Kanska hevði borið til at fingið til vega hagtøl um, hvussu nógv, ið sett eru innan ta almenna í dag í mun til fólkatalið samanborið við samsvarandi tølini seinastu fimm tíggjuáraskeiðini í Føroyum. Her skuldu so øll alment sett verið tald við, bæði tey í føroysku og donsku umsitingini. Áhugavert hevði verið at fingið bólkað talið í ymsu starvsheitini, eitt nú skrivstovunæmingar, skrivarar, ráðgevarar, fulltrúar, skrivstovustjórar, stovnsleiðarar við meira.
Tá ið úrslitið var fingið til vega, so áttu metingar at verið gjørdar av óheftum, kønum fólkum um, hvørja nyttu samfelag okkara hevur havt av eini møguligari øking í starvsfólkatalinum -og síðani átti at verið granskað í spurninginum , antin samfelagságóðin stóð mát við møguliga økta starvsfólkatalið.
Eftir míni áskoðan, so hevði hetta verið ein uppløgd granskingaruppgáva at framt í samstarvi við onkran hægri lærustovn, kanska samfelagsdeild Fróðskaparsetursins og gjarna fíggjað av onkrum vísindagrunni í privata vinnulívinum. Ein ella allarhelst fleiri ph.d.-ritgerðir høvdu óivað spurtst burtur úr.
Áður enn slík gransking er gjørd, so ganga vit mest í blindum og gita -og helst illgita.
Bretski søgumaðurin Cyril N. Parkinson (1909-93), sum eitt nú var professari í Singapore í fimtiárunum, skrivaði fleiri greinir í The Economist í 1955, ið vóru bæði stuttligar, speirekandi og tankavekjandi.
Hann skrivaði um umsiting sum eitt bureaukrati ella skrivstovuveldi, ið virkaði undir ávísum lógum, til dømis har, ið starvsfólkatalið vaks eftir einum árligum stigatali umleið 6 %, uttan mun til arbeiðsnøgdina, antin hon so øktist ella minkaði -og so framvegis.
Hetta fyribrigdið var nevnt Lóg Parkinsons, sum í stuttum sigur, at talið á settum starvsfólki ikki fellur uttan mun til, um arbeiðsmongdin gerst minni, men heldur tvørtur ímóti.
Orsøkin til fyribrigdið skuldi vera, at embætisfólk stremba eftir at fáa støðugt fleiri starvsfólk, og at tey skapa arbeiði hvør til annan.
Skemt? Helst. Men kanska áttu politikararnir kortini at havt slíkt skemt í huga, tá ið teir økja um starvsfólkatalið.
Eitt hevur søgan so víst okkum - eisini her heima á klettunum: Tað er munandi lættari at seta fleiri starvsfólk enn tað er at minka um talið aftur.
Og vit eiga at leggja okkum í geyma, at dugir eitt fólk ikki at røkja sína uppgávu, so er ikki víst, at uppgávurnar verða loystar av at seta t.d. eitt ella tvey í starv aftrat tí eina. Leiðin fram í slíkum førum man heldur vera, at ansað verður efter, at røttu fólkini verða sett, og at hini verða sáldaði frá, so at tey kunnu røkja uppgávur, ið hóska teimum betur.