Jóannes Hansen
Hvørjir møguleikar eru fyri heilt breiðari politiskari undirtøku fyri greinunum í nýggju stjórnarskipaninivið orðingum um støðuna hjá Føroyum? Ikki minst tá ið tað ræður um viðurskiftini við Danmark og yvirhøvur í altjóða samfelagnum, og hvussu Føroyar og føroyingar kunnu vera við til at broyta støðuna.
Hetta var dagsskráin, og tað var hetta, sum var umrøtt í lívligum orðaskifti millum politikarar og fundarluttakarar, tá ið tað mánakvøldið var skipað fyri Trapputingi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Formenninir fyri teir fýra stóru flokkarnar vóru bjóðaðir at taka lut í orðaskifti. Frammanundan hevði Fólkaflokkurin boðað frá, at teirra formaður fór ikki at møta. Í staðin ætlaðist Poul Michelsen, løgtingsmaður og limur í stjórnarskipanarnevndini at møta. Hann fekk forfall mánadagin, tí var einki umboð fyri Fólkaflokkin við í orðaskiftinum.
Kaj Leo Johannesen, Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard lýstu síni sjónarmið, og einir 40-50 fundarluttakarar vóru góðir sparringspartnarar. Fleiri av spurningunum, sum vóru umrøddir, eru svaraðir í fakta kassunum, sum standa saman við hesi greinini.
Hugburðurin var konstruktivur, og politikararnir royndu at vera framrættaðir. Men tað tóktist vera teimum týdningarmikið so at siga at kálka vøllin og harvið at undirstrika, hvussu teirra støða er øðrvísi, enn hon er hjá hinum flokkunum.
Semjan millum sambandsmannin, tjóðveldismannin og javnaðarmannin var felags fatan av, at Føroyar eru land, at føroyingar eru tjóð, og at evsta valdið í og yvir Føroyum er hjá fólkinum, sum býr í hesum landinum.
Men kortini vóru nátúrligu avleiðingarnar av semjuni rættuliga ymiskar hjá teimum trimum floksformonnunum.
Eingin fær alt
Saman við politikarunum var Kári á Rógvi. Hann hevur seinastu nógvu árini fingist við grundlógararbeiði og stjórnarskipanir. Fyrstu árini var hann skrivari í grundlógarnevndini. Nú er hann næstformaður í stjórnarskipanarnevndini. Kári skrivar í løtuni Ph. D. á lærda háskúlanum í Reykjavík um grundlógir og stjórnarskipanir.
Kári hevði onga framløgu mánakvøldið. Men hann luttók í orðaskiftinum, og hann gav eitt nú til kennar, hvussu hann heldur, at politikararnir eiga at finna saman um tjóðskaparligu semjuna í stjórnarskipanararbeiðnum.
Í politikki er tað soleiðis, at eingin skal rokna við at fáa alt. Loysingarmenn og sambandsmenn mugu finna saman um eina loysn, sum teir vita, at føroyingar kenna seg tryggar við. Málið eigur at vera, at nevndin semist um eina stjórnarskipan, sum loysir verandi stýrisskipan av og verður samtykt eftir broytingarreglunum í galdandi stýrisskipanarlóg og eisini á fólkaatkvøðu. Í uppskotinum um nýggja stjórnarskipan er mannagongd uppskotin, sum leggur upp til, at møgulig broyting í ríkisrættarligu viðurskiftunum hjá Føroyum skulu samtykkjast á serligan hátt. Tilmælið er, at sovornar broytingar skulu samtykkjast í Løgtinginum við vanligum meiriluta, síðani á fólkaatkvøðu við vanligum meiriluta. Millum hesar báðar samtyktirnar í Løgtinginum og á fólkaatkvøðu eigur at vera umhugsunartíð upp á eitt ár, segði Kári á Rógvi.
Umvæla
Kaj Leo Johannesen segði seg síggja arbeiðið við stjórnarskipanini sum møguleiki at umvæla stýrisskipanarlógina, sum nú er meiri enn tíggju ára gomul. Royndirnar eiga at bera við sær góðar fyritreytir fyri skilagóðari innrætting av stýrisskipanarlógini. Sambandsflokkurin sær ikki hesa lógina sum grundlóg. Sambandsflokkurin staðfestir, at Føroyar eru undir donsku grundlógini, og at tað framvegis ikki er undirtøka millum føroysku veljararnar at Føroyar skulu hava sína egnu grundlóg.
Sambandsflokkurin hevur einki ímóti, at tað í arbeiðnum verður umrøtt og ásett, hvussu mannagongdirnar móti fullveldinum skulu vera. Eingin skal tó ivast í, at Sambandsflokkurin ikki fer at arbeiða fyri, at Føroyøar skulu gerast fullveldi og harvið, at stjórnarskipanin ella stýrisskipanarlógin skal verða grundlóg. Ríkisfelagsskapurin er góður fyri Føroyar, og tað er eisini gott fyri Føroyar, at stýrisskipanarlógin verður umvæld. Vanliga siga vit, at tá vit inrætta aðru ferð, eydnast tað best.
