Nú sleppa lívstíðarfangar ikki longur at finna kærleikan uttan fyri múrarnar.
Nú sleppa teir ikki longur at logga á eina datingsíðu og skapar sær nýggj sambond. Ella at senda brøv til persónar, teir ikki kendu áðrenn dómin.
Ein nýggj lóg merkir, at rættindi hjá lívstíðardømdum fangum verða skerd. Fyrstu tíggju árini, teir sita av revsingini, sleppa teir ikki at fáa nýggj sambond.
Nick Hækkerup, løgmálaráðharri í Danmark, sigur sum grundgeving, at tað eru atlit til rættarkensluna:
– Lívstíðardømdir og forvaringsdømdir fangar skulu ikki kunn brúka fongsul okkara sum datingmiðstøðir ella miðlapall at reypa av sínum brotsgerðum, sigur hann.
– Tað særir ikki bara offur og avvarðandi, men eisini rættarkensluna hjá øðrum borgarum, um teir, ið hava framt tær ringastu brotsgerðirnar, frítt kunnu brúka tíðina í fongslinum upp á ástarfundir ella at skriva um sínar ógerðir á sosialu miðlunum. Hesum steðga vit nú.
Lógaruppskotið setti ráðharrin fram í november í fjør. 25. januar var tað samtykt.
Tað hava millum annað verið søgur um ungar gentur – eisini úr Føroyum, sum hava skapt sambond við lívstíðardømdar menn, og gift seg við teimum, sum er orsøk til lógina.
Til dømis hevur Peter Madsen havt fleiri sambond við gentur og kvinnur, meðan hann hevur sitið. Hann drap svenska journalistin Kim Wall í kavbáti sínum. Eisini hevur drápsmaðurin Peter Lundin hava fleiri sambond, sum nógv hevur verið at hoyrt um í miðlunum.
Men funnist hevur verið at inntrivinum, eitt nú Dignity – Dansk Institut Mod Tortur. Tað er sambært hoyringsskrivi frá teimum »sera betonkiligt«, at stjórnin sum svar upp á fá mál hjá lívstíðardømdum, avmarkar rættindi hjá øllum lívstíðardømdum.
Sambært felagsskapinum eru tað grundleggjandi rættindi hjá fongslaðum at vera í samband við umheimin, sum er upp á spæl.
Eisini felagið Danskir Advokatar eru skeptisk.
– Danskir Advokatar viðmerkja, at lívstíðar- og forvaringsdømd vanliga ikki sita alt lívið, og at vit tí eiga at hava í huga, hvørji menniskju tey eru, tá tey koma út, skrivar felagið í hoyringssvari til Løgmálaráðið.
Nýggja lógin tekur eisini møguleika frá lívstíðardømdum meðan tey sita, at koma við almennum fráboðanum um brotsgerðina, tey hava framt.
/ritzau/