Finnur Helmsdal
Landsstýrið við løgmanni á odda hevur júst avtalað við donsku stjórnina, at flogvøllurin vesturi í Vágunum skal byggjast út fyri nakrar hundrað milliónir. Avtalað er um sama mundið, at útbyggingin skal fíggjast úr Ílegggingargrunninum fyri Føroyar (gekk fyrr undir navninum 60-milliónagrunnurin), ið er grunnur stovnsettur fyrst í 60árunum, frá byrjan ætlaður sum eitt íkast í útbyggingingina av fyrst og fremst samferðslukervinum í Føroyum. Tá høvdu føroyingar longu sjálvir fullu ábyrgdina av at byggja vegir og havnir her á landi. Íleggingargrunnurin varð á ongan hátt ætlaður til at fíggja tann partin av útbyggingini av Føroyum, sum danir framman undan høvdu skyldu til at fíggja. Tí er tað blóðskeivt, tá løgmaður sigur tað vera fult og heilt í tráð við andan og ætlanini við Íleggingargrunninum, at útbyggingin av flogvøllinum vesturi í Vágunum verður fíggjað úr Íleggingargrunninum. Flogvøllurin er donsk ogn, og hava teir tí sjálvsagda skyldu at viðlíkahalda- og dagføra flogvøllin við pengum úr danska statskassanum. Danir hava síðan eina ferð í 70árunum kategoriskt sýtt fyri at halda sínar viðlíkahalds- og útbyggingarskyldur mótvegis Føroyum, dømini eru óteljandi, og er hetta eisini galdandi fyri flogvøllin vesturi í Vágunum.
Nú stendur Føroya løgmaður so og roynir at billa føroyingum inn, hvussu stórsinnaðir danir eru, tí teir vilja útbyggja teirra egna flogvøll fyri pening, sum er ætlaður til annað endamál. Haldi talan heldur er um, at danir fremja beinleiðis rán, tá teir meira enn hálvtøma Íleggingargrunnin til at gjalda egnar rokningar fyri. Hvar er stoltleiki tín Jóannes Eidesgaard?