Tað er ikki lukkuligt, sum yvirlæknar á skurðdeplinum á Landsjúkrahúsinum fara við sjúkrahúsleiðsluni í skrivi, teir tann 6. mai í ár hava sent landsstýrismanninum við heilsumálum.
Yvirlæknarnir á skurðdeplinum leggja ikki fingrarnar ímillum, tá teir boða frá støðuni á Landssjúkrahúsinum, sum teir síggja hann. Og teir lata heldur ongan iva vera um, at teir halda sjukrahúsleiðsluna vera fullkomuliga ónýtiliga. Í summum førum reka teir fram undir, at hon er beinleiðis lívshættislig, og siga enntá, at tað sjúkrahúsleiðslan kann hava verið ein av orsøkunum til, at eitt starvsfólk á Landssjúrkahúsinum tók lívið av sær. Teir skriva soleiðis:
»Á hin bógvin noyðast vit tíverri at sanna, at klossuta og harðrenda uppsøgnin sum sjúkrahúsleiðslan gav eini jarðamóðir, kann hava verið ein av orsøkunum til, at hon tók lívið av sær.«
Hetta er sera ógvusligar ákærur og herskin lestur og vísir, at tað veruliga er brúk fyri, at politiski mynduleikin við ábyrgd fyri sjúrkahúsverkinum og harvið allari fólkaheilsu føroyinga, tekur sær um reiggj og fær skil á støðuni.
Men tað hava politikararnir ikki havt rygg til, staðfesta læknarnir í skrivi sínum. Teir siga soleiðis eftir at hava víst á, hvussu gongdin í Danmark hevur verið seinnu árini
»Men her í Føroyum stendur stilt. Ongar broytingar í 7 ár. Politikararnir keyptu sær ein frið í 1996 og 1999, men hesin verður helst dýrkeyptur og hevur longu við sær stagnatión, inneffektivitet, fallandi produktión, maktkamp millum fakbólkar, vaksandi ónøgd, illa viðfarnar yvirlæknar, læknar sum fara av landinum og endar í øllum førum skjótt við, at skipanin, sum hon er, ferð um koll við øllum tí ruðuleika sum kann standast av tílikum.«
Skrivstovuveldi
Tað sæst heilt greitt í skrivinum, sum yvirlæknarnir á skurðdeplinum hava sent landsstýrismanninum, at teir halda, at Landssjúkrahúsið er vorðið ein miðstøð fyri skrivstovuveldi leiðslunnar heldur enn ein viðgerðarstovnur fyri sjúklingar, sum eit sjúrkahús eigur at vera.
Fólk verða frá hond tikin frá uppgávum sínum á sjúkragongini til tess at sita í bólkum og nevndum, sum skulu fundast um, hvussu gerast skal við sjúklingarnar, heldur enn bara at viðgera teir. Og teir leggja beinleiðis leiðsluna undir at vera ódugiliga og ikki hava skil á tí, hon ger. Talan er í mongum førum um, at leiðslan bara skal vísa sína makt, kann lesast úr skrivinum.
Og tað kostar eina rúgvu av pengum. Beinleiðis oyðsl lata teir skilja.
Sum dømi verður millum annað nevnt skeiðsvirksemið hjá leiðsluni, ið læknarnir ikki halda kemur sjúklingaviðgerðini til góða.
Teir vísa á, at í fjør brúktu fýra fólk í sjúkrahúsleiðsluni 400.000,- krónur til skeiðvirksemi. Ella 100.000,- krónur hvør. Læknarnir hinvegin, ið áttu at verið á skeiðum at fylgt við og kunnað seg um tað, sum hendir í sjúklingaviðgerð, fáa bert eitt ella tvey skeið árliga, hóast avtalað er, at teir eiga rætt til eini 10.
Injuriir
Tað er ikki livandi á Landssjúkrahúsinum sambært skrivinum hjá hesum læknunum. Fakbólkar og starvsfólk sínámillum stríðast við øllum møguligum og ómøguligum vápnum fyri at tekkjast teimum, sum valdið hava. Og tað fer so bara at ganga út yvir sjúklingarnar.
