Fótbóltur
Fyrra útgávan av slagnum um høvuðsstaðin gjørdist ongantíð tann stóra leikliga upplivingin, sum tað onkra aðra tið hevur verið. Gaman í var talan um nógv mál, og onkra einstaka løtu eisini um gott spæl, men fyri tað mesta var intensiteturin í uppgeðrini ikki á vanliga støðinum, sammett við flestu lokaluppgerðirnar í undanfarnu árunum.
Lágur
Tað vóru annars nógvar fortreytir, sum vóru til staðar, fyri at dysturin skuldi gerast ein verulig grannauppgerð, við øllum tí, sum hartil hoyrir. Ikki minst tann sannroynd, at Jákup á Borg nú leikar við HB hevði fingið stórt rúm í miðlunum undan dystinum, og tað í sjálvum sær skuldi helst verið ein motivatiónsfaktorur fyri teir hvítklæddu.
Dysturin byrjaði eisini júst soleiðis, sum allar flestu grannauppgerðirnar í Havn byrja. B36 royndi alt fyri eitt at skapa eitt stórt trýst oman móti HB-málinum, meðan HB hinvegin royndi at halda fast í sínum grundspæli, og við eitt sindur av hepni, so kundi B36 eisini lagt seg á odda. Ikki minst tá fríspark frá Santos varð avrættað í múrinum, men burtur úr ongum kom Símun Eliasen skreiðandi og ruddaði bóltin burtur.
Um hetta mundi var HB annars spakuliga við at koma inn í dystin. Teir fingu betri tak á miðvøllinum, har Kári og Rúni fingu fatur í nógv meira enn Jens Kristian, Niels og Ronnie, og var eisini skjótt sjónligt, at HB við tilgongdini av Jákupi og Heðini hevur fingið nakrar álopssinnaðar kantar, sum vilja nakað. Fleiri ferðir hóttu teir við at koma upp í síðunum, soleiðis at innlegg kundu sendast til luftsterka álopið, og til tíðir var talan nærum um eina 4-2-4 uppstilling.
At hetta gjørdist møguligt, komst eisini av, at B36 tóktist hava gloymt alt um at fáa kantarnar framvið. Nakað sum annars hevur ovurstóran týdning í eini 4-3-3 skipan, har bakkarnir skulu upp at skapa yvirtalsstøður. Eina løtu fyrst i dystinum sást nakað til hetta, tá Arnbjørn kom framvið í vinstru, men tað var ikki meira enn einar tvær ferðir. Og hinu megin var steindeytt. Kanska komst hetta av virðingini, sum teir í B36 høvdu fyri teimum báðum fyrrverandi liðfeløgunum, men við at liggja so djúpt, gav árstalsfelagið í øllum førum hesum báðum optimalar treytir.
Luftvápnið
Og tað skuldi so eisini vísa seg, at tað var við spæli í síðunum og við luftvápninum í álopinum, at dysturin skuldi avgerast.
Hornasparkið, sum elvdi til fyrsta HB-málið, sýndi sjónliga, hvussu HB ætlaði at hótta B36. Væl vitandi um, at spælið úti í feltinum ikki er sterkasta síðan hjá B36-málverjanum, vóru at kalla øll innlegg send inn í málteigin, og her var Rógvi aloftast hægstur. Tað var hann eisini við málið, og so kundi HB spæla dystin eftir sínum fortreytum. Teir tóku seg eitt vet longur aftur, og so hugsaðu teir annars um at standa rætt, fyri síðani at senda kvik álop niðan í síðunum, tá høvi beyðst.
At teir so eisini fingu eina 100 ára føðingardagsgávu frá Trónduri í B36 málinum, soleiðis at støðan gjørdist 2-0, mundi ikki gera støðuna verri, eins og hetta tóktist taka alla luft úr B36.
Skrædlið lúrdi
B36 kom seg ongantíð eftir hetta, og í seinna hálvleiki lúrdi vandin fyri einum veruligum skrædli. B36 flutti nógv fólk niðan, uttan at tað av álvara gjørdist vandamikið av teirri orsøk. Heldur gjørdist tað opið aftanfyri, og tá Rógvi enn einaferð stútaði hornaspark tætt undir málinum í kassan, mundi tøgnin vera fullkomin í B36-húsinum.
