl fyri at skipa fyri, og mest ítøkiliga úrslitið í danska kongaríkinum var nýggja krúnprinsessan. Og so sleppa vit tí kongaliga!
Eisini tá ið avgerðin skuldi takast um, hvør skuldi eiga leikirnar í 1996 varð stórpolitikkurin uppií, um enn hann var eitt sindur fjaldur ella rættari í øðrvísi hami. Tað varð roknað við, at Athen skuldi vera vertur, nú tað vóru hundrað ár síðani fyrstu leikirnar í nýggjari tíð. Men Athen tapti stríðið. Samferðslukervið í Grikkalandi og grikska høvuðsstaðnum segðist ikki vera nóg gott. Tað var tað ikki. Men tað hevði ivaleyst tá, sum tað hevur verið tað fram ímóti hesum leikunum, verið møguleiki fyri tí íløguni.
Í staðin fyri stórveldini, sum inntil fyri fimtan árum síðani vórðu roknað at hava hugsjónarligu hendurnar á stýripinninum, so hava tað síðani verið altjóða fyritøkur, sum hava havt uppaftur meiri at siga, enn tær høvdu frammanundan. Í 1996 vóru leikirnir í Atlanta. Tað var óvæntað, tí leikirnir í 1984 høvdu verið í USA og Los Angeles. Men Coca Cola hevur høvuðssæti í Atlanta, har tað gekk sum eftir ánni - næstan. Carl Lewis, sum longu í 1984 hevði vunnið somu fýra gullkrónurnar, sum Jesse Owens hevði vunnið í paraduni hjá Hitler í 1936, vann longdarlop fyri fjórðu ferð á rað. Eftir níggju gullkrónur boðaði hann frá, at nú fór hann at gevast. Hann verður mettur at vera fyrsta heilt stóra lýsingaidolið í olympiska søguni. Altjóða fyritøkur nýttu svartlødda mannin at sannføra serliga ung um, at tað nú var best at keypa hesar skógvarnar og hinar buksurnar.
Myrki bletturin á leikunum var bumbuspreinging í sambandi við stóra konsert. Tvey ungfólk doyðu, og tað er framvegis óloyst gáta, hvør tað var, sum hevði lagt bumbuna.
Leikirnir í Barcelona í 1992 vóru heimspolitiskt eyðkendir av, at ein rúgva av nýggjum tjóðum luttóku fyri fyrstu ferð. Gamla Sovjetsamveldið og gamla Jugoslavia vóru sundurlimað, eftir at Berlin múrurin, sum mest var hugsjónarlig ítøkiligger av kalda krígnum og jarntjaldinum, var tikin niður stutt frammanundan. Kapitalismunnar sigur hevði við sær, at nú var liðugt við sosialistiskum statsamatørum, og nú var fyri fyrstu ferð loyvt topptrimmaðum yrkisíðkarum at taka lut í olympisku leikunum. Lýðveldini í gamla Sovjetsamveldinum luttóku undir SNG navninum. Tey vunnu 112 málmkrónur. Tað var framúr, og tað var samstundis punktum fyri eystureuropeiska dominansinum, sum hevði verið so ógvusligur í næstan fjøruti ár.

Eystureuropa og leikirnir
Tað gongur skjótt, og - so segði Storm P, sáli - tað er torført at spáa - serliga um framtíðina. Í hesum døgum er púra óhugsandi, at olympisku leikirnir skulu fara fyri bakka. Teir hava staðfest seg, og Peking verður vertur fyri leikirnar í 2008. Men í seksti, sjeyti og áttati árunum vóru ábendingarnar nógvar og stórar um, at leikirnir kanska ikki í framtíðini fóru at vera tann altjóða friðarpallurin, sum tað hevði verið lagt upp til, at teir skuldu vera.
