Bøta um vegin á Oyrareingjum

10. desember skulu tilboð verða latin inn uppá arbeiðið at gera nýggja vegsnaring á Oyrareingjum. Og líkt er eisini til, at bøtt verður um vegin út á Signabø

At vegurin av Oyrareingjum út á Signabø ikki er serliga góður, vita tey, sum búgva í økinum og hava ferðast á vegastrekkinum. Vegurin er smalur, har er nógv tung ferðsla, og ikki er serliga trygt hjá børnum og øðrum at ferðast eftir vegnum.

Men nú er broyting í væntu. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, upplýsti í løgtinginum týsdagin, at arbeiðið at gera nýggja vegsnaring á Oyrareingjum er boðið út alment, og at tilboðini skulu vera latin inn í seinasta lagi 10. desember. 400.000 krónur eru settar av til hetta arbeiðið í ár. Tá ið tilboðini eru komin inn, verður farið í gongd skjótast til ber at gera nýggju vegsnaringina.

Og stendur tað til Tórshavnar kommunu, so verður gjørdur ein nýggjur vegur frá tunnilsmunnanum oman á Signabø. Bjarni Djurholm upplýsti í svarinum uppá fyrispurning frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, at fleiri fyrimunir eru við at gera ein nýggjan veg frá tunnilsmunnanum og oman á Signabø.

Spurningurin er so, hvør skal fíggja ein nýggjan veg ? kommunan ella landið. Spurningurni er eisini, hvør so skal bera kostnaðin av at breiðka vegin millum Oyrareingir og Signabø, sum er landsvegur. Talan er um eitt vegastrekkið, sum er okkurt um 800 metrar langt, og Jákup Suni Joensen heldur tað hava stóran týdning at bøta um hetta vegastrekkið, nú farið verður undir at gera nýggja vegsnaring á Oyrareingjum.

Sambært orðaskiftinum í løgtinginum í gjár, verður helst talan um eina loysn, har kommunan og landið fíggja í felag. Men enn er støða ikki tikin til, um ein nýggjur vegur skal gerast oman á Signabø, og hesin spurningurin verður í løtuni kannaður. Støða verður helst tikin til nýggja vegin og landsvegin millum Oyrareingir og Signabø undir einum.

Ein annar fyrispurningur hjá Jákupi Suna Joensen týsdagin snúði seg eisini um ferðsluviðurskiftini í Kollafirði. Í dag er bert eitt busssteðgipláss í bygdini, og tað er við Sjógv. Jákup Suni Joensen vildi hava at vita, nær hetta verður broytt, tí pengar eru settir av til fleiri steðgipláss í bygdini.

Í tí sambandinum kundi Bjarni Djurholm upplýsa, at tvey steðgipláss afturat verða sett upp í bygdini í næstum. Ætlanin er at leggja annað norðuri í Sundum í Kollafirði á vestaru síðu av landsvegnum, og hitt verður á Langasandi.

Í samband við, at Tórshavnar kommuna og Kollafjarðar kommuna leggja saman á nýggjárinum fer Bussleiðin í Havn at koyra norður til Kollafjarðar, so eisini har er ein bati í væntu hjá kollfirðingum.