Gaarder slapp ongantíð framat

Saknur var í strukturi, einum reyðum trái og nøkrum niðurstøðum í Norðurlandahúsinum sunnudagin seinnapartin, tá verturin Ivan Niclassen hevði samrøðu við mæta norska rithøvundin Jostein Gaarder

Sunnudagin klokkan 16 høvdu føroyingar høvið at hoyra gitna norska rithøvundin, 52 ára gamla Jostein Gaarder, í Norðurlandahúsinum undir listastevnuni 2004.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum tók í stóran mun útgangsstøði í verkunum hjá Gaarder, men prátið og spurningar sirkuleraðu eisini kring persónin sjálvan og hansara sjónarmið um alt ov nógv evni.

Yvirfladiskt
Lat tað vera sagt beinanvegin. Jostein Gaarder er og verður eitt bergtakandi menniskja. Við sínum beinraknu lýsingum forførdi hann áhoyrararnar, og um maðurin fær frítt spæl, er hann ein sannur meistari.
Stóri trupulleikin var bert, at Jostein Gaarder als ikki fekk loyvið at oysa av sínum sálardýpi undir tiltakinum í Norðurlandahúsinum sunnudagin.
Tiltakið varð eyðkent av vantandi dýpd, og tá fólk um hálvgum seks tíðina leitaðu sær út aftur í forhøllina eftir tiltakið, var saknur í einum reyðum, samanhangandi trái. Á henda hátt gjørdist tiltakið ov strukturleyst, og tað var spell.
Orsøkirnar vóru fleiri. Lutvíst skuldi verturin Ivan Niclassen verið meiri kontantur í síni stýring. Lutvíst vóru nakrir av spurningunum frá áhoyrarunum í so malplaseraðir uttan "situatiónsfornemmilsi", sum setti bæði Ivan og Gaarder í eina trupla støðu. Og lutvíst er tað ein trupul uppgáva hjá vertinum yvirhøvur at stýra einum rithøvundi, sum milt sagt er ein "snakkimaskina", og sum í ein mun hevur lyndi til sjálvur at flyta fokus. Men sera mótsigandi er hesin eginleiki samstundis júst eitt positivt eyðkenni við Gaarder.
Ivan Niclassen upplýsti áhoyrarunum at byrja við, at hann hevði fyrireikað 30 spurningar, men tá avtornaði vóru kanska ein triðingur av spurningunum nýttir.
Úrslitið eftir tiltakið var, at Gaarder, vertur og áhoyrarar høvdu skoytað á yvirflatuni á eini ørgrynnu av torførum heimspekiligum evnum uttan at fullfíggjað kjakið við dýpd, niðurstøðum og samanumtøkum.
Tað vóru stutt sagt ikki stundir til fullfíggjaða viðgerð av teimum evnum, hol varð sett á, og onkuntíð tóktist mær synd í Gaarder, sum í eini handavending skuldi svara spurningum um fundamentalismu, humanismu, Gud, alheimin, deyðan, náttúruna, seg sjálvan, Jesus, Augustin, tilvild, bøkur sínar o.s.fr. Evni, sum eru heil serfak í sær sjálvum. Á svarum hansara hoyrdust eisini allar tær hugsanir og spekulatiónir, sum lógu í bakgrundini og skríggjaðu eftir at verða sagdar, men sum sagt loyvdu umstøðurnar ikki Gaarder veruliga at sláa seg leysan við neyvari útgreiningum.
Við øktari stýring og øktum tamarhaldið frá vertinum skuldi tiltakið havt rúmað færri spurningum og evnum, og við hesi kvantitativu avmarking hevði áhoyarin harafturímóti fingið meiri góðsku og ikki minst samanhang.

Undirhaldandi heimspeki
Men hóast umstøður og fortreytir ikki vóru optimalar, fingu áhoyrarar í øllum førum okkurt fyri peningin. Jostein Gaarder er ikki hvør sum helst, og fáur kann rúnarbinda sum hann. Hansara títta, syngjandi norska mál fekk skjótt vald á áhoyrarunum, og merkti ein, at Jostein veruliga gongur høgt upp í tað, hann hevur at bera fram. Ein fær kensluna av, at maðurin er ein livandi mótsøgn til líkasæluna.
Spurdur, hví hann fekk altjóða gjøgnumbrot við júst Sofies Verden, kastaði hann ljós á stílin.
- Eg kundi gott havt byrjað bókina við, at "menniskjan hevur frá tíðarinnar morgni sett sær sjálvum djúpar, eksistentiellar spurningar" skapaði Gaarder sær við tungari, monotonari og hátíðarligari rødd, og láturin fór ígjøgnum salin, áðrenn Gaarder skifti yvir aftur í normala rødd.
- Í staðin valdi eg at byrja bókina við, at "Sofie Amundsen var á veg heim úr skúla", segði hann og vísti við hesum á, at hann royndi at gera heimspekina lættari, meiri undirhaldandi og harvið meiri innbjóðandi til ungdómin. Hesin stílur er helst orsøkin til hansara stóra gjøgnumbrot.

Fundamentalisma
Ein rúgva av evnum vóru uppi at venda, sum Gaarder hugleiddi um við støði í spurningum frá áhoyrarum og vertinum, men sum sagt var talan um kvantitet fram um kvalitet.
Gaarder viðurkendi seg sjálvan sum romantikara og melankolikara, og við útgangsstøði í nýggjastu bók hansara Maya kom hann enn einaferð inn á, at lívið altso er ov stutt fyri hann. Í bókini Maya sita tveir menn á eini oyggj, og við at tendra ein magiskan tendrara kunnu teir velja, um teir vilja hava ævigt lív ella ikki.
-. Eg havði umgangandi tendrað tendraran og ognað mær ævigt lív, konstateraði Gaarder uttan at blunka. Men samstundis spurdi hann, um man kann loyva sær at nokta at luttaka, bert tí einum ikki hóvar reglurnar? Svar hansara var nei. Lívið skal hóast avmarkingarnar livast.
Við støði í altjóða kjakinum um islamiska fundamentalismu spurdi ein áhoyrari, um tað ikki eisini finst ein kristin fundamentalisma, og hvønn hugburð Gaarder hevur til hetta rák. Mótvegis tí, fleiri væntaðu, helt Gaarder eftir spurningin eina verjurøðu fyri Jesus, samstundis sum hann langaði út eftir víðgongdu fatanini, sum er grundarlagið undir kristnari fundamentalismu.
- Kristindómurin er í síni náttúru ikki fundamentalistiskur, og Jesus var eftir mínum tykki ein stórur humanistur, sló Gaarder fast. Hann legði afturat, at tey, sum rópa harðast um islamiska fundamentalismu, oftast sjálv eru fundamentalistar.
Seinastu løtuna varð ljós kastað á stríð Gaarders fyri einum betri umhvørvi, og so var liðugt í Norðurlandahúsinum.
Hóast nøkur gullkorn frá meistaranum hevði eg og møguliga onnur við eina heldur tóma kenslu eftir tiltakið. Hví kom so lítið burturúr so nógvum? Orsøkirnar eru fleiri, men skal slíkt ikki endurtakast, er neyðugt at taka um rótina á trupulleikanum og endurskoða grundleggjandi konseptið við samrøðu og spurningum frá áhoyrarunum. Í Norðurlandahúsinum var í øllum førum saknur í eini meiri diktatoriskari, harðari hond at stýra.