Sum á ólavsøku úti í Fugloy

Tað var sum á Ólavsøku úti í Fugloy herfyri, tá fólkatónleikarar, bygdafólk og ferðafólk spældu, dansaðu og sungu til tann ljósa summarmorgun. Tað var Fólkatónleikarastevnan, sum hevði leitað sær út til Kirkju at hava konsert og hugna sær, og fugloyingar tóku, sum altíð, sera væl ímóti teimum

Úti í Fugloy gleða tey seg serliga nógv á hvørjum ári, tá fólkatónleikarnir koma at vitja. Tað eru tær báðar Laura Lydersen og dótturin Amalia á Kirkju, sum syrgja fyri, at øll fáa nóg mikið at eta og hava eina góða song at fara í, og so var eisini hesuferð. So nógv fólk, sum gjørligt, gistu inni hjá Lauru, men so varð eisini neyðugt at fara aðrastaðni. Og skjótt var lív í øllum húsunum í bygdini.
? Tað er so forferdiliga hugnaligt at hava tey herúti, sigur Laura. Tey plaga at ringja og siga frá, at tey koma, men nú hava tey verið her so ofta, at eg vænti tey aftur á hvørjum ári. Tey eru altíð so blíð og vinarlig, og so duga tey jú so ótrúliga væl at spæla tónleik og gera tað stuttligt fyri okkum øll.
Ein heilt serligur dámur
Tað er Føroya Fólkatónleikarafelag við Kristiani Blak á odda, sum á hvørjum ári síðani 1984 hevur skipað fyri konsertunum hjá Fólkatónleikarastevnuni á útoyggjaplássunum. Íblásturin til stevnuna kemur frá Hetlandi og Orknoyggjunum, har tað er ein gomul siðvenja, at fólkatónleikarar ferðast ímillum oyggjarnar at hava konsertir um summari.
? Vit hava havt onkrar konsertir á meginøkinum og í Havn, men Havnin hevur ongantíð verið miðdepilin hjá Fólkatónleikarastevnuni, greiðir Kristian Blak frá.
? Tað er ogin ivi um, at vit gleða okkum serliga nógv til at koma út á smáplássini at spæla, tí vit kenna okkum so sera vælkomnan. Har fáa vit jú altíð fult hús, og so er tað eisini ein heilt serligur dámur yvir tí, sigur Kristian, sum letur óføra væl at blíðskapin í húsinum hjá Lauru.
Anda inn!
Í ár vóru 4 fólkatónleikarabólkar við á Kirkju, 3 úr Føroyum og ein úr Hetlandi. Konsertin varð hildin í skúlanum, og har gjørdist, sum vera man, skjótt nakað trongligt, tí sjálvandi vóru øll, bæði bygdafólk og ferðafólk komin á konsert.
? Nei, har var ikki pláss fyri okkum øllum í senn, so summi stóðu úti í gongini og onnur úti í túninum. Men annars skiftust vit um at vera inni og lurta, so tað gekk allíkavæl, sigur Sunniva Ougaard, sum sjálv er ættað av Kirkju. Sunniva og maður hennara Finn hava hús á Kirkju, sum hesuferð varð nýtt sum dansistova, tá føroyskur dansur var á skránni seinni um kvøldið. Kristian Blak helt tað bara vera avbera stuttligt at dansa føroyskan dans í einum lítlum húsi.
? Dansiringurin var so langur, at øll rúmini máttu takast í brúk, so ivaleyst var tað neyðugt hjá onkrum at anda inn, tá ringurin fór gjøgnum hurðarnar, flennir Kristian, sum seinni um kvøldið tók keyboardið hjá sær undir armin, tí nu gekk leiðin, saman við tónleikarum, ljóðførum og øllum hinum, oman Á veggin at fáa sær ein sving om og syngja saman.
"Á vegginum"
"Á vegginum" er eitt tún mitt í bygdini á Kirkju, har menn fyrr plagdu at sita og práta, og børnini plaga at spæla. Søgnin sigur, at hetta plássið varð brúkt sum kirkjugarður, tá svartideyði herjaði í Føroyum, men tá Fólkatónleikarastevna er á Kirkju, er alt annað enn deydligt Á vegginum. Hesuferð var ein hópur av sangarum, við millum øðrum Úlvi við Høgadalsá, eisini á vitjan í Kirkju, so har var ongin trupulleiki at fáa ferð á sangin. Og so varð sungið og dansað, til sólin kom upp.
"Síggjast aftur næsta ár"
Tá fólkatónleikarastevnan fer út til Fugloyar, plagar ein rúgva av ferðafólki, bæði føroyingar og útlendingar at nýta høvið at vitja oynna, og í ár mundu tey vera eini 100 fólk tilsamans. Og hesuferð var eisini eitt sjónvarpslið frá TV2 har úti, sum kortini onki hevði við tónleikin at gera.
? Tey vóru komin at forvitnast eftir, hvussu tað mundi vera, at búleikast nógv fólk í einum húsi á einum lítlum útoyggjaplássi, greiðir Laura frá. So í nakrar dagar húsaðust eini 15 av teimum í einum húsi, meðan myndamennirnir gingu og filmaðu tey.
? Jú, vit hava havt nógv ymisk ferðafólk á vitjan herúti í summar, og tað dámar okkum avbera væl. Men vit gleða okkum serliga nógv til at síggja fólkatónleikarnar aftur næsta summar, sigur Laura Lydersen.
? Ja, vit eru nærum vorðin fastir gestir herúti eftirhondini, tí tá vit fara avstaðaftur, plaga bygdafólkini at standa á keiini og vinka og rópa "Vit síggjast næsta ár". Og tað gera vit, ongin ivi um tað, sigur Kristian Blak, avgjørdur.