Fyri aðru ferð hava umboð fyri felagsskapin Fathers 4 Justice gjørt seg inn á bretska kenslumálaráðharran, Ruth Kelly.
Herfyri royndi ein maður í felagsskapinum at leggja ráðharran í hondjørn. Tað miseydnaðist, og maðurin varð tikin og ákærdur fyri harðskap. Mánadagin var málið fyri í rættinum., og Ruth Kelly var eitt av vitnunum. Tá hon var á veg úr rættinum, leyp ein maður ímóti henni og langaði eitt egg í nakkan á henni. Eggið brotnaði, og hvítin og blomman runnu oman eftir nakkanum, sigur Sky News.
Maðurin, sum tveitti eggið í nakkan á Ruth Kelly, segði seg umboða felagsskapin Real Fathers 4 Justice, ið verður hildin at vera ein víðgongdur vongur av tí upprunaliga felagsskapinum, ið stríðist fyri at útvega fráskildum pápum størri samverurætt til børnini.
Ruth Kelly fekk ikki skaða av tilburðinum. Hon sigur við Sky News, at soleiðis er tað at vera politikari í dag.