Kári Thomsen
Framløgur vóru frá Klæmint Weihe, umboðandi SEV, Jóhan í Niðristovu frá felagnum Røkt í Vestmanna, Hans Christian Dam, stjóra í Fjarhitafelagnum, og Marita Hentze, verkfrøðingur og lærari á Tekniska Skúla, ið umrøddi streymorkuverk í Føroyum og uttanlanda.
Einki nýtt frá SEV
Klæmint Weihe legði fyri við gjøgnumgongd av verandi orkuframleiðslu býtt á termiska orku, vatnorku og vindorku. Fyri tey, ið áður hava hoyrt framløgu Klæmints, var einki nýtt á skránni. Nomið varð við hvussu stór minking verður í CO2 útlátinum við sera kostnaðarmiklu vatnorkuútbyggingunum. Vístar vóru talvur, stabbamyndir og hopur av talyvirlitum, ið trupul kundu verða at fáa skil á hjá teimum, ið ikki frammanundan vóru hampuliga væl kunnað um orkuframleiðslu, orku-nýtslu og ávirkanir/útlát í náttúruna.
Býtið millum oljunýtslu til upphiting, flutning og ravmagn er lítið og einki broytt, og útlátið av skaðiligum veðurlagsgassum gongur bert skeiva vegin.
Sólorka
Komið var inn á sólorkuskipanina, ið Vestmanna Skúli hevur fingið sett á tekjuna. Nevnt varð ikki at talan er um eina royndarverkætlan har dataloggari og telduforrit eru klár at seta til heimasíðu skúlans. Verkætlanin stendur í monokrystall sólkyknum og í ser-gjørdum kyknum ætlað vanligum dagsljósi. Àhugavert er tí at síggja hvussu stórur munur er á 840 sólartímum um árið í mun til umleið 4500 dagsljóstímum, fyriuttan tað, at útbúnaðurin og tøknin er sera hent í undirvísingarhøpi á framhaldsdeildum, HF- og studentaskúlum og tekn-iskum skúlum. Tó so, um ella nær nakar annar enn SEV sleppur at síggja og nýta sólorkuhagtølini er ilt at siga.
Búskapur í vindorku kontra olju
Nevnt varð at dieselorkan allarhelst kemur at verða útbygd saman við meiri vatnorku í Vágum, Suðuroy, Norðurstreymoy, Eiði 2 og Norðoyggjum.
At oljuprísurin hevur ávirkan á ravmagnsprísin er væl skilligt, men nevnt varð einki um hvussu støðan kann blíva um olja kemur upp á 100 dollar tunnan ella tvær ella tríggjar ferðir tað. Oljukostnaðurin økist í heilum, og, sum Klæmint nevndi, er eftirspurningurin øktur munandi í Asiatisku londunum samstundis sum framleiðslukapasiteturin ikki er førur fyri at nøkta tørvin. Klæmint gloyndi her at nevna at talið og víddin av oljufundum á ongan hátt stendur mát við tørvin á olju og eisini tí økist prísurin við hækkandi eftirspurningi.
Vindorka hevur tikið seg fram og virkar sera væl burtursæð frá at nøgdin av ójavnu vindorkuni sambært SEV -ikki kann verða meiri enn uml. 25% av náttarframleiðsluni. Fundarluttakarar nevndu møguleikan at lækka orkuprísin um náttina sum flest onnur lond og á tann hátt geva møguleika fyri at økja um náttarbrúkið og procentpartin av vindorku. Vaskimaskinur nýta uml. 2 til 3 kilowatt pr. vask og er væl hugsandi at fleiri vildu vaska klæði millum kl. 12 á nátt og 6 -7 á morni til ein kilowatt prís á t.d. 60 oyru. Ravmagn kann eisini nýtast í stórum nøgdum til upphiting av vatni, frysting og turking. Eingin reaktiónin hómaðist frá SEV-stjóranum tó at henda leið er so uppløgd og løtt at seta í verk.
Klæmint nevndi at vindorka í dag er búspaparliga skilagóð tá hugt verður eftir kostnaðinum á olju til ravmagnsframleiðslu. Sambart fyrsta ávegis álitinum hjá Vinnumálaráðnum um orku var framleiðslukostnaðurin av vindorku í 2003 0,25 kr. pr. kilowatttíma, meðan kostnaðurin (sambart ársfrágreiðing SEVs fyri 2003) var 0,33 kr. pr. kilowatt tíma fyri oluframleitt ravmagn. Øllum kunnugt er oljukostnaðurin í dag tvífalt tí hann var í 2003, so búskaparliga kappingarførið er í dag meiri enn tvífaldað í vindorku-framleiddum ravmagni. Àrinskostnaðir frá leiting, framleiðslu og nýtslu av olju eru ikki tiknir við, so ein trí- ella fýrafalding er væl hugsandi.
