Spennandi - áhugaverd ráðstevna

Í farnu viku varð skipað fyri eini bæði spennandi og áhugaverdari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum undir heitinum ?Smátjóðir?.

Endamálið við ráðstevnuni var m.a. at lýsa, hvussu aðrar smátjóðir í heiminum hava skipað og klárað seg - og við hesum sum grundarlag at líta at okkara egnu tjóð Føroyar, ið so sannliga eisini má koma undir heitið ?Smátjóðir?, hóast vit bókstaviliga talað ikki eru ein sjálvstøðug tjóð men heldur eitt land við ávísum heima- ella sjálvstýri - sum partur av einum ríkisfelagsskapi.


EFTIR okkara tykki er tað ógvuliga týdningarmikið at kunnað verður um Smátjóðir, og at tjakast verður um okkara egna leiklut sum so - uttan mun til, hvar ein beinleiðis hoyrir heima politiskt. Tí ein ráðstevna við fleiri framstandandi serfrøðingum eigur at geva okkum øllum íblástur á fleiri økjum. Hvat enn sambandsmenn ella javnaðarfólk halda um fullveldisætlaninar hjá hesum landsstýrinum, so kann tað bara vera gott, at orðaskiftið um størri sjálvstýri ella fullveldi fær okkum føroyingar til at taka spurningar um eitt meira fjøltáttað og professionelt vinnulív og umsitingina av samfelagnum annars upp til seriøsa og sakliga umrøðu. Tí vit vita tað øll somul - líka mikið hvørjum ?leiri? vit so eru í - at vit langt frá eru rokkin á mál hvørki vinnuliga, politiskt, mentanarliga, umsitingarliga osfr. Tað skulu vit heldur ikki, tí talan er um eina prosess, sum alla tíðina broytist. Tí vil eisini sjálvt málið broytast við tíðini. Men vit eiga og kunnu í størri mun læra av mistøkum, og vit kunnu taka við læru av øðrum.Lyklaorðini eru: dugnaskapur, vilji og dialogur.


VÓNANDI fara vit í kjalarvørrinum á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum at hoyra, hvat politikarar, embætisfólk, vinnulívsfólk oo. hava fingið burtur úr og hvat tey meina ráðstevnan kann brúkast til. Eftir okkara tykki er tað umráðandi, at vit øll hava eitt opið sinni og ikki leggja fótonglar fyri hvør annan, út frá hvar vit standa politiskt. Tíðin er komin hartil, at vit føroyingar í størri mun hugsa tvørpolitiskt - at vit brúka tær fáu men góðu kreftir, ið eru í hesum landi - til nakað konstruktivt og uppbyggjandi. At vit gevast við at tosa í yvirskriftum - í slogans - í herrópum. Men tosa og tjakast við hvør annan sum vóru vit øll eitt og sama fólk, sum eisini er opið fyri tí skilagóða,ið kemur uttanífrá. Latið okkum viðgera tað, sum ?serfrøðingarnir? løgdu fram, uttan at seta hvør annan í bás ella grava skotgrøvir. Og her kann nevnast, at eitt sunnari og meira fjøltáttað vinnulív kann bera okkum langt á sjálvstýrisleið. Eisini kann nevnast tað, ið sagt varð um fólkaatkvøðurnar komandi: at tað skal meira enn vanligur meiriluti til at avgera framtíðar lagnu okkara. Áhugavert, tí tað stríðir beinleiðis ímóti tí, ið løgmaður og varaløgmaður hava úttalað. Tí er tað eisini nakað, sum vit eiga at viðgera við teimum fremmandu eygunum. Og læra av.