tímar, 16 minuttir og 35 sekund. Galdandi fyri kappingina er, at teinurin skal vera oman fyri 60 kilometrar, og at vinnaratíðin liggur oman fyri tríggjar tímar. Økið við Flatnahaga var karmur um kappingina [...] løtur á grúsi og asfalti. Ringa veðrið seinastu vikuna hevði við sær, at lendið var vátt, og tað gjørdist tí enn meira torført og tungt at súkkla á. Fýra umfør skuldu súkklast, og tilsamans bleiv tað til 62
nanum oman á Signabø. Bjarni Djurholm upplýsti í svarinum uppá fyrispurning frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, at fleiri fyrimunir eru við at gera ein nýggjan veg frá tunnilsmunnanum og oman á Signabø [...] børnum og øðrum at ferðast eftir vegnum. Men nú er broyting í væntu. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, upplýsti í løgtinginum týsdagin, at arbeiðið at gera nýggja vegsnaring á Oyrareingjum [...] alment, og at tilboðini skulu vera latin inn í seinasta lagi 10. desember. 400.000 krónur eru settar av til hetta arbeiðið í ár. Tá ið tilboðini eru komin inn, verður farið í gongd skjótast til ber at gera nýggju
Atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin hevur møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu avvarðandi hevur atkvøtt. Atkvøðurúmini skulu vera útgjørd við tí, sum er neyðugt fyri at atkvøða". - Orsøkin [...] í Klaksvík verður hesaferð flutt úr KÍ-høllini oman í Skúlan við Ósánna. Tað er kommunan, sum í samráð við valstýrið í Klaksvík hevur tikið avgerð um at flyta valstaðið hjá klaksvíkingum, oyrarfólki og [...] og ánabúgvum. Formliga heimildin til hesa broyting er at finna í løgtingsvallógini, sum í §20, stk. 2, ásetur, at "atkvøðugreiðsla fer fram í einum ella fleiri hølum, sum kommunustýrið ávísir, har atkvøðurúm
grannastevnuni, at teir fara ikki at lata sær lynda, um útskiftingin verður gjørd soleiðis, at teir missa atgongd til vetrarbiti og seyðahúsini, so teir vera noyddir at ganga langt fyri at geva seyðinum [...] uppskot, sum vit hava sæð eru soleiðis, at vit skulu ganga langa leið fyri at geva okkara seyði. Ein geiri er oman í bygdina, men seyðurin finnur ikki altíð útav at koma oman her, sigur ein annar av festarunum [...] festararnir siga seg ikki duga at síggja nakra høpi í útskiftingini, tí fleiri hava roynt at fingið garðin at bera seg men uttan eydnu. ? Tað sigst, at útskiftingin hevur til endamáls, at bóndin kann byggja eitt
felagsskapinum, ið stríðist fyri at útvega fráskildum pápum størri samverurætt til børnini. Ruth Kelly fekk ikki skaða av tilburðinum. Hon sigur við Sky News, at soleiðis er tað at vera politikari í dag. [...] og blomman runnu oman eftir nakkanum, sigur Sky News. Maðurin, sum tveitti eggið í nakkan á Ruth Kelly, segði seg umboða felagsskapin Real Fathers 4 Justice, ið verður hildin at vera ein víðgongdur vongur [...] gjørt seg inn á bretska kenslumálaráðharran, Ruth Kelly. Herfyri royndi ein maður í felagsskapinum at leggja ráðharran í hondjørn. Tað miseydnaðist, og maðurin varð tikin og ákærdur fyri harðskap. Mánadagin
Kaufmann eitt skrín við leivdunum av einum gomlum mannahøvdi. Oman á lokinum stóð navnið "Beethoven". Nú halda granskarar, at talan kann vera um høvdið á tí heimskenda tónasmiðinum. William Meredith, sum [...] tíðindastovuna AP, at granskarar hava samanborið høvdið við hár av Beethoven, sum stovnurin eigur. Hesar kanningar hava víst, at óvanliga nógv blýggj er í høvdinum og hárinum, og tí kann halda vera í teimum gomlu [...] gomlu gitingunum um, at Beethoven doyði av blýeitran. Í løtuni verður tað gamla høvdið DNA-kannað á einari rannsóknarstovu í Múnster í Týsklandi. Luswig van Beethoven doyði í Wien í 1827, 56 ára gamal.
áður verið so nógv vitjandi í okkara vøkru bygd. Lagt verður aftrat, at tað er ein góð kensla at vera sandingur og vera vitni til, at so nógv ferðafólk vitja. - Verið hjartaliga vælkomin, øll somul, er [...] kommunu í vikuni. Myndin oman fyri er tikin ein góðveðursdag á Sandi, har nógvir bilar standa niðri á Sandarfløtti. Her hava verið nógvir bilar og nógv fólk gjøgnum alt summarið, og at síggja til hevur alt [...] alt gingið upp á stás. Tað hevur verið daglig sjón, at familjur við børnum hava hugnað sær fram við ánni og niðri á stóra sandinum. ##med2##
Endiliga tykist veðrið at vera við fyriskiparunum av Summarfestivalinum. Næstan ikki síðan fyrsta Summarfestival afturi í 2004 hevur veðrið verið so gott, sum tað hevur verið í dag. Hóast eitt sindur kølið [...] sólin skinið oman og niðan í Klaksvík allan dag. Veðurforsøgnirnar siga frá allarfagrasta veðri restina av kvøldinum og náttina við. Líka kl. 3 í nátt verða tað nakrir fáir dropar. So at siga eingin vindur
myrkur økjast. Men vit mugu minnast til, at tað eigur at vera so. Tað eigur at vera myrkt og óveður hesa ársins tíð. Er tað nakað at grenja um? Um ikki so langa tíð fer at ganga hin vegin, og dagarnir gerast [...] koll. Eini góð ráð eru at byrja dagin við at fara í eitt vindeyga, sum vendir móti eystri. Onkrar ljósstrálur plaga at síggjast á luftini í myrkrinum. Stundum kunnu tær hómast oman fyri skýggini. Og hygg [...] dagar inn ímillum. Eisini hálvir dagar. Um kvøldið ber til at gera tað hugnaligt inni við antin ljósperum ella eisini livandi ljósum. Tað ber til at standa stútt á beinunum og ikki lata lágtrýstini, myrkrið
hvørki taka í álvara ella góðtaka at hesi førleikaskerdu hava so vánaligar sømdir á arbeiðsmarknaðinum. Dýrt at vera fyritíðarpensjónistur Eisini er neyðugt at minnast til, at fyritíðarpensjónistar eru heilt [...] eru har í lívinum har størst tørvur er á peningi. Børn, hús og har afturat er dýrt at vera sjúkur. Kann tað vera rætt, at um eitt menniskja kýtir seg og hóast sjúku ella brek arbeiðir eitt sindur so missir [...] Hvussu ber tað til, at landsstýriskvinnan kann taka undir við hesum, sum partur av einari semju samstundis, sum hon tosar um, at tey við skerdum førleika skulu hava møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðin