sjónarmið er tað uttan týdning, hvussu Sosialurin var í 60'unum, 70?unum og 80?unum. Og fyri mítt sjónarmið er tað eisini púra uttan týdning, um Sosialurin í dag er eitt gott tíðindablað (tað haldi eg, at [...] meir enn nakar annar hevur lagt doyin á at gera eitt gott blað, og eg kann ikki siga annað enn, at eg havi havt gott samstarv við blaðstjóran og øll hini á blaðnum). Undirritaði er samdir í tíni meting [...] javnaðarrøddin í sama blað. Men eg veit ikki, um vit eru samdir í mínum høvuðssjónarmiði, men tað er hetta: Tað er hvørki fuglur ella fiskur, tá ið Javnaðarflokkurin setur pening í og gevur út eitt óheft
samstarva við fólk har. Allar hesar royndir koma mær til góðar og eg eg havi roynt ymsar greinir av umsiting. Eg havi lært at improvisera, og tað trúgvi eg kann koma mær til góðar seinni, sigur Tommy. Ongan streym [...] tey næstu 2 árini skulu búðleikast. Dugir at improvisera Tommy hevur starvast 25 ár í Føroyum. Tað er tað mesta av hansara yrkistíð. Meðan hann las løgfrøði í Keypmannahavn arbeiddi hann á ymsum ráðharrastovum [...] tilveru. Ár, ið Tommy væntar koma teimum til góðar á so mangan hátt. Mennandi ár, ið tey øll koma at hava gott av, bæði menniskjasliga og á øðrum økjum.
umrøðu. Tí vit vita tað øll somul - líka mikið hvørjum ?leiri? vit so eru í - at vit langt frá eru rokkin á mál hvørki vinnuliga, politiskt, mentanarliga, umsitingarliga osfr. Tað skulu vit heldur ikki [...] sjálvstýrisleið. Eisini kann nevnast tað, ið sagt varð um fólkaatkvøðurnar komandi: at tað skal meira enn vanligur meiriluti til at avgera framtíðar lagnu okkara. Áhugavert, tí tað stríðir beinleiðis ímóti tí, [...] sambandsmenn ella javnaðarfólk halda um fullveldisætlaninar hjá hesum landsstýrinum, so kann tað bara vera gott, at orðaskiftið um størri sjálvstýri ella fullveldi fær okkum føroyingar til at taka spurningar
í tíggju ár. Tað er ikki bara sum at siga tað at útvega so nógv nýggj pláss, og tað gerst ikki frá degi til dags. Tað er hesin nýggi stovnur eisini eitt gott dømi um. Í hesum føri tók tað hálvtannað ár [...] Klaksvík, og at aðrar kommunur eisini hugsa um at gera tað sama. Kanska er tað bæði alternativt og nýhugsandi. At víðka um dagrøktina var eitt tað fyrsta vit fóru undir, tá bíðilistin aftur fór at vaksa [...] ikki trúði, at tað nakrantíð fór at gerast veruleiki. Tillukku við nýggja barnagarðinum, spælistovuni og felagshúsinum! Býlingshúsið hevur verið nógv umtalað tey seinastu árini - óviva eru tað tey, sum ikki
eisini fólkinum. Øll tykjast so væl upplýst, og tá vit spyrja, hvat tey halda um stórar samfelagsligar spurningar so sum sjálvstýrismálið, so tykjast tey øll hava eina ella aðra meining. Eg havi varhugan av [...] Føroyavitjanini og hon svarar uttan at umhugsa seg: -Tað var vitjanin á Adventiskaskúlanum. Ongantíð havi eg upplivað ein skúla við so glaðum børnum. Tað eg upplivdi har er nakað, sum eg seint fari at gloyma [...] vit gera, loysa upp fyri onkrum. Her er so nógv, sum bindur okkum saman, og tí haldi eg tað eisini hevði verið gott við eitt nú einum ferjusambandi millum londini. Skotski journalisturin heldur seg ikki
