lesa orðaskifti sum var á fólkatingi, tá lógin viðvíkjandi íleggingargrunninum fyri Føroyar var á skránni. Tað sum undrar er, hví vit ikki bara onkuntíð kunnu standa sum ein maður á danatingi. Her hugsið [...] einklar demokratiskar mannagongdir, sum vit siga, at vit byggja okkar skipan á. Enn einaferð fluttu vit føroyskan politikk niður á danating í staðin fyri at finna semjur her heima, og so standa saman úteftir [...] og við rentuvinningi er hetta blivið til eina stóra upphædd. 140 mill. krónur rindaði “vaskikonan á Vesturbrúgv” í grunnin, og tað er eisini frá henni, at Norðuratlantsbólkurin fær tann peningin, sum
hann leggur dent á, at alt skal veravið máta. ? Tað kann ikki vera so, at hvør maður skal blása í ballón, hvørja ferð hann fer á vakt, sigur Ellintur Abrahamsen. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni [...] verða tiknar av skiparum og stýrimonnum á Strndfaraskipunum. ? Eftir mínum tykki eigur rúsdrekka at verða fullkomiliga bannað í sambandi við arbeiðið. Tí hevði eg ikki á nakran hátt følt tað niðrandi um eg [...] starvsfólkinum við, um illgruni er um, at onkur hevur drukkið. Ellintur Abrahamsen er samdur við leiðsluna á Strandferðsluni um, at tað er trygdin hjá ferðafólkinum, manningini og skipunum, sum hevur alt at siga
búðstøðum verður sagt soleiðis um íbúðirnar: Dávagerði - Strendur Á Strondum hava vit sjey raðíbúðir. Tær liggja beint oman fyri skúlan á Strondum, og við síðuna av nýggja sambýlinum Sjóvarlon. Íbúðirnar liggja [...] Sjóvar kommuna fegnast á síni heimasíðu um, at Bústaðir hevur valt at byggja hesar sjey snotuligu íbúðirnar í teirra øki, og ynskir leigarunum hjartaliga til lukku við teirra íbúð. Á heimasíðuni hjá búðstøðum [...] liggja í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, beint niðanfyri nýggju búsetingarnar upp á Fløtum. Stutt er til skúla og barnagarð. Harumframt er útsýnið framúr gott. Íbúðirnar eru innrættaðar við duri
Sjóvar kommuna hevur samtykt at arbeiða víðari við hugskotinum um at byggja luta- ella leiguíbúðir á Strondum. Tað var mánadagin hin 30. apríl, at kommunan hevði vitjan av fólki frá Húsalánsgrunninum, sum [...] marglætisíbúðir, men um íbúðir, sum verða lagaðar til einstaka tørvin hjá fólki. Sjóvar kommuna vísir á, at uppskotið er, at kommunan útvegar grundstykki og ger tað byggibúgvið. Húsalánsgrunnurin byggir íbúðirnar [...] byggja, keypa fólk ein lut, sum verður 20% av kostnaðinum. Mánaðarliga gjaldið kann sostatt haldast á umleið 4-5.000 krónur um mánaðir. Lagt verður aftrat, at Húsalánsgrunnurin ger reglugerð - standardviðtøkur
so var borgarstjórin fremsti maður tá myndir skuldi takast í sambandi við at byggiætlanin fór í gongd, men tíðan verri er hann alt anna enn fremsti maður, nú tað strandar á hjá teimum sum ætla at ogna sær [...] Mikkelsen Reglugerðin skal fyrst viðgerast í fíggjarnevndini og síðani skal Býráðið taka støðu til hana. Á fíggjarnevndarfundi tann 16. februar fingu vit at vita, at eykafundur fór at verða vikuni eftir, har [...] vóni eg bara at hann skjótt kallar fíggjarnevndina saman til at viðgerða reglugerðina. Eg vil tí heita á borgarstjóran um at vísa borgarnum í Tórsahavnar Kommunu størri virðing, og arbeiði fyri tað sum hann
