bæði í Føroyum og í Danmark, og tað eydnaðist at basa sjúkuni. 1996 giftust hann og Guðrun. 1999 kom fyrsta barnið, Borgar, og trý ár seinni í 2002 kom Eigil. Guðrun starvaðist sum flogterna og hevði gjørt [...] familjan hjá Guðrun og nøkur starvsfólk hjá Atlantic til Noregs. Tey lendu í Haugesund og koyrdu til Stord. Tey sóu illa farna flogfarið og stongdu hurðina, ið var munurin millum lív og deyða umborð á Flight [...] saknaðu. Hóast boðini er Oddmar enn róligur og bíðar í tolni. Ein vinmaður kemur framvið, og synirnir sova enn. Seinni kemur eitt umboð fyri Atlantic Airways og ein politistur á gátt. Teir eru komnir við
eitt slag fyri teimum sjúku. Og innan er altíð yðjandi lív. Uttan íhald ganga miðvís og skimandi starvsfólk kyk eftir gangunum. Við gullreinum sengrum, ringlandi royndargløsum og tungum sjúkradagbókum tita [...] nýtslu í 2004. Kittið millum 1968 og 2004 er marglætismatstovan við veldugu vindeygunum og einum fimm favnum upp undir loft. Nýggjasti bygningurin er teir beru gluggar og glas, kransað av koksgráum grótkarmi [...] B-bygninginum og kvika sær víðari eftir glitrandi og glintandi marmorinum í G-bygninginum. Allastaðni ivast tú ikki í, at tað angar av hesum eyðkenda sjúkrahúsblandinum av sóttreinsandi sápu, spritti og heftiplástri
einsamøll. - Tey gomlu eru búgvin og tilvitað um egnan tørv. Og eins og búnar fruktir eru tey søt og saftig av lívskraft. Óbúgvin frukt er beisk og smakkar ikki so væl, segði hann, og vísti á, at vit kunnu læra [...] Skúlabørnini koma regluliga og syngja og fáa drekkamunn á Giljagarði, og barnagarðsbørnini koma og spæla og hugna sær saman við teimum gomlu. Ein dag um mánaðin stongir barnagarðurin, og øll børnini koma á vitjan [...] klemm. - Tey ganga runt og skelva og kenna seg lætt ørkymlaði og einsamøll. Eins og øll onnur hava tey eisini tørv á kropsligari kontakt, og tey elska at fáa eitt klemm, segði hon, og minti á, at tey dementu
ógvusligar ákærur og herskin lestur og vísir, at tað veruliga er brúk fyri, at politiski mynduleikin við ábyrgd fyri sjúrkahúsverkinum og harvið allari fólkaheilsu føroyinga, tekur sær um reiggj og fær skil á [...] skrivinum hjá hesum læknunum. Fakbólkar og starvsfólk sínámillum stríðast við øllum møguligum og ómøguligum vápnum fyri at tekkjast teimum, sum valdið hava. Og tað fer so bara at ganga út yvir sjúklingarnar [...] at læknar á Landssjúkrahúsinum ikki skulu kanna og viðgerða starvsfólk. Hetta stríðir beinleiðis móti læknalyftinum og kann verða orsøk til, at starvsfólk, sum fáa álvarsligar skaðar ella brádligar álvarsligar
raðfesta, og tískil verður ongin viðgerð í Trýsttanga frá 1. juni í ár. Síðani fyrst í nítiárunum hevur Vørn rikið trýsttangan, men øll árini hevur tænastan verið leyst knýtt at serlæknum og sjúkrarøk [...] hvussu tey fáa mest fyri hvørja krónu, og tískil hava tey gjørt av at niðurleggja trýsttangan. Í fjør boðaði Vørn annars frá, at stovnurin noyddist at spara og tískil varð fasta tilkallivaktin fyri t [...] at verða við til venjingar. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum skjýtur upp at Landssjúkrahúsið og Vørn setast saman og gera eitt felags tilmæli til Landsstýrið um, hvussu økið kann skipast framyvir. Í hesum sambandi
