Dagarnir styttast í hvørjum, og gremjingarnar um óveður og myrkur økjast.
Men vit mugu minnast til, at tað eigur at vera so. Tað eigur at vera myrkt og óveður hesa ársins tíð.
Er tað nakað at grenja um? Um ikki so langa tíð fer at ganga hin vegin, og dagarnir gerast longri aftur.
Óveðrið heldur óivað fram í nakrar mánaðir aftur. Tí mugu vit liva við, um vit hava hug til tess ella ei.
Men hóast myrkur eru fleiri góðir dagar inn ímillum. Eisini hálvir dagar.
Um kvøldið ber til at gera tað hugnaligt inni við antin ljósperum ella eisini livandi ljósum.
Tað ber til at standa stútt á beinunum og ikki lata lágtrýstini, myrkrið og óveðrið koyra teg um koll.
Eini góð ráð eru at byrja dagin við at fara í eitt vindeyga, sum vendir móti eystri. Onkrar ljósstrálur plaga at síggjast á luftini í myrkrinum. Stundum kunnu tær hómast oman fyri skýggini. Og hygg eftir, hvussu skjótt skýggini reka. Sjálvt keðiligar og snorutar illveðurdagar kann okkurt vakurt vera at síggja á luftini.