inn og flutti yvir í aðra tilveru, mamma. Sovnaði burtur uppi á Borg, í barndómsheimi tínum, mett av døgum. Í somu húsum, sum tú vart fødd í fyri 92 árum síðani. Serstøk var løtan í túninum á Borg, har [...] Færø høvdu orðið, áðrenn tú vart borin heim um Argjagarðsá og koyrd oman í kirkjuna á Høvdakúlu. Tvey langommubørn tíni vórðu borin í heim hetta sama árið, tú andaðist. Langommusonurin kom inn í hendan heim [...] hoyrist heimligt áarsuð, tann smáttan rennur mær í hug. Í Halgubók, í 16. sálmi, standa nøkur orð, sum hóska væl til Borgina: “Mær lutur fell á yndisligum støðum.” Í jarðarferðarhefti tínum stóðu hesi orð úr
arbeiddi eisini sum lærlingur í smiðjuni hjá Jákupi Joensen, ella Jákup Smið, nú betur kent undir navninum J. K. Joensen & sonur. Í 1951-52 gekk Leivur á maskinskúla í Havn, og fór í 1964 undir sjálvstøðugt [...] standa fyri kvinnumøtunum í mong ár, hevur hon eisini verið við til at halda sunnudagsskúla í útivið 50 ár. Deknur í 40 ár Innan kirkjuna hevur Leivur eisini verið trúgvur í tænastuni. Hann var deknur [...] framvegis saman við honum. Í farnu viku kom fram, at fyritøkan hevur lagt saman við Demich. Andaliga virkin Á tí andaliga økinum hevur Leivur verið virkin í mong ár. – Eg havi gingið í kirkju og missiónshús
skilti meg. Kanska hava luttakararnir í Prix Føroyum av og á hugsað tað sama. Flestu bólkarnir hava vant intensivt í mánaðir í royndini at vinna sær sess í finaluni í Norðurlandahúsinum. Spenningurin hevur [...] Dómurin í brævbjálvanum hevur oftast havt eina rættiliga dramatiska reaktión við sær í salinum. Gleðisróp og vónbrot - hvørt um annað. Í onkrum umfari vórðu summi so skelkað av úrslitinum, at orðið »gøla« [...] teir seks í finaluni. Tað hevur verið eitt stórt privilegium at hoyrt, og í útvarpshøpi eisini hitt, allar 29 bólkarnar. Eftir mínum tykki hava verið fleiri sjálvstøðug og avbera góð avrik í teimum seks
Í skinnstilvum greiddi Paul Watson studentaskúlanæmingum frá, at ein bók skjótt fór at koma út, sum var skrivað av einum hvali Ein tími í samfelagsfaki í studentaskúlanum í Hoydølum fyri 29 árum síðani [...] koyra armin inn í kjaftin á honum, og tað dámar honum so væl. Zakarias Wang minnist væl túrin. – Hvat sigur tú, var tað í dag? Jú tað minnist eg so sera væl. Eg minnist, at genturnar í flokkinum spurdu [...] síðani - tann 22. august í 1985, endaði umborð á skipinum hjá Paul Watson, Sea Shepherd, sum lá í Nólsoyarfirði. Tað var 3. g, sum hevði samfelagsfak hendan dagin – og undirritaði var ein av næmingunum, sum
stigið at taka orðið í málinum, tí tað ger løgtingsformaðurin ógvuliga sjáldan. Les eisini: Tað hevði fólk ikki funnið seg í Og tað var serliga nógv umrøddi hvørsmansrætturin at fara í hagan, sum upptekur [...] Løgtingið hevur havt aðalorðaskifti um ferðavinnu og í tí sambandi varð nógv tosað um, hvønn rætt almenningurin skal hava til at ferðast í fjøllum og haga. Og í hesum sambandi tók Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður [...] nakrantíð hevur noktað fólki at fara í hagan at hyggja at fugli, seyði, haru, og at kynda sær eitt lítið grillbál, tí tað hevur verið púra náturligt at sleppa í hagan í friði og náðum. – Tað her aldrin verið