Sum Preben Maegaard, stjóri fyri Nordvestjydsk Folkecenter for Vedvarende Energi, nevndi fyri tíð síðan: Um vindorka ikki lønar seg ín Føroyum har vindorkunøgdin er tvífalt tí donsku, ja, so skilti hann ikki hví vindorka var so lønandi í Danmark.
Vatnorkuútbyggingar
Klæmint segði í stuttum frá teim vatnorkuútbyggingum, ið SEV hevur lagt í kortið. Tíðarætlan fyri samlaðu ætlanini varð ikki nevnd, men lukkutíð er helst talan um nógv nógv ár og til tað tíð hava vind- aldu- streym- og sólorka og betra tøkni ment seg so nógv, at vit kunnu byrja at seta í stand aftur oyddu náttúruøkini m.a. Eiðisvatn og Vatnsnesvatn í Suðri.
Sambært Klæminti so skulu veldugar vatnorkuútbyggingar fremjast fyri uml.1,4 milla.kr. Kommunurnar skulu framhaldandi skuldarbindast og ravmagnskostnaðurin við hækkandi oljukostnaði fer at økjast munandi.
Vágar
Í Vágum ætlar SEV at byrgja Tjørndal og Kvígandal inni og bora samlitunnlar til áirnar, ið renna í Leitisvatn og Fjallavatn. Orkustøðin verður síðan bygd við Oyrargjógv. At Fjallavatn er friðað er Klæminti fullkomuliga líkamikið. Sum hann nevndi tað sjálvur á fundinum, verður tað eitt mál, ið serstakliga Yvirfriðingarnevndin skal avgera. Og støðuna hjá Yvirfriðingarnevndini til SEV-útbyggingar kenna vit alt til frá Eiði 1 og 3. Borað verður fyrst og so søkt um loyvi aftaná. Og árinskanningar seinka bara málinum og kunnu gerast eftir at økið er sett undir vatn. Kostnaðurin sigst blíva 300 mill.kr. Sev-útbyggingar eru mestan tvífaldaðar tá alt er liðugt, so talið verður meiri sannlíkt 600 mill.kr. At Leitisvatn er álitið í fiskivinnu og húsarhaldum í Vágum er ikki Klæminti viðkomandi, so vágafólk eiga at gloyma fiskivinnuna og finna uppá okkurt annað.
Suðuroy
Suðringar kunnu (fyribils) síggja fram til at Kirkjuvatn framyvir verður tað náttúruøkið tað allatíð hevur verið. Klæmint hevur slept hesu garrvillu ætlan til 166 mill.kr., ið skuldi framleiða tað tvær av myllunum (10 mill.kr.) í Vestmanna megna.
Norðoyggjar
Í Norðoyggjum verða allar áir tiknar frá Hipplingsdali til Áarskarð, og nýggj byrging gjørd um Breiðá har nýggj orkustøð verður bygd. Kostnaður 160 mill.kr., ið sum nevnt áður kann faldast við tvey. Framleiðslan verður áleið tað 3 myllur geva.
Eiði2
Eiði 2 er framhald av Eiði 1 og 3 og fevnir um økið frá Svínáum suður til Gjógvará. Vatnið skal førast í tunnli norður til Eiðisvatn við einum veldugum orkumissi við tað at hæddarmunurin verður góðar 100 metrar frá Gjógvará og norður. Allar stóru og vøkru áirnar frá Selatrað um Eysturoyarsillina og norður til Svínáir hvørva. Kostnaðurin verður sambært SEV 200 mill.kr. og framleiðslan 20 mill kW tímar.
Kaldbak
Við Kaldbak og Kaldbaksbotn er ætlanin at taka allar áirnar frá Høgadalsá, fram við Kaldbaksfirði og til áirnar í Mjørkadali. Byrging verður gjørd um Týggjará við samlitunnili inn í Mannafellsdal og víðari til Mjørkadal, og við veit eystur til Høgadalsá.
Orkustøðin skal byggjast við áarósan innan fyri landsvegin. Kostnaður sambært SEV 160 mill.kr. og framleiðslan 12 mill. kW tímar.
Norðuri í Dølum
Norðuri í Dølum verður byrging gjørd um Herjardal við trimum samlitunnlum. Ein tunnil verður norður til Breiðá, ein til stóru ánna undir Malaknúki og ein suður til Nátagjógv. Frá byrgingini í Herjardali verður síðan gjørdur tunnil til Vatnið, ið longu virkar sum brunnur til Fossáverkið. Kostnaður 180 mill.kr. og framleiðsla uppá 18 mill kW tímar.
