tak, tá ið Skála í morgin skal út í Runavíkina. Skála er framvegis oddalið, men úrtøkan hevur ikki verið so stór eftir summarsteðgin, sum hon var undan summarsteðginum. Í seks dystum hevur Skála fingið tólv [...] siga teir á Skála, sum aftur hesa ferð fara at hava Eugen Voda í málinum. Tá ið Skála í 9. umfarinum 16. mai var í Runavík, vann NSÍ 1-0. Tá ið NSÍ í fimtanda umfarinum 2. juli var á Skála vann heimaliðið [...] verið á skránni í ár, nú er komin fyri seg aftur og í nýggjum hami. Samstundis vórðu sáttmálar undirskrivaðir við fleiri av spælarunum, sum hava bundið seg at spæla við NSÍ næsta ár. Millum hesar eru Jens
Klaksvík, Páll føddur 1964 býr í Keypmannahavn, og Kári føddur 1974 býr í Havnini. Kirkjuni hevur Alex altíð víst serligan áhuga og tokka. Hann hevur í mong ár verið kirkjusangari, og eingin megnar betri at [...] tey tíggju studentar - sjey matematiskir og tríggir málsligir. Saman við Alex tóku tvær gentur av Skála málsligt studentsprógv fyri 55 árum síðani. Í 1952, tá ið hann var 21 ára gamalur, leyk Alex læraraprógv [...] Ósáskúlanum, og í tí starvinum sat hann, inntil hann í í 1996 legði frá sær. Tá hevði hann í nøkur ár verið einalærari í Árnafirði, sum er partur av Klaksvíkar kommunu, og frá 1990 og til 1997 hevði hann
styrkt felagskapin og knýtt okkum betur saman í eina eind, sigur Kári P. Højgaard. Tað var tann 1. januar í ár, at samanleggingini millum Skála-, Elduvíkar-, Runavíkar- og Oyndarfjarðar Kommunu varð veruleiki [...] Verður tað, sum Kári P. Højgaard vil, so fer Runavíkar Kommuna at skifta navn. Umframt at vera løgtingsmaður, er Kári P. Højgaard eisini varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu. - Eg eri onga løtu í iva um [...] kunngerð um arbeiði á Skála, ið er undirritað av Runavíkar Kommunu. Kundi hugsað mær, at tað hinvegin kennist enn verri hjá borgarunum í teimum fyrrverandi smærru kommununum, sigur Kári P. Højgaard, sum tí
Á Skála tók StíF móti Neistanum úr Havn. Neistin hevur fingið eina stak góða byrjan upp á kappingarárið, og havnarliðið sigraði eisini á Skála, men tað var ikki eins lætt, sum høvdu fleiri annars kanska [...] út til at standa seg betur í ár enn í fjør, og liðið hevur longu fingið nøkur stig til høldar. Søljan taldist í fjør millum teirra, sum stríddust um heiðursmerki, men í ár hevur liðið mist nakrar av stuðlunum [...] kanska høvdu væntað. Avgerðin fall móti endanum Neistin vann dystin á Skála 23-20, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 12-12 í hálvleikinum. Neistin var á odda í fleiri førum í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist
Sunnudagin kl. 18.00 Evangel. møti v/ Palla Højgaard. Øll hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið á Skála Sjómanskvinnuringurin kemur saman mánakvøldið kl. 19.30. Allar kvinnur hjartaliga vælkomnar. Keldan [...] i. Evangel. møti í Vági avlýst vegna Kommandør-vitjan í Havn. Mánadagin kl. 20.00 Guitarskúli, 12 ár og eldri. Týsdagin kl. 18.00 Juniorklubbur, kl. 20 Øvar Streinjakórið. Onsdagin kl. 18.00 Juniormøti [...] syngja, Benny og Flemming Samuelsen. Øll eru hjartaliga vælkomin kl. 15.00 Havnarsøga frá 1816-1939, Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, søgufrøðingur Mikudagin 9. november kl. 10.00-13.30 Matgerð, Anne