Leiðslan liggur ikki aftast, tá talan er um at baktala fólk og annars gera teimum lívið súrt, vísa teir á. Hon leggur seg beinleiðis út í smálutir og er farin so vítt, at læknarnir halda, at tað stríðir í móti sjálvum læknalyftinum, sum fyri teimum annars er heilagt. Teir skriva soleiðis:
»Leiðslan er komin við boðum um, at læknar á Landssjúkrahúsinum ikki skulu kanna og viðgerða starvsfólk. Hetta stríðir beinleiðis móti læknalyftinum og kann verða orsøk til, at starvsfólk, sum fáa álvarsligar skaðar ella brádligar álvarsligar sjúkur, meðan tey eru á Landssjúkrahúsinum, noyðast fyrst at verða koyrd til kommunulækna og síðani út aftur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Soleiðis er stórur vandi fyri, at tey kunnu fáa álvarsligt mein, tí drálað verður við kanning og tískil eisini viðgerð. Leiðslan hevur fingið hetta at vita, men vil ikki broyta boðini.
Leiðslan avgjørdi at koyra ein av portørunum til hús. Hetta varð gjørt, uttan at vanligu konsultatiónir vóru gjørdar, og uttan fyrilit fyri funktiónini á sjúkrahúsinum. Verkfall tók seg upp og vardi í 3 vikur og tarnaði arbeiðinum á sjúkrahúsinum almikið. Tá avtornaði, varð portørurin settur aftur í starv. Handfaringin av málinum varð óprofessionell og fyrilitaleys og skaddi enn einaferð virksemið á sjúkrahúsinum.
Tá hinvegin ein bólkur av sjúkrasystrum kom við kollektivari uppsøgn á B6, handfór leiðslan henda trupulleika so óprofessionelt, at fakpolitikkur at enda kom uppí, og noyddist leiðslan sostatt at bakka fyri beinleiðis lógarbrotum á Landssjúkrahúsinum.«
Og ikki er tað mætari, at sjúkrahúsleiðslan eisini beinleiðis forfylgir starvsfólki, halda yvirlæknar á skurðdeplinum á Landssjúrkajúsinum, sum skriva soleiðis:
»Leiðsluni dámar eisini at leggja seg í persónligar smálutir í deplunum. Til tíðir skal ikki meira til enn, at tey hava hoyrt okkurt í býnum um onkran. So verður hetta mál tikið upp í leiðsluni, og niðurstøður, áheitanir og hóttanir verða latnar niður ígjøgnum skipanina. Eisini eru ákærandi brøv frá starvsfólki móti øðrum starvsfólki kærkomin í leiðsluni. Hon tekur fegin upp hesi viðurskifti, sum annars í fyrsta umfari hoyra heima í deplunum.«
Vanlukkan er hend
Teir eru pessimistiskir, læknarnir á skurðdeplinum. Teir staðfesta, at vanlukkan er hend, og enda skrivið við nøkrum ásanningum um, at soleiðis og soleiðis átti tað at verið, men vilja vit ikki hava tað øðrvísi, enn tað er í dag, ja, so er tað soleiðis tað bara má vera. Teir tykjast líkasum at hava givið givið seg yvir til fíggindan. Kapitulerað. Soleiðis siga teir:
»Skulu vit góðtaka at tað ikki longur verður satsað uppá kanning og viðgerð á høgum støði á Landssjúkrahúsinum - so góðtaka vit eitt lægri støði.
Men skrædlið er tíverri longu komið. Skriðan er við at loypa. Hendir onki, verða yvirlæknarnir á skurðdeplinum noyddir til at gerast mótspælarar. Men tað vilja vit ikki. Vit vilja verða viðspælarar, og vit vilja saman við einari eintýðugari leiðslu leggja lunnar undir eitt vælfungerandi Landssjúkrahús, við innbygdari menning, har tær ómetaligu resursirnar hjá starvsfólkinum verða sleptar leysar til frama fyri sjúklingarnar.«