Vreiðir festarar í Oyndarfirði: Jarðarráðið tekur okkum av ræði

Festarar í einum hagaparti í Oyndarfirði eru ikki glaðir um, at Jarðarráðið hevur tikið avgerð um, at fremja eina útskifting í bygdini. Teir óttast, hvat útskiftingin fer at hava við sær innangarðs, tí vandi er fyri at missa vetrarbitið, halda teir. Jarðarráðið metir hinvegin, at útskiftingin fer at geva einum manni betri møguleikar at reka ein bóndagarð við góðum rakstrarúrsliti

 

Føroya Jarðarráð hevur tikið avgerð um at ein partur av kongsjørðini í Oyndarfirði skal útskiftast. Talan er um tveir hagapartar, sum skulu býtast umaftur. Tað er tann gamli próstahagin Skoratind, sum prósturin á Nesi átti í gamlari tíð, og Dalhaga talan er um.

Tað er Ingvar Johansen, sum hevur sókt sýslumannin í Eysturoynni um at fáa jørðina útskifta. Ingvar eigur Dalhaga, sum er einbýttur hagapartur, ið er 4,5 merkur, meðan hann eigur 3,5 merkur av øðrum hagaparti, Skoratindur nevndur. Hesin hagapartur er 10,5 merkur tilsamans, og har eru sjey aðrir festarar, ið hava ein mørk í part. Ingvar hevur søkt um at fáa sín part av jørðini í Skoratindi lagda saman við Dalhaga, so at tað verður ein hagapartur.

Soleiðis kann hann ráða yvir allari sínari jørð uttan at vera saman við øðrum festarum. Føroya Jarðarráð hevur gingið hansara ynski á møti. Tey gomlu mørkini millum hagapartarnar vera tikin burtur, og nýggj sett ístaðin.

Tá grannastevna var í Oyndarfirði mánakvøldið atkvøddi Jarðarráðið fyri útskiftingini, sum nú verður løgd fyri eina útskiftingarnevnd.

Atkvøðugreiðslan fór soleiðis fram, at festararnir í hagapartinum sluppu ikki at atkvøða, men Jarðarráðið atkvøddi fyri allar partarnar. Teir smáu festararnir eru illir um, at Jarðarráðið kann taka teir av ræði, men soleiðis er mannagongdin.


Óttast útskiftingina

Teir smáu festararnir í Skoratindi, sum eiga eina mørk í part, kvíða fyri eini útskifting, sum fer at taka vetrarbitið í bygdini frá teimum. Sum nú er sleppur seyðurin at ganga á vetrarbiti í bygdini.

Tað er so, at yvirliggjandi hagi altíð eigur undirliggjandi bø. Um útskiftingin lagar tað soleiðis, at teir smáu vera kroystir av bønum um bygdina, so verða teir avskornir frá vetrarbitinum og seyðahúsunum.

? Vit eru fyrst og fremst bangnir fyri, hvat útskiftingin fer at hava við sær innangarðs, sigur ein av festarunum.

Breið semja var millum teir smáu festararnar á grannastevnuni, at teir fara ikki at lata sær lynda, um útskiftingin verður gjørd soleiðis, at teir missa atgongd til vetrarbiti og seyðahúsini, so teir vera noyddir at ganga langt fyri at geva seyðinum.

? Tey uppskot, sum vit hava sæð eru soleiðis, at vit skulu ganga langa leið fyri at geva okkara seyði. Ein geiri er oman í bygdina, men seyðurin finnur ikki altíð útav at koma oman her, sigur ein annar av festarunum.


Møguleiki fyri betri rakstri

Jóannes Dalsgarð, stjóri í Føroya Jarðarráði, heldur, at ynski hjá Ingvari er ógvuliga rímiligt, tá hugsað verður um, at hann vil leggja sína jørð saman til ein hagapart.

? Vit meta tað vera eitt ógvuliga rímiligt ynski at gera eina útskifting í hesum báðum hagapørtunum, so at ein maður kann hava sína jørð einsamallur, bæði viðvíkjandi rakstrinum og framtíðar útbygging. Tað er lættari at hava ein haga ein at vera partur av tveimum saman við øðrum, sigur Jóannes Dalsgarð.

Jarðarráðið metir sostatt, at umstøðurnar hjá bóndanum at fáa betri búskaparligt úrslit vera betraðar munandi, og tað er óheppið, at ein bóndi hevur fest í tveimum hagapørtum.

? Festarin hevur í øllum førum betri møguleika fyri at skapa eitt frægari búskaparligt úrslit, sigur Jóannes Dalsgarð.

Jóannes leggur tó dent á, at tað ber ikki til at vita frammanundan, hvussu útskiftingin verður, men tað kundi hent, at hann fekk betri møguleikar fyri at velta og annað.

Enn er ikki greitt, hvørjar ætlanir Ingvar hevur viðvíkjandi útbygging, um útskiftingin verður framd. Sosialurin royndi at fáa viðmerkin frá Ingvari, men hann var ikki at fáa fatur á týsmorgunin.


Síggja onga meining

Teir smáu festararnir siga seg ikki duga at síggja nakra høpi í útskiftingini, tí fleiri hava roynt at fingið garðin at bera seg men uttan eydnu.

? Tað sigst, at útskiftingin hevur til endamáls, at bóndin kann byggja eitt fjós til neyt, og at hann kann hava neyt í sínum haga. Men tað ber ikki til at hava neyt í Dalhaga, tí tað er ov bratt til so stór djór, og tey detta oman, sigur Jón Ingi Eidesgaard.

Smáu festararnir eru sannførdir um, at einasta broytingin eftir útskiftingina eftir øllum at døma verður, at bóndin kann hegna sítt øki inni, og teir missa vetrarbiti og atgongd til seyðahúsini.

Jón Ingi er heldur ikki av tí áskoðan, at slík mannagongd er í trá við útoyggjaálitið, sum verður lagt fram í næstum, tí hann heldur, at tað skulu vera fólk á staðnum, ið eiga at taka avgerðirnar viðvíkjandi jørðini.

Nú skal málið leggjast fyri eina útskiftingarnevnd, og Føroya Jarðarráð hevur einki við sjálva útskiftingina at gera. Útskiftingarnevndin kemur fram til ein úrskurð, men festararnir kunnu kæra henda úrskurðin til yvirútskifting. Landsstýrið útnevnir formannin í nevndini, sum hevur tilknýti til Matrikulstovuna. Hinar báðar limirnar útnevnir dómarin. Hesir nevndarlimir skulu vera ógegnigir og ikki hava nakað tilknýti til Eysturoynna ella Oyndarfjørð.