Heilbrigdi flytur í kleystur næsta ár

Í komandi ári verður væntandi klárt hjá viðgerðarstovninum Heilbrigdi at flyta ein í ga,la kleystrið Kerit

 

Í komandi ári verður væntandi klárt hjá viðgerðarstovninum Heilbrigdi at flyta ein í ga,la kleystrið Kerit

Tað sendur í ískoytistilfarinum til løgmansrøðuna, og har verður fegnast um, at Heilbrigdi fær góð og hóskandi hølir til týdningarmikla virksemið hjá viðgerðarstovninum. Eftir at staðfest varð, at bygningurin á Velbastað ikki longur er egnaður til virksemi, hevur tað eydnast at fáa til vega nýggj hølir til Heilbrigdi í Havn.

 

Kerit, sum er við síðuna av Mariukirkjuni, er gamla kleystrið hjá Franciskanarasystrunum, sum nú eru farnar av landinum. Franciskanarasystrarnar góvu tilsøgn um at selja kleystrið til virksemið hjá Heilbrigdinum.

 

Bygningurin er væleydnaður til endamálið. Plantasjan er beint við, skjótt at ganga til svimjihøllina, kirkjurúm er í bygninginum, ið kann nýtast til andakt o.a., og grønt øki er rundanum.

 

Farið er undir at gera bygningin kláran til Heilbrigdi at flyta í, og væntandi verður klárt at flyta fyrst í komandi ári.

 

Í komandi ári verður væntandi klárt hjá viðgerðarstovninum Heilbrigdi at flyta ein í ga,la kleystrið Kerit