Síðani bar hann fram yrkingina, ið hann skrivaði, tá Martin andaðist jóladag í 1966. Steinbjørn nýtir sum mynd í yrkingini landslagið í Sandvík. Eftir hetta endaði fyrsti parturin av hátíðarhaldinum við, at [...] metti, at góður lærari hevur verið í Sandvík í skúladøgum Martins, tí seinni á Háskúlanum og á Læraraskúlanum var hann ofta havdur á munni, sum dugnaligur næmingur. Lærari í Sandvík tá var Theodor Dahl og [...] ni. Hann greiddi frá, at Martin var virkin í Javnaðarflokkinum og var blaðstjóri á Sosialinum í 3 og eitt hálvt ár. Hann greiddi somuleiðis frá, at Martin í Sosialinum fegnaðist, tá tað, sum var spírin
- Latið okkum gera tað heilt greitt: Grønland er ikki til sølu. Ikki í dag. Ikki í morgin. Ongantíð nakrantíð, skrivar flokkurin í valskránni. Hóast tað, so kallar Trump á tíðindafundinum grønlendska valið [...] Sambært tíðindastovuni Reuters í dag segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann heldur, at talan verður um eina annektering av Grønlandi. Forsetin brúkar ikki sjálvur orðið annektering, sum merkir at [...] eitt landaøki í egið ríki, men verður spurdur um hugsan hansara um eina "møguliga annektering". - Eg haldi, at tað fer at henda, sigur Trump sambært Reuters. Yvirlýsingarnar koma á fundi í Hvítu Húsunum
hjartaliga vælkomin á fólkafund í Hvalba í dag. Fyrst vil eg takka Royn fyri ta æru, sum eg haldi tað er, at vera biðin um, at halda røðu her í Hvalba í dag á fyrsta fólkafundi í Hvalba sum eg veit um. Ein [...] framburð í samfelagnum og viðurkenna tað, ið føroyskt var og fremja tað í orði og verki. Undangongumenn til nýggja hugburðin vóru føroyskir studentar í útlegd í Danmark. Til fyrstu veitsluna í Keypmannahavn [...] tiltikna jólafundinum í 1888 í Havn, har hugtakið og felagsnevnarin »føroyingar«, ið var staðfest 12 ár frammanundan millum føroysk ungdómin í útlegd, varð staðfestur og gróðursettur í føroyska mold. Jólafundurin
aðrir Kiwanis felagsskapir eru í Føroyum, ið eisini lata pening til vælgerandi endamál. Tað eru Kiwanis Rósan í Havn og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu. Orðið “Kiwanis” stavar úr indianskum [...] møguleikan fyri at bjóða nøkrum børnum hendanvegin í summar og geva teimum eina góða uppliving. Á tann hátt kunnu vit leggja nakað gott niður í tey, sum seinni í lívinum kann vera við til hjálpa teimum at fóta [...] viðurkenning av okkara arbeiði, sigur Annika Højgaard. Ælabogin skal í ár á konsertferð til Alicante í Spania, har tey verða 42 fólk í ferðalagnum. Kiwanis Tórshavn hevur tvær ferðir fyrr stuðlað Ælaboganum
kr. Hóast sluppir vóru í Føroyum, fleiri hundrað í tali, so eru bert tvær eftir í Føroyum í dag, og báðar eru bygdar í 1884. Johanna kom til Føroya í 1894 og Westward Ho í 1895. Í 1981 tóku Vágbingar stig [...] av bakkastokki í 1884 í Rye í landslutinum Sussex suðuri við Ermasund. Sluppin nevndist tá Oxfordshire. LES annars grein um Johonnu, 130 ára føðingardagin og eitt sindur av søguligum í vikuskiftis Sosialinum [...] gamalt skip. Niðriundir er eisini hampað um, sigur Gudmund Jacobsen, formaður í felagnum Johanna TG 326. Og Johanna TG 326 er í dag sanniliga eisini vøkur at skoða, og hóast høga aldurin, sær hon út sum fyrsta