Gongdin seinastu árini kundi borið boð um, at tað ikki verður so torført at finna tjóðskaparliga semju í stýrisskipanarlógini, sum tað t. d. kann gerast í spurningum, ið hava við persónlig rættindi og tilfeingi at gera, helt Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
(Sí eisini viðmerkingar hjá Kaj Leo Johannesen).
Fólkið skal byggja nýtt
Høgni Hoydal segði seg vera samdan við sambandsformannin í, at broytingarnar, sum skulu gerast, skulu vera sambært fólkaviljan. Men meðan Kaj Leo Johannesen fokuseraði upp á broytingar og tillagingar í stýrisskipanarlógini, sum hann ikki metir, at fólkið er sinnað so at siga at taka burtur fyri at broyta ríkisrættarligu støðuna, so er sjónarmiðið hjá tjóðveldisformanninum, at høvið skal nýtast til víðgongdar broytingar:
ein óskrivað søga,
ein orðaleys røða,
um fólkið her livdi, skapaði tjóð.
(Christian Matras).
Tað er hesa óskrivaðu søgu, hesa orðaleysu røðu, um fólkið her livir og skapar tjóð sum grundlógararbeiðið snýr seg um. At skriva tað óskrivaða at orða tað orðaleysa um okkara virðir, rættindi og skyldur. Sum tjóð, sum einstaklingar og sum heimsborgarar. Við okkara egnu grundlóg skal fólkið fáa rødd, taka støðu til grundleggjandi virðini í okkara samfelag, lógirnar, rættin og valdið. Tað snýr seg sostatt rætt og slætt um fólkaræði. Veruligt fólkaræði, sum ongantíð hevur verið sett í verk í Føroyum, segði Høgni Hoydal, og hann helt fram:
Føroya fólk er bert einaferð spurt um okkara politisku rættindi sum fólk og okkara stjórnarskipan júst fyri 60 árum síðani. Tá segði fólkið nei til eina heimastýrisskipan og valdi, at vit sjálvsagt hava somu rættindi sum aðrar tjóðir í heiminum. Men fólkaræðið varð ikki sett í verk. Politisku flokkarnir og danskir myndugleikar gjørdu ístaðin av, at vit skuldu virka eftir heimastýrisskipan, sum fólkið júst hevði vrakað og grundlóg, sum vit ikki sjálvi hava valt.
Higartil hava politisku flokkarnir sett mørk fyri og skert valdið hjá fólkinum. Við at samtykkja egna grundlóg skal fólkið seta mørk fyri valdinum hjá politisku flokkunum og myndugleikunum, var boðskapurin hjá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldisflokkinum.Høgni Hoydal mælti fólki til at lesa álitini frá grundlógarnevndini og taka av tí gylta møguleika hjá fólki í dag at ávirka føroysku grundlógartilgongdina. (sí eisini viðmerkingar frá Høgna Hoydal).
Avgera sjálvir
Jóannes Eidesgaard segði seg hava verið við í grundlógararbeiðnum síðani sjøtul í februar 1999 varð settur á arbeiðið.
Grundlógararbeiðið, sum nú er vorðið stjórnarskipanararbeiðið, er tað gagnliga úrslitið, sum liggur eftir fullveldislandsstýrið, segði løgmaður í fyrsta innlegginum. Seinni á fundinum staðfesti hann eisini, at tað í spurninginum viðvíkjandi ábyrgd fyri egnum landi hevði verið stórur dynamikkur seinnu árini. Sitandi samgonga ætlar at yvirtaka fólkakirkjuna í 2007. Løgmaður metti, at tað hevði verið óhugsandi, at Sambandsflokkurin skuldi verið partur av sovornari yvirtøku fyri tíggju árum síðani.
Tjóðskaparliga semjan snýr seg um, at vit semjast um mannagongd, sum millum annað kann nýtast til fullveldistøku. Yvirøkulógin, uttanríkispolitiska heimildarlógin og Fámjins skjali eru amboð, sum geva føroyinum heimild at flyta seg at fullveldistøkuni. Takið hjá politikarunum er nú at semjast um orðingar fyri mannagongdum í stýrisskipanarlógini, sum kunnu nýtast, um ella tá ið føroyski viljin verður at taka fullveldi. Tað er týdningarmikið, at vit semjast um hetta, sum eg síggi at vera fólksins sak. Politisku ósemjurnar fara síðani at snúgva seg um ferðina í prosessini. Takið nú er at fáa flokkarnar at semjast um mannagongdirnar. Tað vil eitt nú siga, um fleiri løgting skulu taka somu avgerð og hvussu tað skal vera við fólkaatkvøðum, segði løgmaður, sum ikki segði seg ivast í, at gongdin við at føroyingar taka alt størri ábyrgd fyri egnum landi, fer at halda fram.