Víkarvatn
Nýggjasta ætlan SEVs er at taka Víkarvatn omanfyri Haldarsvík. Verkætlanin er ikki kend í smálutum, men við samanberingar við nakrar av áður nevndu útbyggingum, verður byrging gjørd um Víkarvatn ella Fossdal og samlitunnlar boraðir suður til Streymnes og norður til Brekká, ið er norðasti endi á Streymoy. Orkustøð verður allarhelst bygd millum Haldarsvík og Langasand. Kostnaður 350 mill.kr. og framleiðslan 42 mill.kW tímar.
Sum skilst er talan um ovurhonds stórt inntriv í føroysku náttúruna. Okkara sera vøkru áir, fjallavøtn, smáir dalar, tjarnir og løkir hvørva. Úrtøkan er góð 120 mill. kW tímar til ein kostnað, ið væl kann koma upp á 2 milla.kr.
Til samanberingar kann vísast á, at einans 14 vindmyllur hvør á 2000 kW generatormátti kunnu framleiða somu ravmagnsnøgd. Kostnaðurin fyri 14 slíkar myllur er góðar 200 mill.kr. ella 1/10 part av tí SEV hevur í hyggja at binda komandi ættarlið uppá.
Alduorkuverkið í Vágum
Klæmint hevði bert 20 minuttir til sína framløgu, og fekk tí ikki stundir at siga nakað um alduorkuverkið, ið ætlandi skal byggjast í Vágum tætt undir Rituberg.
Til hesa ætlan síggjast somu fyribrygdi í arbeiðs- og mannagongdum SEVs. Eigari av lendinum verður ikki eftirspurdur, og enn minni eftirkannað um Miðvágs kommuna vil viðmæla ætlanini.
Sera stórur ivi er um ætlanin nakrantíð sær dagsins ljós. Enska felagið Wawegen er keypt av útlendskum fyritøkum, og spyrjast kann tí um nýggi eigarin er áhugaður at seta hundratals millónir í eitt alduorkuverk í Føroyum. Spyrjast kann eisini hví enska stjórnin ikki longu hevur stuðla undir bygging av fleiri slíkum verkum fram við ensku vesturstrondini, ið hevur líka góðar og kanska betur umstøður enn økið undir Ritubergi.
SEV vildi í síni tíð ikki ofra eina kónu til vindorkumenningina í Vágum, men skal nú trumla eina øðrvitisverkætlan ígjøgnum. Hví, kann spyrjast ? Tekniski førleikin er ikki til staðar í landinum og orkuúrtøkan verður illa nokk tað gamla myllan í Neshaga kann geva.
Men hvat, grunnurin til førleikamenning kann brúkast til so nógv ørt.
Pumpa vatn við vindorku
Felagið Røkt í Vestmanna hevur gjørt uppskot til hvussu vindorka - á náttartíð - kann nýtast til at pumpa vatn upp í verandi byrgingar. Jóhan í Niðristovu legði fram sera áhugaverdu og væl gjøgnumarbeiddu verkætlanina. Í stuttum er talan um at seta um 10 myllur upp afturat teim trimum, ið settar eru upp. Hugskotið er at gera tað møguligt at fáa meiri vindorku inn á ravmagnsnetið í dagtímunum, og síðan at skifta yvir til pumpur á náttartíð tá tørvurin á ravmagni er ov lítil at taka ímóti allari vindorkuni.
Júst sum Klæmint segði á Orku- og Umhvørvisráðstevnuni í 2002, ið Føroya Náttúruverndarfelag skipaði fyri, so kunnu fólk ella feløg seta so nógvar vindmyllur upp teimum lystir, men tey skulu bara ikki rokna við at sleppa inn á okkara net.
Sama niðurlag bleiv lagt fyri Jóhan í Niðristovu. Pumpa vatn so gali tit vilja, men at gera nýtslu at útbúnaði hjá teimum (SEV), tað kemur ikki upp á tal.
Fjarhiti frá Sundsverkinum
Hans Christian Dam, stjóri í Fjarðhitafelagnum, hevði eina góða framløgu av ætlanini at nýta spillhitan frá Sundsverkinum til nýggju býlingarnar í Hoyvíkshaganum. Tórshavnar kommuna hevði fyri stuttum uppskot at gera vatnland á Sundi. Hvussu skilagóð henda ætlan var kann ein ivast í, tí vatnland á skuggasíðu við larmandi dieselmotori sum nærmasta granna er ikki júst áhugavert vitjunarstað.
Spell at fjarhitaætlanin ikki bleiv fram fyri 30 árum síðan. Oljuprísurin gongur bert ein veg og tað er uppeftir, so spurningurin er um nýggju brúkarnir í Hoyvíkshaganum ikki heldur áttu at gjørt íløgu í sólorkuskipan til upphiting. Fer tað at loysa seg at gera eina fjarhitaskipan tá oljan verður so kostnaðarmikil at bert bussar, ambulansur og brandbilar fáa olju ?