Frá tí at Lenin og hansara bolsjevikkar tóku valdið í Russlandi og tóku lívið av sarinum og hansara næstu og settu Sovjetsamveldið á stovn og søgdu seg við kommunistaflokkinum ætla sær at skipa eitt nýtt samfelag, sum skuldi broyta heimin, luttók Sovjet ikki í olympisku leikunum. Teir vórðu roknaðir sum kapitalistiskt glansibílæt og óhóskandi fyri samfelag at taka lut í, sum segði seg fyrst og fremst hava stættarstríðið og umstøðurnar hjá fæloysingum fyri eyga.
Eftir at leikirnir vóru fluttir úr Tokyo í 1940, tí Japan nakað frammanundan var farið í kríggj við Kina, var ætlanin, at leikirnir ístaðin skuldu vera í Finnlandi og Helsingfors. Men her kom Sovjetsamveldið fyrstu ferð í olympiskum høpi óbeinleiðis uppí leikin. Teir vóru farnir í kríggj við Finnland, sum teir høvdu lagt undir seg, og tí vóru leikirnir av ongum.
Tá ið leikirnir vóru í London í 1948, vóru Týskland og Japan ikki boðin at vera við. Tey høvdu tapt kríggið, men Italia, sum hevði verið á tapandi liðnum, varð boðið at vera við. Tað dugdu tey flestu ikki at skilja, men italiumenn høvdu dugað at snúgva sær, so teir vóru endaðir røttu megin.
Tá ið leikirnir í 1952 vóru í Helsingfors, høvdu Sovjetsamveldið og Eystureuropa broytt støðu. Nú sóu teir leikirnar sum gylt høvi at vísa kapitalistiska heiminum, at framburðurin og menningin í kommunistiska heiminum eitt nú bar framúr ítróttarfólk og avrik við sær. Fyri fyrstu ferð síðani í 1912 vóru russarar við, og tað var ikki við mýkindum. Næst eftir USA vunnu teir flest heiðursmerkir.
Altjóða olympiska nevndin legði vertin á kalda kríggið. Sjálvandi hevur hugburðurin hjá henni tá, sum hann eisini hevur verið tað bæði fyri og síðani, avspeglað valdsstøðuna og valdsbýtið í heiminum. Í 1952 í Helsingfors vildi nevndin ikki góðkenna DDR ella Eysturrýskland sum sjálvstøðugan luttakara. Týskland varð býtt sundur í vestur og eystur í 1947, og í 1952 segði DDR kortanei at luttaka saman við Vesturtýsklandi. Men olympiska nevndin stóð við sítt, og í leikunum í 1956, 1960 og í 1964 vóru londini, sum í kalda krígnum vóru ímyndin av og víðvøllur í kalda krígnum, á sama OL liði!
Olympiska kappingin millum hugsjónarligu oddvitarnar, USA og USSR, var knallhørð. Í 1956, 1960, 1972, 1976, 1980 og í 1988 var USSR best. Hinar ferðirnar vóru amerikumenn bestir á heiðursmerkjalistanum. Í 1992 var SNG ovast. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur USA verið best. Tað fara teir kanska eisini at vera hesa ferð. Men um olympisk heiðursmerki skulu nýtast sum metingargrundarlag fyri, hvør er á veg upp á altjóða stórpolitiska tindin, so liggur Kina væl á kósini, sum teir leingi hava verið roknaðir at stýrt.
Nú er DDR vorðið DD var, sum Eddie Skoller plagdi at skemta. Landið er burtur, og tað sæst aftur í olympisku avrikunum, at Týskland hevur havt tað strevið búskaparliga síðani samanleggingina. DDR var ongantíð besta landið í olympisku leikunum. Men tað var fleiri ferðir fram ímóti at gerast veruleiki. Ikki minst í Seoul í 1988, tá ið svimjarin Kirstin Ottos, sum seinni er vorðin kend sum sjónvarpskvinna, vann seks gullkrónur í svimjing. Harvið var um reppið, at hon tók metið frá Mark Spitz, ið, sum tað varð nevnt fyri viku síðani, vann sjey gullkrónur í 1972. Eisini í Athen hava royndir verið gjørdar at taka metið frá Mark Spitz, men royndin er longu miseydnað. Mark Spitz vann forrestin eisini medaljur í Meksiko City í 1968. Ta ferðina svam hann tvær gull, eina silvur og eina bronsu krónu til stóru USA rúgvuna av heiðursmerkjum.