beint inn á ovaru hæddina, og trappur eru niður á niðaru hæddina. Í ovara bygninginum er parkeringsøkið ájavnt við niðaru hæddina, so at gangandi er beint inn á niðaru hæddina og trappur upp á ovaru hæddina [...] Hendan staðsetingin er eitt nýtt bústaðarøki á Strondum, fleiri nýggj hús eru komin har, og fleiri eru ávegis. Hettar merkir, at um stutta tíð er ein heilt nýggjur býlingur komin. Økið er slætt, og útsýnið [...] hæddina. Arbeiðið byrjar beinanvegin, fyrstu íbúðirnar verða klárar at flyta inn í á páskum 2025. ##med2## ##med3##
fram. Hann er ein av teimum yngru listamálarunum, men hann hevur verið við á fleiri framsýningum. Seinast var hann eisini við á Ólavsøkuframsýningini. Hetta verður aðru ferð at hann sýnir fram í smiðjuni [...] eisini verið urguspælari í Vesturkirkjuni. Fyrra hálvár í ár var hann á listaháskúla í Holbæk í Danmark og har málaði hann nógv. Við á framsýningini hevur hann 34 málningar. Talan er bæði um oljumálningar [...] oktober. Jón Magnus er 40 ára gamal argjamaður, lærari av yrki og er nú lærari í Tjørnuvík. Og hann er maður við nógvum jørnum í eldinum. Umframt pensilin, roynir hann seg eisini við penninum og hann hevur yrkt
fleiri ár verið fastur fúsur bæði á Ólavsøkuframsýningum og á Várframsýningum, eins og hann hevur havt nógvar serframsýningar bæði her og niðri. Hetta kundi jú týtt upp á eina lutfalsliga viðurkenning. Men [...] sjálvur ávirkaður av eitt nú franska listamanninum Paul Cézanne? Stendur eitt listafólk ikki altíð á herðunum á ættarliðunum frammanundan, og hvat við øllum teimum mongu føroysku listafólkunum, ið eru ávirkað [...] ið vóru stillaði kring salin, tá hurðin brádliga brast upp og trý fólk trinu so andbrá inn í salin. Á odda gekk pelsklædd kona, og hon stýrdi beinleiðis móti einum størri málningi. Og áðrenn undirritaða
Jacobsen fær viðgerð á Vejlefjord finnir Estrid sær sjálvari lík ein nýggjan mann. Í sambandi við eina kanning ger Jørgen-Frantz eina stutta ferð til Keypmannahavn, og hann støkkur eisini inn á gólvið hjá Estrid [...] føldi seg vrakaðan, gjørdi hann ágrýtnar royndir at minka um teg, tó altíð til fánýtis, tí tín sess á fremsta rað í hansara hjarta kundi einki vika«. Í 1922 giftist Estrid tí eingilska handilsmanninum Don [...] tey saman skulu búgva í íbúðini, men aftur kemur sjúkan tvørt fyri. Jørgen-Frantz verður innlagdur á Vejlefjord Sanatorium, og Estrid vitjar hann í 12 dagar og roynir at stuðla, har hon kann. Hann skal
serligt álit á hansara evnum á hesum øki. Teir hildu hann vera alt ov vitbornan til at framleiða skapandi list, í staðin kundi hann gerast kritikari ella vísindamaður. Teir mettu hann ov subjektivan á tí bókmentaliga [...] at liva við dreymsjónir, at ganga, andliga meint, við spjaldri á baki, sum øll uttan ein sjálvur hava lisið, og sum hetta er skrivað á: hesin maðurin er av sonnum eitt narr«. Niðurstøðan hjá La Rochefoucauld [...] Jørgen-Frantz, tí teir skilja á lagnum, at hann kennir seg ótryggan í hesum samanhangi. Men enn ivast hann, hóast hann sigur frá, at fyrsta kveikingin kom av »vetrarhásum másum á Peblingesøen. Eg hugsaði mær