sum er upp á spæl. Eisini felagið Danskir Advokatar eru skeptisk. – Danskir Advokatar viðmerkja, at lívstíðar- og forvaringsdømd vanliga ikki sita alt lívið, og at vit tí eiga at hava í huga, hvørji menniskju [...] Lívstíðardømdir og forvaringsdømdir fangar skulu ikki kunn brúka fongsul okkara sum datingmiðstøðir ella miðlapall at reypa av sínum brotsgerðum, sigur hann. – Tað særir ikki bara offur og avvarðandi, men [...] hava skapt sambond við lívstíðardømdar menn, og gift seg við teimum, sum er orsøk til lógina. Til dømis hevur Peter Madsen havt fleiri sambond við gentur og kvinnur, meðan hann hevur sitið. Hann drap svenska
høvdu óivað spurtst burtur úr. Áður enn slík gransking er gjørd, so ganga vit mest í blindum og gita -og helst illgita. Bretski søgumaðurin Cyril N. Parkinson (1909-93), sum eitt nú var professari í Singapore [...] ímóti. Orsøkin til fyribrigdið skuldi vera, at embætisfólk stremba eftir at fáa støðugt fleiri starvsfólk, og at tey skapa arbeiði hvør til annan. Skemt? Helst. Men kanska áttu politikararnir kortini at [...] okkum - eisini her heima á klettunum: Tað er munandi lættari at seta fleiri starvsfólk enn tað er at minka um talið aftur. Og vit eiga at leggja okkum í geyma, at dugir eitt fólk ikki at røkja sína uppgávu
londum enn Danmark at lúka krøvini og tað skal vera meira gjøgnumskygt, hvat skal til. Lógaruppskotið er eisini um biskups- og próstaembæti, og um førleikakrøv til biskup og próst. Her eru fleiri tillagingar [...] heimildunum viðvíkjandi samsýntum og løntum arbeiði frá einstøku kirkjuráðunum til Próstadømisráðið og Stiftsstjórnina. Av tí at fá ár eru síðani at málsøkið varð yvirtikið, og hetta er fyrsta ferð, økið verður [...] Endiliga er lógaruppskotið eisini um kirkjutænarar og hjálparfólk í kirkjuni. Tey allarflestu, sum virka í kirkjunum, fáa hvørki løn ella samsýning, og tá galda einans nakrar fáar grundreglur. Neyvari
umleið 7000 ognarfólk úti um alt landið, hvørs húski og skyldfólk fáa gleði og gagn av jørðini og tí grøði hon ber. Teir politikarnir sum fáa undirtøku, og fara at eydnast, eru sjálvandi ikki teir sum fara [...] Tey skelda bóndir og óðalsfólk tí vit brúka okkara fólkaræðisligu rødd, og okkara lógarfesta rætt, til at verja landbúnaðin og náttúruna, frá skaðiligu avleiðingunum av hópferðavinnuni. Og nú tá vit umvegis [...] av, at tað fyrst og fremst má verða ferðavinnan sum eigur at laga seg til Føroyar og føroyingar, og ikki øvugt. Løgtingið fer uttan iva at taka størri atlit til føroyskan landbúnað og føroyska náttúruvernd
sum ásetur, hvat innihaldið skal vera í dagstovnunum og dagrøktini í Føroyum. Hvørjir teir fysisku karmarnir á stovnunum skulu vera, fermetratal, rúm, og so framvegis er ásett í lóg, men tá ið tað ræður um [...] onga lóggávu at halda seg til. Sum skilst hevur Almanna- og heilsumálastýrið í umbúna at seta ein bólk, ið skal gera eitt álit um hesi viðurskifti og sum síðani skal verða grundarlagið undir eini lóggávu [...] ymisk námsfrøðilig tilboð og ymiskar treytir alt eftir, hvar tey búgva í landinum. Eg skilji ikki rættiliga, hví kommunurnar skulu yvirtaka økið, áðrenn lóggávan er gjørd, og heldur ikki, hví tað skal