Landssjúkrahúsið. Ein tignarlig og trónandi heild, ið vendir út móti vestaru vág. Ein viðurkend ímynd, sum næstan tangerar Tinganes sum skjaldarmerki Tórshavnar.
Kritahvíta Dronning Aleksandrines Hospital frá 1924 er sunnasti parturin, ið bæði er fjálgastur, elstur og vakrastur byggilistarliga. Grundin er lagað í sama stórsligna stíli sum fyrrverandi sparikassin. Gluggarnir í neðra hava hválv. Har eru nógvir útbygningar; spelknir kvistar við bogaðum mønuryggi, og borgartorn, sum bretta sær á suður móti Sandagerði.
Knýttur í henda elsta partin er B-bygningurin frá 1968. Her ræður tað vinkulrætta. Ferhyrntir gluggar standa í ferhyrntum húsum, klødd við ferhyrntum betongflísum, sum áður vóru hvítir men eru gránaðir eftir aldri. Átta hæddir við víðagitna 8 ovast.
Nýggjasti parturin er G-bygningurin, sum varð tikin í nýtslu í 2004. Kittið millum 1968 og 2004 er marglætismatstovan við veldugu vindeygunum og einum fimm favnum upp undir loft. Nýggjasti bygningurin er teir beru gluggar og glas, kransað av koksgráum grótkarmi. Innast eru vanlig vindeygu, og leysar uttan á gluggunum eru grátónaðar, prikkutar glasplátur. Norðari endi minnir mest um ein ísakaldan, rimaðan hjall.
Órættvísi og eyðmýkt
Hetta sambygda tíðartyssið er dukandi hjartað í Landssjúkrahúsinum; almenna stovninum, sum alsamt slær eitt slag fyri teimum sjúku. Og innan er altíð yðjandi lív. Uttan íhald ganga miðvís og skimandi starvsfólk kyk eftir gangunum. Við gullreinum sengrum, ringlandi royndargløsum og tungum sjúkradagbókum tita tey tufluklødd eftir blágrøna linoliinum hjá Aleksandrinu drotning. Stetoskopini sveiggja sum kykir klokkupendlar, tá ið tey snara yvir á ljósabrúnu tigulflísarnar í B-bygninginum og kvika sær víðari eftir glitrandi og glintandi marmorinum í G-bygninginum. Allastaðni ivast tú ikki í, at tað angar av hesum eyðkenda sjúkrahúsblandinum av sóttreinsandi sápu, spritti og heftiplástri.
Um morgunin eru tún, móttøka og bíðirúm sum eitt stórt meyrumeingi. Hagar koma fólk stunandi, stetlandi og stúrandi. Tey hava ongar stundir at steðga, tí tey hava tíð. Hýruvognar, høkjur og hjálpandi hendur eru hvørt um annað. Øll flutningsamboð eru til at styðja býarkonur, bygdamenn, børn, unglingar og avgomul inn í vónina. Øll hava tað sama fyri eyga: At leita sær linna, lívsneyðuga grøðing ella bara alneyðug svar. Onkur teirra er ótolin eftir at endurvinna ta áður óskalaðu heilsuna. Tey skultra sær og halda seg vera fyri øgiligum órættvísi. Onnur krøkja seg eyðmjúkliga í eina klæna glæmu av lívsvón. Telja vit hvønn krók og hvørja útryðju á Landssjúkrahúsinum við, standa tvey hundrað sengur og áttahundrað starvsfólk til reiðar at dugna hesum ymisku fólkum. Gólvvíddin er tilsamans 48.000 fermetrar. Ein fermetur til hvønn einasta føroying.
Sjey subjektivar greinir
Nakrar mánaðir í 2007 arbeiddi undirritaði sum dokumentaristur á Landssjúkrahúsinum. Frá leiðsluni fekk blaðmaðurin fullkomiliga fríar teymar at eygleiða og skjalfesta upplivingarnar, hann hevði saman við nógvum ymiskum starvsfólkum og sjúklingum. Næstan alla tíðina var blaðmaðurin flugan á vegginum. Onkur einstøk starvsfólk høvdu, sum vera man, stundum hug at kveistra blaðmannin burtur, men samanumtikið hava ongar forðingar verið.
Torførast hevur verið at valt frá. Undantikið eitt einstakt rend á stongdu sálardeildini hevur blaðmaðurin savnað eygleiðingarnar um hjartað eystan fyri J. C. Svabos gøtu við at leggja dent á beinleiðis sambandið millum sjúkrahússtarvsfólk og sjúkling. Tíverri hevur hetta við sær, at týdningarmiklar eindir, sum til dømis tænastudepilin við sínum stórt hundrað starvsfólkum, ikki verða lýstar beinleiðis. Lítið og einki er nevnt um, at matarliðið er mett sum eitt tað besta, at reingerðarfólkini vinda burtur úr øllum, og at ergoterapi er góð terapi. Hetta er sum við berandi bjálkum í einum bygningi. Vit vita tíbetur, at teir eru har, hóast teir eru blendaðir burtur.
Blaðmaðurin takkar øllum starvsfólkum, ið hava tolt og virt hansara arbeiði hesa tíðina. Eisini takkar hann øllum brúkarum; frá gentuni, sum steig inn í heimin á føðistovuni, til mannin, sum doyði og varð endaliga kannaður í líkrúminum. Serstøk tøkk verður veitt portørunum fyri hugnaliga samveru og opinleika. Eisini kveikjandi menningarviðgerunum og andliga ríkandi reinførisserfrøðinginum á A3 verður takkað hjartaliga fyri lívgandi og reinsandi løtur.
Seinasta heilsan er til frøkun Krog, sálu, sum altíð tóktist vera við lið, tey stundum óunniligu kvøldini, blaðmaðurin sat einsamallur á A3 og skrivaði.
Høgni Mohr