Tað byrjar sum ein púra vanligur morgun - týsdagurin 10. oktober í 2006.
Oddmar Gudmundsson fer tíðliga upp, men hann letur teir báðar synirnar, 4 og 7 ár gamlar, sova eitt sindur longri. Hann hevur frí frá arbeiði hendan dagin, men skal koyra dreingirnar í barnagarð.
Konan, Guðrun, var farin til Danmarkar kvøldið fyri, tí hon skuldi næstu dagarnar flúgva sum flogterna hjá Atlantsflogi í Noregi.
Oddmar stákast heima og koyrir ikki útvarpið frá. Telefonin ringir, tað er eitt umboð fyri Atlantic Airways, ið greiður Oddmari frá, at tað er hent eitt óhapp við einum flogfari, og at nøkur fólk eru saknað.
Oddmar hugsar ikki, at Guðrun er í nøkrum vanda. Hann ringir til fartelefonina hjá henni, men fær einki svar.
Telefonin ringir aftur. Nú eru boðini, at Guðrun er ein av teimum saknaðu.
Hóast boðini er Oddmar enn róligur og bíðar í tolni. Ein vinmaður kemur framvið, og synirnir sova enn.
Seinni kemur eitt umboð fyri Atlantic Airways og ein politistur á gátt. Teir eru komnir við ræðuligum boðum.
Guðrun er deyð.
Hittust sum tilkomin
Tað eru liðin fýra og eitt hálvt ár, og Oddmar situr í hugnaliga køkinum í Sandavági. Páskagardinurnar eru uppi, og høsnarungapyntið er komið fram. Í einum horni í stóru stovuni er ein mynd av Guðrun í brúðarkjóla, og undir liðuni hongur heiðursdiplomið "Ársins Føroyingur", ið varð handað henni posthumt.
Oddmar er júst komin frá arbeiði. Hann starvast hálva tíð sum húsavørður á Ellis- og røktarheiminum í Miðvági. Hann er útbúgvin elektrikari og snotuligu húsini, ið hann og synirnir búgva í, hevur hann sjálvur bygt.
Hann fór einsamallur í húsini í 1989. Guðruna hitti hann ikki fyrr enn í 1993. Tá vóru tey bæði tilkomin, hann 37 og hon 28 ár.
Hóast Guðrun var úr Bø og Oddmar úr Sandavági, hevði hann ongantíð sæð vøkru bíggjargentuna, fyrrenn eitt kvøldið í dansinum í Miðvági.
Tey komu saman, men stutt eftir gjørdist Oddmar sjúkur. Diagnosan var blóðkrabbamein. Hann fekk viðgerð bæði í Føroyum og í Danmark, og tað eydnaðist at basa sjúkuni.
1996 giftust hann og Guðrun. 1999 kom fyrsta barnið, Borgar, og trý ár seinni í 2002 kom Eigil.
Guðrun starvaðist sum flogterna og hevði gjørt tað í nógv ár, bæði hjá Mærsk og Atlantic. Henni dámdi væl arbeiði, men longu túrarnir til Noregs royndi hon oftani at sleppa undan, tí tað var so leingi at verða burturi frá familjuni.
Áðrenn vanlukkuferðina í oktober 2006 hevði hon ikki verið í Noregi í langa tíð. Eisini hesuferð vóru tað flogternur, ið bjóðaðu seg fram at fara fyri hana. Men hon helt at nú mátti tað verða hennara túrur at fara.
Fóru til Noregs
Oddmar hyggur út gjøgnum vindeygað. Hann greiður stillisliga frá, hvussu hann minnist tímarnir eftir, at deyðsboðini vóru borðin. Hann vakti synirnar og koyrdi teir oman til dóttur beiggjan, har teir plaga at verða. Húsini fyltust við fólki, ið vildu vísa samkenslu. Eftir nakrar tímar komu synirnir heim og Oddmar møtti teimum í túninum og greiddi teimum frá hvat, ið var hent. Teir gjørdust illir. Rasandi. Inná hvat, veit Oddmar ikki rættuliga, men illir vóru teir.
Tveir dagar seinni fóru Oddmar, synirnir, familjan hjá Guðrun og nøkur starvsfólk hjá Atlantic til Noregs. Tey lendu í Haugesund og koyrdu til Stord. Tey sóu illa farna flogfarið og stongdu hurðina, ið var munurin millum lív og deyða umborð á Flight 670.
