Verður tað, sum Kári P. Højgaard vil, so fer Runavíkar Kommuna at skifta navn. Umframt at vera løgtingsmaður, er Kári P. Højgaard eisini varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu.
- Eg eri onga løtu í iva um, at tað hevði tænt øllum best, um vit funnu fram til eitt annað felagsheiti fyri stórkommununa. Finna vit fram til eitt navn, sum allir borgararnir veruliga kenna seg sum ein partur av, hevði tað styrkt felagskapin og knýtt okkum betur saman í eina eind, sigur Kári P. Højgaard.
Tað var tann 1. januar í ár, at samanleggingini millum Skála-, Elduvíkar-, Runavíkar- og Oyndarfjarðar Kommunu varð veruleiki, men kommununavnið er framhaldandi navnið á størstu eindini í felagsskapinum.
- Tað kennist til dømis løgið í oyrunum á mær sum Heiðamanni at hoyra kunngerð um arbeiði á Skála, ið er undirritað av Runavíkar Kommunu. Kundi hugsað mær, at tað hinvegin kennist enn verri hjá borgarunum í teimum fyrrverandi smærru kommununum, sigur Kári P. Højgaard, sum tí heitir á Runavíkar Býráð, um at taka spurningin til viðgerðar og taka prinsipavgerð um navnabroyting.
- Er undirtøka fyri hesum, er ein møguleiki at skriva út navnakapping um at finna rætta heitið fyri felagskommuna, sigur Kári P. Højgaard, sum leggur afturat, at virðisløn kundi verið latin fyri bestu hugskotini.