(Sí eisini viðmerkingar frá Jóannes Eidesgaard)
HVAT ER STJÓRNARSKIPAN?
Tey skjøl ella siðvenjur, ið áseta, hvørjir stovnar, hvørjar mannagongdir og hvørji rættindi skulu vera í politiskari skipan kunnu sigast at vera stjórnarskipanir.
Í Føroyum hava vit stýrisskipanarlógina. Hon kom í 1994 í staðin fyri stýrisskipanarlógina og lóg um umboðsvald Føroya frá 1948. Undir krígnum høvdu vit fyribils stýrisskipan, og áðrenn kríggið var sonevnda løgtingslógin (samtykt á fólkatingi) stýrisskipan. Løgtingið er stovnað í 800-árinum (ella fyrr) og varð upprunaliga helst skipað eftir siðvenju ella stuttum viðtøkum.
Føroyar hava sostatt altíð havt stjórnarskipan, men ikki nakað einstakt fullfíggjað stjórnarskipanarligt skjal.
Stýrisskipanarlógin lýsir týðandi stovnar, vald og mannagongdir teirra. Stýrisskipanarlógin er grundlóg Føroya í yvirtiknum málum.
Føroyar eru knýttar at danska ríkinum við síni grundlóg, og onkustaðni ímillum grundlóg og stýrisskipanarlóg er heimastýrisskipanin lýst í heimastýrislógini og øðrum skjølum, ið samtykt eru bæði á løgtingi og á fólkatingi. Harumframt hava vit samtykt at gera eftir europeiska mannarættingarsáttmálanum (EMRS), ið eisini hevur dám av stjórnarskipan.
Flestu fólk í heiminum liva undir fleiri stjórnarskipanum ella grundlógum í senn. Býrt tú í býnum Flensburg, so ert bæði undir forfatningini hjá landinum Schleswig-Holstein, grundlógini hjá Týska Samveldinum, og undir stjórnarskipanini (ásett í sáttmála) hjá ES, umframt EMRS.
Summastaðni brúka tey ymisk orð um ymsu skjølini, meðan aðrastaðni brúka tey sama orðið. Til dømis eita stjórnarskipanarskjølini hjá amerikansku statunum Constitution, ið er sama orðið sum samveldið brúkar um sítt grundlógarskjal.
Í samveldum er ofta álagt dómstólunum at døma um stríð kemur í ímillum ymsu skipanirnar. Danmark er júst dømt fyri ikki at hava fylgt EMRS og má tí broyta sína lóg. Føroyar og Danmark avráddu í 1948 at serligur stovnur við umboðum fyri londini bæði og við dómarum úr hægstarætti skuldi døma, um stríð gjørdist um okkara samveldisskipan. Henda áseting í heimastýrislógini er ongantíð vorðin brúkt, helst bæði tí at danir hava givið seg í mongum málum, men eisini tí skrivstovan hjá løgtinginum steðgar uppskotum, ið møguliga møguliga ikki kundu havt ført til donsk mótmæli og sloppið at staðið sína roynd í hesum stovni.
TJÓÐSKAPARLIGA SEMJAN
Formansskapurin í stjórnarskipanarnevndini (fyrr grundlógarnevndini) hevur mælt til, at vit staðfesta í føroyskari stjórnarskipan:
atføroyingar eru fólk og tjóð
atFøroyar eru land við egnari stjórnarskipan, virðum og rættindum
atFøroyar og føroyingar hava ósløkkjandi rætt til sjálvræði
atFøroyar eru í sáttmálakendum samveldi, ið vit bæði kunnu broyta og fara úr
at mannagong skal samtykkjast fyri týðandi ríkisrættarligum broytingum, um tað er at fara úr verandi støðu ella fara inn í onnur samveldi, áðrenn sum aftaná fullveldi.
Um hetta eru ásetingar í uppskotinum um stjórnarskipan, sum fólk vónandi fara at gera viðmerkingar til.
Stjórnarskipanin hevur eisini ásetingar um stýrisskipanina og kemur tí í staðin fyri stýrisskipanarlógina.
Stjórnarskipanarnevndin skal gera sítt tilmæli liðugt í ár. Síðani fer uppskotið fyri løgtingið, og verður tað samtykt bæði á hesum tinginum og eftir næsta val, verður tað síðani lagt fyri fólkaatkvøðu. Men fyrr fólk gera vart við seg, fyrr fáa tey ávirkan.