Kári P. Højgaard, løgtingsmaður
Ein arbeiðsbólkur hevur latið úr hondum álit um undirsjóvartunnil millum Suðureysturoy og Suðurstreym, umframt tunnil millum ytru armarnar á Skálafjørðinum. Uttan iva hevur bólkurin gjørt eitt dygdargott arbeiði og hava limirnir eisini ein førleika og fakliga vitan, ið borgar fyri, at úrslitið ið fyriliggur er gott støði at byggja víðari á, men sum teir sjálvir søgdu. Tað er komið so langt sum komast kann uttan tær stóru íløgurnar, men nú má peningur til og talan er um milliónaupphædd.
Almennur kunningarfundur varð fyriskipaður á Svangaskarði av politisku feløgunum fyrst í desember, har arbeiðsbólkurin sera náðgreinliga greiddi frá verkætlanini. Fundir hava somuleiðis verið fyri politisku flokkunum, og stutt undan jólum varð so kunnandi fundur í Tinganesi, har løgmaður, landstýrismenn, embætisfólk og umboð fyri Landsverk vóru møtt.
Lítil ivi man verða um, at fólkið á eystara armi ynskir at kunna koyra beinleiðis til Havnar uttan at fara yvir á Strendur fyrst. Helst hava strandingar og skálafólk sama ynski um at koyra beinleiðis til Havnar, uttan at noyðast at vitja yvir í Heiðar fyrst. Ein Salomonisk loysn á hesum spurningi varð eisini nevnd, tað var ein trýsporaður vegur til Havnar við tveysporaðari uppkoyring til eystara og vestara arm á Skálafjørðinum. Hendan loysn minkar um trýstið, og fær væntandi eina breiða undirtøku í fólkinum.
Nes - Runavíkar og Sjóvar kommuna hava saman við fíggingarfelag, valt umboð í eitt partafelag, sum saman við arbeiðsbólkinum skal arbeiða víðari við málinum. Umsókn um neyðug loyvir er send politiska myndugleikanum, Vinnumálastýrinum og nú er tað, at tokið eftir míni metan fullkomuliga fer av sporinum.
Í staðin fyri at samskifta við umsøkjararnar, verður málið fjølmiðlashow burturav. Landstýrismaðurin í Vinnumálum og Landsverk hvør í sínum lagi yvirtaka privatu verkætlanina og boða frá, at besta loysnin er at gera tunnilin millum Raktanga og SS, og at gera eina pelabrúgv millum Toftir og Strendur. Grundgevingin fyri brúgv er m.a., at hon er orkusparandi, og at betri møguleiki verður fyri at ferðast tvørtur um fjørðin, uttan at tað skal vera neyðugt at koyra í bili.
Tað kennist hugstoytt hjá mær sum fjarðbúgva og valdur sum kommunustýris / og løgtingslimur, at hoyra fremsta almenna ráðgevan, stjóran í Landsverk, koma við eini tilráðing um jólahalguna, har hann mælir til, at atkomumøguleikarnir til Skálafjørðin, størsta og besta náttúrhavn í Føroyum, skulu skerjast við eini stálbrúgv í fjarðarmunnanum. Hetta skaðar framtíðarmøguleikarnar hjá teimum størstu ferðamannaskipunumm og avmarkar eisini møguleikarnar fyri at fáa boripallar og aðrar størri flótandi eindir inn á fjørðin. Síðst men ikki minst kemur ein brúgv at verða áloypandi í umhvørvinum og skemma náttúrumyndina við fjarðarmunnan.
Tað er týdningarmikið at fáa greiði á, um útmeldingar landstýrismansins og hjá stjóranum í Landsverk eru hugleiðingar ella almenn krøv. Skal verkætlanin gerast veruleiki, eigur eitt neyvt samskifti at verða millum landstýrismannin, partafelagið og kommunurnar, ið standa aftanfyri verkætlanina.
Skálafjørðurin hevur virkað sum útgerðarhavn í sambandi við tær boringar, framdar eru í føroyskum sjóøki. Farmaflutningurin er minkaður munandi, men í ár vitjaðu fleiri ferðamannaskip her. Ein stór og týdningarmikil boring verður framd komandi ár, ið fer at geva nakað av avleiddum virksemi á landi. Hvat framtíðin annars hevur at bjóða Skálafjørðinum og fólkinum ið búleikast her, er ilt at meta um. Vit hava eitt arbeiðskapandi vinnulív og bestu møguleikar. Øll stig, ið verða tikin, mugu verða til framburð og menning fyri økið. Tí skulu eisini allir ferðsluspurningar til og kring fjørðin fremjast í samráð við lokalu myndugleikarnar, og ikki kroystast teimum niður yvir høvdið.
Eg vil til seinast boða frá, at eg haldi ætlanina við eini brúgvaloysn, har vit ongar royndir hava, vera fullkomuliga burtur úr vón og viti.