Tað varð ofta skotið eystureuropearunum í skógvarnar, at tað var við doping, at teirra ítróttarfólk gjørdust vinnarar og stjørnur. Á leikunum í Seoul í 1988 gjørdist doping fyribrigdið rættuliga veruleiki. Ikki tí tað frammanundan ikki hevði verið nógv av øllum hesum, men tí tøknfrøðin og vísindin og tilvitanin vóru vorðin størri. Fyrsta stóra skandalan, sum varð avdúkað, var kortini ikki eystureuropeisk. Kanadiumaðurin Ben Johnson vann spennandi 100 metra finaluna á Carl Lewis, men hann varð seinni kolldømdur fyri doping, og so fekk Lewis gullkrónuna í Seoul.

Boykottini
Viðhvørt hava politisku boykottini verið so mong og víðfevnd, at tað hevur verið ivast í, um leikirnir av røttum kundu bera sítt navn og síni eyðkenni.
Meinastu boykottini vóru í 1980 og í 1984, tá ið kalda kríggið framvegis tóktist vera í hæddini. Felags fyri bæði boykottini var kortini, at tey vístu, at áralagið var ikki so gott í bipolaru skipanini, sum tað hevði verið og var roknað við, at tað skuldi vera.
Undan leikunum í 1980 stríddist USA forsetin Jimmy Carter nógv fyri at fáa USSR úr aftur Afghanistan, sum Sovjetsamveldið hevði hersett í 1979. Carter hótti við, at USA og vesturheimurin ikki fóru at luttaka í olympisku leikunum í Moskva í 1980, um Sovjet og Bresznew ikki gjørdu, sum hann segði. Tað gjørdi Sovjetsamveldið ikki, og so hildu USA og teirra sameindu seg burtur. Men ikki øll somul. Japan, Kanada, Týskland og Noreg tóku undir við USA, meðan Kina og Kenya hildu seg burtur av øðrum ávum. Amerikumenn vóru vónbrotnir av øllum sínum vinum í Europa, olympisku leikirnir haltaðu, og USSR og DDR sólaðu sær í øllum sigrunum.
Í 1984 segði Eystureuropa takk fyri seinast. Hóast fleiri teirra høvdu hug at rykkja í sovjetiska tjóðrið, so vóru tað bara so at siga leysgangararnir, Rumenia og Jugoslavia, sum luttóku.
Í 1988 helt Kuba seg burtur saman við Etiopia, Nicaraugua og Albania. Norðurkorea vísti seg heldur ikki. Teir vildu sleppa at standa sum fyrireikarar saman við Suðurkorea. Altjóða olympiska nevndin gav teimum loyvi at skipa fyri nøkrum kappingum, men tá ið teir spentu bogan og vildu hava, at ein triðingur av kappingunum skuldi ganga fyri seg norðanfyri 38. breiddarstig norður, segði olympiska nevndin nei, og so takkaðu teir í Norðurkorea fyri seg.
Hóast tey ikki eru eins kend sum boykottini orsaka av kalda krígnum, so vórðu fleiri onnur boykott frammanundan, og tey høvdu í flestu førum við trupulleikar og óloystar spurningar á altjóða politiska pallinum at gera.
Í kjalarvørrinum av terrorálopunum í Týsklandi í 1972, sum føroyskur sjónarváttur greiðir frá í aðrari grein í dag, var vaktarhaldið í Montreal í Kanada ógvusligt. 22 afrikanskar og arabiskar tjóðir, sum vóru komnar upp á pláss í Montreal, fóru til hús aftur, áðrenn leikirnir vóru settir. Tað góvu stjórnirnar teimum boð um. Orsøkin var tann, at New Zealand luttók. Afrikansku og arabisku londini hóttu olympisku nevndina. New Zealandska rugby landsliðið hevði verið og vitjað annars avstongda Suðurafrika, har hvíta minniluta aparteidstýrið sat við valdið. Um olympiska nevndin ikki sendi New Zealand til hús, so vildu vinmenninir hjá ANC og Nelson Mandela ikki spæla við.