Kári Thomsen Framløgur vóru frá Klæmint Weihe, umboðandi SEV, Jóhan í Niðristovu frá felagnum Røkt í Vestmanna, Hans Christian Dam, stjóra í Fjarhitafelagnum, og Marita Hentze, verkfrøðingur og lærari [...] hugsandi at fleiri vildu vaska klæði millum kl. 12 á nátt og 6 -7 á morni til ein kilowatt prís á t.d. 60 oyru. Ravmagn kann eisini nýtast í stórum nøgdum til upphiting av vatni, frysting og turking. Eingin [...] kortið. Tíðarætlan fyri samlaðu ætlanini varð ikki nevnd, men lukkutíð er helst talan um nógv nógv ár og til tað tíð hava vind- aldu- streym- og sólorka og betra tøkni ment seg so nógv, at vit kunnu byrja
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Ein arbeiðsbólkur hevur latið úr hondum álit um undirsjóvartunnil millum Suðureysturoy og Suðurstreym, umframt tunnil millum ytru armarnar á Skálafjørðinum. Uttan [...] sjóøki. Farmaflutningurin er minkaður munandi, men í ár vitjaðu fleiri ferðamannaskip her. Ein stór og týdningarmikil boring verður framd komandi ár, ið fer at geva nakað av avleiddum virksemi á landi
listaavrikinum hjá mykinesmálaranum. Framsýningin verður hildin í sambandi við, at 23. februar í ár eru 100 ár liðin, síðan listamaðurin varð borin í heim í Innistovu í Mykinesi. Hóast Mikines hevði ætlað [...] framsýningini. Helgi Fossádal, leiðari á Listasavni Føroya, greiðir frá, at Listasavnið eigur eini 60 verk av Mikines, men at øll hesi ikki eru við á framsýningini. Fleiri verk eru lænt frá peningastovnum [...] ningina herfyri, sum ein part í hesi røð. Stórur áhugi hevur nevniliga verið fyri Mikines í fleiri ár, ið var ein av fyrstu føroyingunum, ið fóru at útbúgva seg innan myndlist, og hann var hin fyrsti
arum, sum tá byrjaðu at koyra túrar saman. Men so við og við løgdust alt fleiri til, og longu tvey ár seinni vóru tey umleið 40 í tali. Endamálið við áhugabólkinum var at koyra motorsúkklu og hugna sær [...] fingu øll í bólkinum boð um hetta við at senda eini SMS-boð. Tá bólkurin í fjør var komin heilt upp á 60 motorsúkklukoyrarar, varð avgerð tikin um at stovna eitt felag, og 6. desember 2005 var so felagið [...] Nevndin í Eysturoyar MC sær soleiðis út: Jackie Zachau, Toftir, formaður, Bogi Reinert Petersen, Skála, næstformaður, Andrea Isaksen, Søldarfjørður, kassameistari, Elvi Joensen, Søldarfjørður, skrivar
Nú er hann næstformaður í stjórnarskipanarnevndini. Kári skrivar í løtuni Ph. D. á lærda háskúlanum í Reykjavík um grundlógir og stjórnarskipanir. Kári hevði onga framløgu mánakvøldið. Men hann luttók í [...] hesar báðar samtyktirnar í Løgtinginum og á fólkaatkvøðu eigur at vera umhugsunartíð upp á eitt ár, segði Kári á Rógvi. Umvæla Kaj Leo Johannesen segði seg síggja arbeiðið við stjórnarskipanini sum møguleiki [...] semjuni rættuliga ymiskar hjá teimum trimum floksformonnunum. Eingin fær alt Saman við politikarunum var Kári á Rógvi. Hann hevur seinastu nógvu árini fingist við grundlógararbeiði og stjórnarskipanir. Fyrstu