Fleiri tættir dystir

Tríggir dystir vóru í Sunset-kappingini hjá kvinnum um vikuskiftið, og í tveimum av førunum var talan um tættar dystir.

Á Skála tók StíF móti Neistanum úr Havn. Neistin hevur fingið eina stak góða byrjan upp á kappingarárið, og havnarliðið sigraði eisini á Skála, men tað var ikki eins lætt, sum høvdu fleiri annars kanska høvdu væntað.

Avgerðin fall móti endanum
Neistin vann dystin á Skála 23-20, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 12-12 í hálvleikinum. Neistin var á odda í fleiri førum í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist tó hvørja ferð vertunum at koma upp á javnt. Tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika, javnaði StÍF til 20-20, men seinasu fimm minuttirnar eydnaðist tað Neistanum at skjóta trý mál, meðan heimaliðið einki fekk, og tí gjørdist endaliga úrslitið 23-20 til Neistan.
Neistaliðið er styrkt í ár í mun til í fjør við tað, at Nicoleta Radu Hansen og Annika Ljósstein eru komnar í hópin úr ávíkavist Søljuni og Stjørnuni. Hinvegni hevur liðið mist ein profil í Marjun Tróndarson, ið er farin til Danmarkar í lestrarørindum.

Stjørnan gjørdi sína skyldu
Steypavinnararnir úr Stjørnuni gjørdu sína skyldu, tá ið teir sunnudagin høvdu vitjan av VÍF. Stjørnan vann dystin móti vestmannakvinnum 25-19. Í hálvleikinum var Stjørnan á odda 11-10.
Sum tølini eisini prógva, so fylgdu gestirnir úr Vestmanna væl við fyri steðgin og vóru fleiri ferðir á odda, men eftir steðgin tó Stjørnan sær um reiggj, og heimaliðið fór beinan vegin frá gestunum.

Tvey stig til Kyndil
Leygardagin tók Kyndil móti Søljuni í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil sær út til at standa seg betur í ár enn í fjør, og liðið hevur longu fingið nøkur stig til høldar. Søljan taldist í fjør millum teirra, sum stríddust um heiðursmerki, men í ár hevur liðið mist nakrar av stuðlunum á liðnum. Nicoleta Radu Hansen er farin í Neistanum, meðan tvær aðrar, Lina Andriulyte og málverjin Kristina Griksaite nú eru í Kyndli.
Dysturin leygardagin var tættur og spennandi. Í fyrra hálvleiki gekk rættuliga javnt á, men eitt skifti var Søljan á odda við fýra málum 11-7, men seinastu løtuna av hálvleikinum fekk heimaliðið tó strítt seg upp á javnleik 11-11.
Eftir steðgin byrjaði Kyndil betur og legði seg á odda við fýra málum, og tað gloppið gjørdist ov stórt hjá Søljuni at heinta inn aftur, og tí fekk Kyndil bæði stigini fyri 21-19 sigurin.

StÍF-Neistin 20-23 (12-12)
StÍF: Rebekka Justinussen 12(4), Ninna Johansen 3, Guðrun Ólavsdóttir 3, Poula D. Olsen 1, Rósa Johansen 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 7, Annika Ljósstein 5(1), Mildrið Jacobsen 4, Annika Thomsen 3, Súna Mørk 2(1), Birita Wardum 1, Rakul Augustinussen 1
Útvísingar: StÍF 4, Neistin 2
Dómarar: Hartvig Joensen og Kári Hansen


Stjørnan-VÍF 25-19(11-10)
Stjørnan: Alina Olaru 10(5), Bára Skaale Klakstein 4, Una Olsen 4, Anna Kristina Samson 3, Louisa Andreasen 2, Katarina Stjepanov 2
VÍF: Ioana Rapa 7(4), Jacklin Durhuus 4, Heidi Joensen 4, Torgunn Johansen 2, Fríða Marjunardóttir 1, Alis Høghamar 1
Útvísingar: Stjørnan 2, VÍF 5
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen


Kyndil-Søljan 21-19(11-11)
Kyndil: Jórun Ludvig 5, Eyðritt Andreasen 4, Lina Andriulyte 4(2), Súsanna Petersen 3, Linda Weihe 3, Randi S. Wardum 2
Søljan: Hertha Simonsen 6, Sólja Jóanisdóttir 6(4), Heidi Maria Akselsen 4, Irdi Mikkelsen 1, Fía Selma Nielsen 1, Louisa Niclasen 1
Útvísingar: Kyndil 2, Søljan 6
Dómarar: Hallur Danielsen og Petur Skeel Dahl