Ein sunn sál ...

Sjálvt treisku veðurgudarnir lótu seg lokka av góða hýrinum í Klaksvík fríggjakvøldið. Tað var KÍ, sum skipaði fyri stórari Ítróttarnátt, sum eisini var liður í 100 ára hátíðarhaldinum hjá KÍ og 85 ára føðingardegnum hjá Norðoya Sparikassa

Tað var ikki frítt, at tað hevði hug at dryppa eitt sindur eina løtu, meðan bíðað varð eftir skrúðgonguni, sum var á veg niðan á økið frammanfyri KÍ- høllini, har fyrsta Ítróttarnáttin í Føroyum skuldi setast. Men fólk vóru í góðum hýri og ílatin eftir eitt sindur av hvørjum, so eingin stakk halan millum beinini. Og skjótt fyltist økið við skrúðgonguni, sum kom frá Býráðshúsinum við Klaksvíkar Hornorkestri á odda umframt ítróttarfólk, skótar, Silvi, fólk á rossabaki og brandbilar.

Sparikassastjórin í treningsdrakt
Á tí festliga reyða og gula sparikasspallinum, sum var komin at standa við KÍ-høllina, vóru tað Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri og Eyðfinn Reyðberg, Sparikassastjóri, sum skuldu seta Ítróttarnáttina. Steinbjørn nýtti høvið at takka KÍ fyri tað framúr góða arbeiðið, felagið ger fyri børnini og ungdómin í bynum og minti á, hvussu nógv av teimum, sum nú fremja stór ítróttaravrik bæði her í Føroyum og uttanlanda, byrjaðu í KÍ.
Sparikassastjórin hevði latið seg í treningsdrakt hetta kvøldið, og tað var ikki bara tí, hann kanska ætlaði sær at taka lut í onkrum av tiltøkunum seinni. Skemtandi viðgekk Eyðfinn, at tað mest var tí, at so sást búkurin ikki so væl, og hann var nokk heldur ikki tann einasti, sum var farin at tiva av at fylgja skrúðgonguni stutta strekkið niðan til KÍ-høllina.
Jú, vit vóru nokk fleiri, sum áttu at rørt okkum meir, og tað var netupp eitt av endamálunum við ítróttarnáttini. Og nú, hon var sett, var ongin umbering longur fyri ikki at finna onkra ítróttargrein ella okkurt frítíðarítriv at fara í holt við.

Okkurt til øll
Tiltakið var skipað soleiðis, at øll ítróttar- og frítíðarfeløgini vóru at finna á hvør sínum stað ymsastaðni í býnum. Har vístu tey fram, hvat tey vanliga takast við, og hevði tú hug at royna, var bara at halda seg framat. Umframt vanliga virksemið hjá feløgnum, var í flestu førum eisini okkurt serligt á skránni.
Uppi í svimjihøllini fyltist høllin skjót við lítlum og stórum smádreingjum. Tað sum lokkaði har uppi vóru sjálvandi fínu fjarstýrdu modellskipini hjá RC-felagnum. Niðri í Vágsbø bygdu skótarnir eina legu, og tey, ið komu framvið, fingu eisini ein smakk av røttum pylsubreyði, stoktum á báli. Niðri við Sandin hitti tú fólk frá Sløkkiliðnum og Bjargingarfelagnum, har fólk sluppu at royna at sløkkja eld, flota bjargingarbátar og verða stjórað yvirum Vánna, og Froskmannafelagið syrgdi fyri at tey, ið høvdu hug at standa á vatnskíð vóru í góðum hondum. Yvri við kappróðrarneystið fingu fólk hjálp fra teimum í Rossafelagnum at kemba hestarnar og longur norðuri, á Varpabrúnni vóru fólk umborð á Draganum í holt við at royna kynstrið at seta segl.
Ongum nýttist heldur at ganga svangur, tí uppi við KÍ- høllina stóð Jógvan Heinesen og grilllaði búffar, meðan fólk úr ymsum samkomum høvdu sangløtu á Sparikassapallinum. Seinni um kvøldið fyltist fótbóltsvøllurin við fólki, ið dystaðust á stúltum, í forðarenning og í brotssparkskapping.
Ítróttarnáttin endaði við hugnaligari kvøldsetu í KÍ-høllini, har eini 500 fólk vóru savnaði til felagssang og heita súpan.

Positivur hugburður
Fyrireikarnir lótu sera væl at fyrstu royndini at hava eina Ítróttarnátt í Klaksvík. Treyðugt so, okkurt kundi verið gjørt øðrvísi, men hinvegin var hetta eisini eitt høvi at gera sær nakrar royndir, ein kann læra av til næstu ferð.
Finn Johannessen, samskipari, sigur, at hann framvegis er púra ovfarin av tí ótrúliga positiva hugburði, øll hava sýnt bæði Ítróttarnáttini og hinum tiltøkunum í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá KÍ. Tey flestu av hesum tiltøkunum hava verið rættiliga nógv øðrvísi, enn tað, fólk eru von við, og tí hava tað verið løtur, har fyrireikarnar hava ivast eitt sindur í, hvussu fólk fóru at taka ímóti hesum. Men tað hevur als ikki verið neyðugt, og stóra undirtøkan hevur bert stimbrað hugin til at endurtaka í hvussu er summi av tiltøkunum aftur næsta ár, sigur Finn Johannessen.