Streymorka
Marita Hentze, verkfrøðingur, segði frá um áhugaverdu kanningarnar, ið Jens Marius Poulsen gjørdi til framleiðslu av orku burturúr streymi. Vestmannasund var tá í uppskoti at fáa sett upp turbinur, men hendi tó ikki nakað ítøkiligt.
Síðan hava m.a. normenn og hetlendingar sett upp royndarverkætlanir. Í Hammerfest eru smáar myllur settar upp á botni og í Hetlandi er onnur skipan nevnd Stingray, ið er vongur, ið koyrir upp og niður við streyminum.
Fyrimunir við streymorku er at ravmagnið er nógv meiri javnt enn t.d. vind- og alduorka.
Fundurin var siðiligur og áhugaverdur og hugleiddi Óla Breckmann m.a. um hvussu nógvar milliónir tons av torvi menn høvdu skorið og borið til høldar gjøgnum nøkur árhundraðir.
Spurningur var frammi til Klæmint Weihe um SEV ikki kom at verða við sviðið soð nú tøkniliga menningin gekk so skjótt at tørvur ikki bleiv á milliarda íløgunum í vatnorku. Nevnt var sum dømi nýggja plastsólkyknan, ið granskarar á Risø hava uppfunni. Kostnaðurin sigst blíva um 100 kr. fyri fermeturin, so sethús kunnu við bert 10.000 kr. í íløgu framleiða um 10 kW pr. tíma.
Sjálvandi trúi Klæmint ikki uppá slíkt møsn. Olja og vatnorka er og verður álitið, sambært Klæminti.
Politikur og orka
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum, endaði fundin við stuttari famløgu um ætlanir landsstýrisins á orkuøkinum. Arbeitt verður við nýggjari el-veitingarlóg og kemur tað framyvir at verða politiska skipanin, ið stingur út í kortið hvørjar orkuætlanir fremjast skulu. Hetta er í tøkum tíma. Vinnuhúsið og arbeiðarafeløg hava víst á, at orkupísurin er ov høgur. Tað ber snøgt sagt ikki til at kappast við grannalond okkara Ísland og Noreg. Turkaðan fisk ella klippfisk, ið grannanir útflyta fyri fleiri milliarda upphæddir hvørt ár, kunnu vit ikki verða við uppií. Orsøkin er einans SEV og Klæmint Weihe fyri at takka.
Bjarni nevndi vetnistilgongdina, ið við risa stigum tekur seg fram í ídnaðarlondunum. Íslendingar eru uppií útlendskum samstarvi um bygging av fiskiskipi, ið skal nýta vetni sum bennievni, og øll norðanlond fyrireika nýggju orkutøknina. Frá Oslo til Stavanger verða vetnisáfyllingarstøðir settar upp, og danir fyrireika sama leist frá Hanstholm til Hamborg har týskarar eru byrjaðir at seta upp støðir fram við 2000 km av motorvegi.
Ravmagnsskipanin í ES er liberaliserað og stóru framleiðararnir leggja eina æru í at verða so opnir og framskygdir sum gjørligt. Danska el-felagið Elsam hevur opinbara nýggja fyribrygdið nevnt VEnzin. (VE= Vedvarende Energi). Ravmagn, hiti og orka til flutning verða framyvir skilt sum ein eind og ikki tríggir sjálvstøðugur partar. Lykilin er varandi orka, fyrst og fremst vindorka, ið partvís veitir ravmagn á elnetið (í dagtímum) og partvís veitir orku til framleiðslu av vetni (um náttina). Við avbrenning av vetninum fæst ravmagnið frá vindorkuni aftur fyriuttan vatnið, ið í tilgongdini er vorið heitt. Á meginlandinum eru fleiri alternativir orkuberar, m.a. ethanol, methanol og plantuolja. Einki av hesum kunnu vit framleiða í Føroyum, tí lívrunnið tilfar ikki er til staðar í nóg stórum nøgdum. Einasta orkubera ella brennievni vit sjálvi kunnu framleiða er vetni, og tí er ongantíð ov skjótt at skjøtil verður settur á frá politiskari síðu.
Og tað verður tað sambart landsstýrinum og Bjarna Djurholm, so vón er fyri framman við nýggju el-veitingarlógini og einskiljingini av SEV.
Havnar Framburðsfelag hevur rós uppiborðið fyri skipan av evnis- og tjakfundum. Framtakshugur við fríðari og liberalari vinnu á øllum økjum er tað, ið skal til, skal framtíðar samfelagnum verða lív laga. Men, gloymi ikki atlitið til náttúru og umhvørvið uttan reina og óspilta náttúru gerst alt tað sama.