Man tað vera Beethoven?

Í 1990 arvaði eysturríkski handilsmaðurin Paul Kaufmann eitt skrín við leivdunum av einum gomlum mannahøvdi. Oman á lokinum stóð navnið "Beethoven".

Nú halda granskarar, at talan kann vera um høvdið á tí heimskenda tónasmiðinum. William Meredith, sum er leiðari á The Center for Beethoven Studies, sigur við tíðindastovuna AP, at granskarar hava samanborið høvdið við hár av Beethoven, sum stovnurin eigur. Hesar kanningar hava víst, at óvanliga nógv blýggj er í høvdinum og hárinum, og tí kann halda vera í teimum gomlu gitingunum um, at Beethoven doyði av blýeitran. Í løtuni verður tað gamla høvdið DNA-kannað á einari rannsóknarstovu í Múnster í Týsklandi.

Luswig van Beethoven doyði í Wien í 1827, 56 ára gamal. Í 1863 vórðu leivdirnar av honum grivnar uppaftur, kannaðar og síðani jarðaðar aftur. Tað er ikki óhugsandi, at forfedrarnir hjá Paul Kaufmann hava fingið fatur á høvdinum í tí sambandi, skrivar AP.