Fýra ár frammanundan hevði olympiska nevndin verið hótt, og tá høvdu teir boygt seg og sent Rhodesia, har Ian Smith sat við róðrið hjá hvíta minnilutastýrinum, til hús. Hesa ferð vildi nevndin ikki boyggja seg, New Zealand luttók og 22 tjóðir fóru til hús.
Taiwan ella Formosa Kina fór eisini til hús. Tað var av øðrum orsøkum. Teir vildu sleppa at luttaka undir Kina navninum. Tað vildi Kanada, sum hevði fólkalýðveldið Kina sum týdningarmiklan útflutningarmarknað fyri hveiti, ikki, og so fór Taiwan, sum hevði og hevur næsta grannan hjá Kanada, USA, sum sína bestu verju, til hús. Tað neit og sleit á so mangan hátt.

Ójavni heimurin
Japan fekk UG fyri fyrireikingarnar av leikunum í 1964. Síðani hava hesir leikirnir verið roknaðir sum ímyndin av búskaparliga frambrotinum hjá Japan, sum skjótt lyfti seg millum tey fremstu og ríkastu, og har hava teir verið síðani. Av politiskum ávum vóru Indonesia og Norðurkorea ikki við, og Suðurafrika var, sum so mangan síðani, ikki bjóðað at luttaka.
Í 1960 vóru leikirnir í Róm, sum longu í 1908 var ætlað at eiga leikirnar. Ta ferðina skikkaði Vesuv sær so mikið illa, at tað var neyðugt at flyta leikirnar til London. Hóast rasuófriðurin var nógvur í USA um hesa tíðina, so vóru amerikumenn sum heild stoltir av unga Cassius Clay, sum trein fram á altjóða boksipallin. Leikirnir í Róm verða minstir sum teir, tá ið sjónvarpið fyri fyrstu ferð av álvara var við og harvið bar møguleikar við sær hjá fólki kring heimin - ríkara partin av honum - at fylgja við.
Í 1956 var heimurin rættuliga ljótur. Olympisku leikirnir vóru í tveimum. Orsaka av strongu vetirineru krøvununum í Australia vóru flestu ríðikappingarnar í Svøríki í juni. Fimm mánaðir seinni var størsti parturin av leikunum í Melbourne. Frammanundan hevði Sovjet saman við feløgum sínum í Warzawa samgoguni verið í Ungarn og sett politiska myndugleikan upp á pláss og kúgað fólkaviljan. Harafturat hevði kríggj verið í Miðeystri. Ísrael hevði tikið egyptiska partin av Sinai hálvoynni, og Nasser ognartók Suez veitina. Holland, Spania, Sveis, Egyptaland, Libanon og Irak hildu seg burtur, og finalan í vatnpolo gjørdist tjóðskaparligt og hugsjónarligt kríggj. Ungarn og Sovjetsamveldið spældu, og tað smakkaði væl alla staðni enn í Moskva, at Ungarn vann 4-0!
Leikirnir í Meksiko City í 1968 vórðu ikki nevndir omanfyri. Ongantíð í nýggjari tíð hava so mong latið lív í sambandi við olympiskar leikir sum ta ferðina. Tað varð nógv tosað og skrivað um tað høpisleysa í, at eitt land, har stórur partur av fólkinum livdi undir hungursmarkinum og hevði ógvuliga ússaligar lívsumstøður, skuldi átaka sær leiklutin at vera vertur og harvið gera risa íløgur, sum kundu havt verið betri gjørdar. Tíggju dagar undan leikunum var nógvur studentaófriður, sum tað varð nevnt. Løgreglan fekk hjálp frá tjóðarhirðini, og ikki færri enn umleið eitt túsund mótmælisfólk lótu lív.
Bæði fyri og síðani hava olympisku leikirnir verið nýttir sum vápn og amboð í stórpolitikkinum og ikki minst í fátæka partinum av heiminum. Ítróttur og serliga olympisku leikirnir hava ofta verið sagdir at vera límið, sum hevur verið nýtt at halda eitt nú afrikansk lond, sum hava ligið í stríði við seg sjálvi, saman. Og viðhvørt hava fátøk lond nýtt olympisku leikirnar sum amboð at arga tey stóru við.
Besta dømið um hetta er Kuba, ið er tað menningarlandið, sum síðani 1972 hevur vunnið nógv mest í olympiskum leikum. Hóast kalda kríggið er liðugt, so hevur hugsjónarligi bardagin við USA framvegis stóran týdning á Kuba. Tjóðskaparhetjurnar Fidel Castro og Che Guevara vóru væl greiðir yvir týdningin, ið teir høvdu sum idol, og teir nýttu ítróttarliga møguleikan fyri hesum. Ofta hevur fyrrverandi basketballstjørnan og gurilla krígsmaðurin Fidel Castro verið avmyndaður nakin yvir beltinum, tá ið hann hevur latið sum um, at hann púra "spontant" foldaði seg út sum ítróttarmaður. Samantvinningin av Castro sum krígsmanni og ítróttarmanni sigst hava givið honum sama status, sum gomlu grikkarnir, ið uppfunnu olympisku leikirnar, góvu teirra ítróttarmonnum og krígsmonnum.
Serliga framúr dugnaligu kubansku boksararnir hava verið amerikumonnunum forargiligir. Teófilo Stevenson, Javier Sotomayor, Felix Savon og aðrir hava verið hent amboð í royndini hjá Castro at styrkja tjóðskaparliga samleikan og harvið at seta eyðsýnd mørk til stóra grannan fyri vestan. Nú hevur Kuba søkt um at verða vertur fyri olympisku leikunum í 2012. Castro gamli hevur framvegis eyga fyri propagandu, og hann veit framvegis hvørjar knøttar hann skal trýsta á.

Tá danir trumfaðu
Og so venda við aftur til danska kongaríkið og enda olympisku og politisku hugleiðingarnar við tí ferðini, tá ið Danmark í olympiskum høpi spældi harri og var orsøk til kreppu. Kanska ikki so stóra í altjóða høpi, men áhugaverda í ríkisrættarligum høpi.
Tá ið leikirnir í 1912 vóru í Stokholm, vóru tveir íslendingar úttiknir at vera við á danska liðnum. Ísland hevði tá heimastýri í danska kongaríkinum. Svensku vertirnir góvu íslendingunum teirra egna navnaskelti at bera í sambandi við setanina av leikunum. Ætlanin var so, at teir báðir íslendingarnir skuldu gangast aftastir í donsku gonguni. Rímuligt vóru íslendingarnir orduliga við upp á hetta.
Tá ið danski olympiski formaðurin frætti tíðindini, spann øði í hann. Frederik VIII var deyður 14. mai í Hamburg. Christian X, sum var abbi Margrethu drotning, sett seg á trúnuna dagin eftir, og stjórnin hjá honum við konselipresidentinum Klaus Berntsen á odda var upptikin av at leggja størri skatt á danir, tí statskassin tá, sum tað so ofta hevur verið síðani - eisini í Danmark - var tómur. Í skundi fekk danski olympiski formaðurin donsku stjórnina at snikka eitt telegramm til, sum noktaði íslendingunum at trína fram við sínum egna skelti. Politikararnir tveittu skattalógir og alt annað í hesum høpinum fyri teir týdningarleysa frá sær. Tá ið íðkarnir stóðu klárir at ganga inn, kom telegrammið frá stjórnini. Íslendingarnir tveittu skeltið í veitina og søgdu bums nei at luttaka í donsku gonguni!
Ítrótturin megnar hvørki at ganga ella renna undan politikkinum.