At flúgva til Noregs bara dagar eftir vanlukkuna var eingin trupulleiki hjá Oddmari. Hann hevur ongantíð verið bangin at flúgva, og hendingin í Stord ávirkaði ikki tað.
Heim við úr Noregi høvdu tey kistuna við Guðrun. Hon var jarðað dagin eftir og fylgið var ómetaliga stórt.
Synirnir sakna mammuna
Oddmar heldur ikki, at tað er nakar serligur munur á, hvussu fólk vóru móti honum fyri og eftir vanlukkuna í Stord. Einasta hending, hann minnist, er ein maður, ið kom yvir til hansara í einum handli í Sandavági og byrjaði at prædika um, at tað er ein meining við øllum.
- Tað helt eg verða langt úti. Hvar er meiningin við, at tveir smádreingir missa mammu sína?
Fyrstu tvey árini aftaná arbeiddi Oddmar ikki. Tíðin fór til at taka sær av synunum. Nú arbeiður hann fyrrapartar sum húsavørður, meðan synirnir eru í skúla.
Hann hevur nógv fólk rundanum seg, bæði í Bø og í Sandavági, men helst vil hann klára seg sjálvan. Nakra nýggja konu hevur hann ikki funnið sær, og hvar tíðin skuldi verið til tað, veit hann ikki. Hann hevur nokk at gera við at taka sær av húsi og børnum.
Synirnir hava tað rímuliga gott. Teir sakna mammu sína sera nógv, og Oddmar fær tár í eyguni, tá hann greiður frá. Hann tosar við teir um Guðruna, men eftirsum teir gerast so keddir, roynir hann at avmarka tað eitt sindur.
Gjørdi sjálvur gravsteinin
Oddmar hevur lætt bæði til látur og grát. Hann flennur at onkrun minni um Guðruna og vísur mær myndina, ið var tikin, tá tey høvdu 10 ára brúðleypsdag summarið 2006, bert mánaðir áðrenn Guðrun var rykt frá teimum.
Eitt av støðunum, sum Oddmar og Guðrun vid synunum ofta vitjaðu, var úti á endanum av Sørvágsvatni, við Bøðsdalafoss. Tey høvdu kaffi við og hugnaðu sær óført. Tá Oddmar sjálvur fór út har, aftaná at Guðrun var deyð, fann hann ein stóran stein, sum hann avgjørdi skuldi verða gravsteinurin hjá Guðrun.
Hann greiður flennandi frá stríðnum at fáa steinin til húsar, men við eini militerbøru og góðari hjálp eydnaðist tað honum. Steinin vildi hann hava til eitt ára dagin eftir vanlukkuna. Hann skrúvaði bókstavirnar sjálvur á, og steinurin stendur nú vakur í kirkjugarðinum í Sandavági.
Vit enda samrøðuna í kirkjugarðinum. Grøvin er væl hildin og fleiri postalínseinglar, fuglar og rósur liggja á grøvini. Oddmar veit ikki, hvaðani nógv av tingunum eru komin. Tað eru helst fólk, ið vitja grøvina, sum hava lagt tingini.
Hann rættar eitt sindur uppá eina blómu og lesur síðani, hvat sum stendur á gravsteininum:
- Her hvílur okkara góða kona og mamma Guðrun H Joensen - Takk fyri alt.
Tíðindaskriv frá Atlantic Airways
Tað er við stórari sorg, vit kunngera, at flogfar okkara av slagnum BAe 146 OY-CRG Flight no: RC 670, hevur verið fyri tí vanlukku at koyra út av breytini á flogvøllinum í Stord.
Vanlukkan hendi kl. 07.35 lokala tíð 10. oktober 2006.
Níggju ferðafólk og trý, sum mannaðu flogfarið, eru sloppin frá vanlukkuni við lívinum.
Fyrr í gjár upplýsti norska løgreglan, at trý fólk høvdu látið lív í vanlukkuni, og at ein ferðamaður var horvin. Nú váttar norska løgreglan, at eitt fólk aftrat er funnið í brenda flogfarinum. Sostatt hevur vanlukkan kravt fýra mannalív.
Tey, ið lótu lív, vóru:
Guðrun Hervør Joensen, 41 ár, Bø
Martin Charles Evertsen, 25 ár, Stavanger
Jarle Reime, 33 ár, Sandnes
Per Olaf Skjæveland, 33 ár, Sandnes
Við flogfarinum vóru 12 ferðafólk, og manningin taldi 4.
Av teim 12 ferðafólkunum vóru:
11 norðmenn
1 útlendingur
Manningin taldi tríggjar føroyingar og ein dana.