Fyri triðju ferð í dystinum undirstrikaði hetta eisini, at B36 hevur ein trupulleika á málverjasessinum. Hóast Tróndur Vatnhamar so avgjørt eisini hevur sínar styrkir, er tað eingin loyna, at tað var ætlanin hjá felagnum at styrkja seg á hesum sessinum, men Jákup Mikkelsen valdi KÍ framum, og í tveimum umførum vórðu útlendskir málverjar vigaðir og funnir ov lættir.
Ein slíkan trupulleika hevur HB eisini fingið. Boðini um skaðan hjá Bárði Johannesen komu í øllum førum illa við, tí hóast avloysarin, Pól N. Joensen, hevur góð evni, so hevur hann enn ikki sama autoritet, sum Bárður hevur, og hóast hann hesaferð ikki hevði tað stóra at gera, so átti hann sín lut í, at B36 mest sum burtur úr ongum skapti spenning í dystin. Innskifti Jens Erik Rasmussen byrjaði mótálop, og hetta endaði við, at Bárður Mortansson royndi seg við skoti. Tað er einki at taka seg aftur í, at skotið var hart, men tað sat beint við síðuna av málverjanum, og úr 25 metrum eigur ein málverji ikki at lata heta fara framvið, men tað hendi so kortini.
Framhaldandi passivitetur
Og so satsaði B36 alt. Eina løtu mundi HB vera púra ørkymlað, tá eitt avrættað skot frá Egili á Bø vann fram til ein leysan John Petersen, soleiðis at talvan vísti 3-2.
Óttin um at missa eina annars tryggja leiðslu, mundi breiða seg í HB, men spakuliga funnu teir aftur á beint. B36 lá framvegis við nógvum fólki frammi á vøllinum, men verjuspælið var passivt, og tá Símun Eliasen so skoraði til 4-2, meðan verjan snorksvav, punkteraði dysturin av álvara.
Passivt verjuspæl var eisini høvuðsorsøkin, tá Heðin á Lakjuni setti seinsta seymin í kistuna við gulldreymunum hjá B36. Uttan at nakar verjuspælari hevði hug at trýsta hann, slapp klaksvíkingurin at reka einar 20 metrar, áðrenn hann við kalda høgra beininum royndi seg. Skotið var ikki av teimum harðastu, og tað hevði kós móti nærmasta stólpanum, sum málverjin burdi átt, men sjálvsálitið hjá Vatnhamar-manninum mundi av álvara vera fyri niðurgangandi, sooleiðis at hann enn einaferð noyddist at taka bóltin úr meskunum.
Bara HB heldur kósini
Einki er at ivast í, at sigurin var ein av teimum heilt søtu í HB-húsinum. At hann so eisini bar við sær, at HB nú bert er eitt stig frá oddaplássinum, gjørdi ikki smakkin verri, og sum støðan er nú, so er einki at ivast í, at meistararnir nú av álvara eru í ferð við at endurlansera seg sjálvar sum heitasti FM-biðilin.
Og hóast hetta var fyrsti dysturin við Jákupi á Borg á liðnum, so var tað í løtum sjónligt, at hann kann gerast gull verdur. Ikki minst, um uppstillingin framhaldandi verður sum sunnudagin . Við honum á Heðini í hvør sínum borði kann liðið spæla við slíkari ferð niðaneftir, at mótstøðan ikki kann loyva sær ov langt niðan at trýsta. Serstakliga ikki, tá miðframherjarnir eita Rógvi Jacobsen og Heine Fernandez.
Og so dugir liðið eisini at skapa yvirtalsstøðurnar, tá hetta krevst. Tær ferðirnar, tá uppspælið skuldi byggjast frá grundini, sýndu bæði Hallur Danielsen og Janus M. Joensen gott hegni at koma framvið, og hjá Janusi tykist tað nú bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn hann aftur kemur í landsliðshitan, har hann júst hevði vunnið seg, tá hann fyri tveimum árum síðani fekk álvarsligan knæskaða.
Hjá B36 er støðan nú nakað øðrvísi. Undan kappingini varð liðið útrópt sum ein av heilt stóru gullfavorittunum, men eitt stig í trimum dystum hevur líkasum máað støðið undan hesum. Og liðið hevur eisini nakrar eyðsýndar veikleikar. Miðvøllurin riggar framvegis ikki nóg væl, og spurningurin er, hvørja loysn Jóannes Jakobsen næstu ferð fer at royna her. Og teir báðar seinastu dystirnar hevur málverjaspælið verið alt annað enn sannførandi, tó at tað neyvan skal roknast við nakrari útskifting her. Snøgt sagt tí eingi alternativ eru.