Eysturoyar MC byrjaði sum ein áhugabólkur á vári 2003 við umleið 10 motorsúkklueigarum, sum tá byrjaðu at koyra túrar saman. Men so við og við løgdust alt fleiri til, og longu tvey ár seinni vóru tey umleið 40 í tali. Endamálið við áhugabólkinum var at koyra motorsúkklu og hugna sær saman.
At byrja ringdu teir í bólkinum millum sín við vanligari telefonketu, men tað var skjótt, at tey fingu sær eina felags fartelefon til at senda sms-boð við. Tann skipanin varð síðan skift út við eina heilt nýggja framkomna SMS-skipan frá kt-fyritøkuni ISUUS Mobile Sp/f. Hetta var ein góður lætti, serliga tá tey t.d. høvdu ætlanir um ein koyritúr í vikuskiftinum, fingu øll í bólkinum boð um hetta við at senda eini SMS-boð.
Tá bólkurin í fjør var komin heilt upp á 60 motorsúkklukoyrarar, varð avgerð tikin um at stovna eitt felag, og 6. desember 2005 var so felagið Eysturoyar MC stovnað. Felagið er heimahoyrandi í Runavík, har allir felagstúrarnir byrja.
Nevndin í Eysturoyar MC sær soleiðis út: Jackie Zachau, Toftir, formaður, Bogi Reinert Petersen, Skála, næstformaður, Andrea Isaksen, Søldarfjørður, kassameistari, Elvi Joensen, Søldarfjørður, skrivari/webmaster, og Tóra Johannesen, Toftir, nevndarlimur.
Formaðurin í Felagnum, Jackie Zachau, sigur, at summarhálvuna koyra teir vanliga ein til tveir túrar um vikuna, alt eftir hvussu veðrið er. Men hesir túrar eru ikki bert koyring, tí støðgirnir, tá termokanna og køkur verða tikin úr taskunum, eru ofta líka langir ella longri enn sjálvir koyritúrarnir. Sosiala samveran hevur eisini nógv at siga.
Ein vanligur kvøldtúrur kann enda hvar sum helst, sum t.d. í Vágum, í Havn, við Gjógv, á Selatrað ella hvar tað skal vera. Ein túr vóru vit á Kalsoynni og síðan til Klaksvíkar, har vit ótu matpakkarnar. Fyrst í mai í fjør vóru vit ein túr í Hetlandi við umleið 30 motorsúkklum. Í mai í ár fara vit til Danmarkar við 22 motorsúkklum. Tann túrurin er fullteknaður, sigur Jackie Zachau, formaður í Eysturoyar MC.
Myndatekstur:











