Kavarar, sum koma illa fyri, sleppa nú ikki longur til viðgerð í trýsttanga.
Hjá kavarum, sum koma illa fyri, kann viðgerðin í trýsttanga verða ein spurningur um lív ella deyð.
Tað eru starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, sum hava staðið fyri viðgerðini í trýsttanganum hjá Vørn.
Men nú hevur Landssjúkrahúsið gjørt greitt, at soleiðis sum fíggjarligu umstøðurnar eru, verða tey noydd at raðfesta, og tískil verður ongin viðgerð í Trýsttanga frá 1. juni í ár.
Av tí sama hevur Landssjúkrahúsið nú boðað frá, at tað ber ikki til at geva viðgerð í trýsttanganum frá 1. juni.
Tíbetur er ikki ofta, at brúk er fyri tanganum, men tað kemur fyri.
Seinast tað var neyðugt, at kavari fekk viðgerð í tanganum, var í heyst, men tá hevði hann ikki verið í brúki í fimm ár.
Annars hevur verið neyðugt at taka tangan í brúk við nøkrum ára millumbilum.
Men stjórin á Landssjúkrahúsinum váttar, at koma kavarar illa fyri, kann viðgerð í tanganum verða ein spurningur um lív ella deyð.
Hann sigur, at við teimum stóru, fíggjarligu avbjóðingum, Landssjúkrahúsið hevur at halda játtanina, er neyðugt at hugsa um, hvussu tey fáa mest fyri hvørja krónu, og tískil hava tey gjørt av at niðurleggja trýsttangan.
Í fjør boðaði Vørn annars frá, at stovnurin noyddist at spara og tískil varð fasta tilkallivaktin fyri trýsttangan niðurløgd.
Tó vildi Vørn royna at skipa seg soleiðis, at menn kunnu verða tøkir innan rímuliga tíð, umframt at verða við til venjingar.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum skjýtur upp at Landssjúkrahúsið og Vørn setast saman og gera eitt felags tilmæli til Landsstýrið um, hvussu økið kann skipast framyvir.
Í hesum sambandi verður neyðugt at taka støðu til, um vit yvirhøvur skulu hava trýsttangan. Og skulu vit hava hann, verður neyðugt við eini serligari játtan til endamálið, sigur Landssjúkrahúsið.
|