alt. Og fyri at fáa tað síðsta við, slatra tey eitt sindur, men slatur er eisini tíðindi, ha? Tað er gott, at tað er samanhald, og ein kennir seg næstan ongantíð einsamallan. Men tað kann eisini vera óheppið [...] okkara siðir og óskrivaðu lógir. - Tað er stuttligt og áhugavert at vera við í eini tílíkari verkætlan. Í byrjanini var tað ógvuliga ringt at fáa nakað niður á pappírið, tí tað er ringt at seta orð á, hvat ein [...] arbeiði, har tað hevur snúð seg um at draga næmingarnar inn so nógv sum gjørligt. Eg havi lagt dent á at varðveita tónan, málbúnan og stílin hjá næmingunum í endaliga úrslitinum. Eg havi tikið kjarnuna
hesar trupulleikarnar? ? Fyri tað fyrsta haldi eg tað vera sjálvsagt, at feløgini ? øll feløgini ? hava ein dómarapolitikk. Sum nú er, eru tað bert trý feløg, sum hava tað, og tað er sjálvsagt alt ov fá, sigur [...] S. Dahl og Hans Holm. Tað hevur kortini ikki altíð verið so gott, og móti endanum av kappingini tók drúgvur orðadráttur seg upp millum vestmenningar og hondbóltssambandið. ? Tað vit nú eiga at gera, er [...] Hans Thomassen, sigur Hanus. ? Eg takki fyri álitið, men haldi tað vera rættiliga grovt av VÍF at krevja einkarrætt upp á dømingina. Hóast tað er eitt stórt felag, hevur VÍF ongar rættiligar dómarar, og sostatt
pápanum, tað er beinleiðis bundið av henni fyrsta hálva árið. Skal barnið klára seg sum best - og tað ynskja jú øll foreldur, hevur tað tørv á sosialari menning og at vera við í ymiskum. Tað lærir at taka [...] at tað er tað eg geri, tá ið eg eri til arbeiðis, syngi og spæli alla tíðina, men so er als ikki. Eg eri blivin meiri tilvitaður um at syngja fyri børnum og eri farin at hugsa meiri um, hvat tað gevur [...] taka atlit til onnur og at virða onnur. Tað er gott at møta nógvum fólki, taka virkið lut í ymiskum, so sum ítrótti og skótum. Alt tað mennir barnið sosialt. Grundarlagið undir sosiala medviti barnsins
hann sum persón. Fakligi førleikin var helst eisini tann, sum tað kann roknast við av einum venjara, men sum tíðin leið vísti tað seg, at tað, teir kalla kemiin, millum hann og spælararnar var ikki, sum [...] Ein útlendingur kann hava stóran fakligan førleika, men um tað vísir seg ikki at vera gott samband millum venjaran og spælararnar, so nyttar tað fakliga ikki so nógv. Og tá føroysk feløg fara langt burtur [...] og sovorðið kann vísa seg at vera sera óheppið. Tá kann tað skjótt vísa seg, at tað føroyska, sum í fyrstu atløgu ikki kendist eins spennandi og tað útlendska, í longdini roynist betri.
Føroyar við tryggum og góðum livikorum fyri tað fólk, her býr. Stríðið ikki til fánýtis Danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen fegnaðist um, at tað er eydnast at røkka eini semju í marknamálið [...] skriva undir avtaluna vegna donsku stjórnina. -Tað hava verið drúgvar og torførar samráðingar, men kortini er eydnast at koma til eina semju. Eg haldi, at øll tey, sum hava verið við í hesum samráðingum, [...] takkaði hann løgmanni fyri tað góða samarbeiði, sum hevur verið millum landsstýrið og uttanríkisráðið í hesum máli. -Loksins vil eg eisini takka teimum báðum samráðingarnevndunum fyri tað stóra arbeiði, sum er