Rúsdrekkapolitikkur
?Eg haldi, at tað er trygdin hjá ferðafólki, manning og skipum, sum hevur alt at siga.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum hevur onki ímóti, at Strandferðslan nú fer at taka rúsdrekkaroyndir av starvsfólkinum.
Hann leggur dent a, at felagið hevur ikki viðgjørt málið og at hetta tí stendur fyri hansara egnu rokning.
Strandferðslan keypti herfyri útgerð at taka rúsdrekkaroyndir av starvsfólkinum við, um illgruni er um, at onkur hevur drukkið.
Ellintur Abrahamsen er samdur við leiðsluna á Strandferðsluni um, at tað er trygdin hjá ferðafólkinum, manningini og skipunum, sum hevur alt at siga.
? Tí fer hann ikki at seta seg ímóti, at rúsdrekkaroyndir verða tiknar av skiparum og stýrimonnum á Strndfaraskipunum.
? Eftir mínum tykki eigur rúsdrekka at verða fullkomiliga bannað í sambandi við arbeiðið. Tí hevði eg ikki á nakran hátt følt tað niðrandi um eg stovnsleiðslan tók eina rúsdrekkaroynd av mær, sigur hann.
Men hann leggur dent á, at alt skal veravið máta.
? Tað kann ikki vera so, at hvør maður skal blása í ballón, hvørja ferð hann fer á vakt, sigur Ellintur Abrahamsen.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, hevur áður sagt fyri Sosialinum, at ætlanin er ikki at taka rúsdrekkaroyndir at starvsfólki í tíð og úrtíð.
? Ætlanin er at hava tólið um illgruni er um drykkjuskap. Við eini einfaldari roynd kunnu vit so fáa staðfest, ella avsanna ein illgruna. Tað er best fyri allar partar, tí so sleppa vit undan gitingum, segði hann.